fríggjadagur 11. mai 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007
Vikuskifti
6
Føroya størsta ferðaskrivstova
er ikki at finna á stórum altjóða
messum ella í ágangandi
lýsingarherferðum, og stjórin í
fyritøkuni er ikki dagligur gestur
á bonaðu gólvunum í Havn
ella á vinnusíðunum í føroysku
fjølmiðlunum.
Fyritøkan Fonn Flog er í allari
stillheit voksin frá einari lítlari
kjallarafyritøku til í dag at hava
13 starvsfólk við deildum í bæði
Klaksvík og Runavík. Bestu
reklamurnar hava verið nøgd
viðskiftafólk, og fyritøkan hevur
ongantíð søkt eftir starvsfólki.
Parið aftanfyri Fonn Flog eru
Ásla og Leivur Fonn. Søgan um
Fonn Flog er ikki ein ljósareyð
søga um lættan vinning og stórt
marglæti. Søgan um Áslu og
Leivur er um hvussu eitt føroyskt
par við sterkum vilja og hørðum
arbeiði bardi seg burtur úr
kreppuni fyrst í 90’unum.
Tann triða august 1992
seldu Ásla og Leivur fyrsta
ferðaseðilin. Hetta var mitt
í ringastu krepputíð. Leivur
hevði havt heilsølu og handil í
fleiri ár, men kreppan stegðaði
allari sølu. Fyritøkan var um at
fara á húsagang, og mistu tey
fyritøkuna, mistu tey eisini hús
og heim.
Tað var næstan av tilvild
at ferðaseðlasølan byrjaði.
Mamma Áslu, Gigga við Keldu,
skuldi saman við vinkonu síni,
Mariu Laksafoss, fara ein túr
til Danmarkar hetta summarið.
Dóttir Mariu visti, at bíligir
ferðaseðlar kundu keypast í
donsku ferðaskrivstovuni Unitas
Rejser. Leivur ger ikki mætari
enn at ringja til Unitas Rejser og
spyr stjóran, Knud Erik Bjerre,
um hann er áhugaður í einum
samstarvi.
Byrjaðu í blindum
- Eg kendi als onki til ferða-
vinnuna. Eg dugdi at keypa og
selja, og óvitandi sum vit vóru,
hildu vit, at ferðaseðlar vóru sum
aðrar vørur. Men byrjanin var alt
annað enn løtt. Vit máttu ringja
niður, hvørja ferð ein kundi spurdi
um eina ferð. So ringdu vit aftur
til kundan, og um hann ikki var
heilt nøgdur, máttu vit aftur ringja
niður.
- Telefonrokningin varð
sera høg og vit høvdu ongar
pengar, greiðir Ásla frá. – So
hvønn mánað mátti eg kempa
fyri at skava pengar saman til
telefonrokningina. Eg veit ikki,
hvussu ofta telefonin varð slitin,
men tað eydnaðist altíð at fáa
nokk pengar til at fáa sambandið
aftur.
Tey fyrstu mongu árini helt Ásla
Fonn skil á allari søluni við bók
og blýanti. Slitnu bøkurnar vitna
um Áslusa røkinskap, men eisini
um hvussu lítið tey seldu fyrstu
tíðina.
- Vit seldu ikki nógv og vinning-
urin var ómetaliga lítil, sigur
Ásla. Vit arbeiddu bæði ólønt
tey fyrstu árini. Dóttirin gekk á
læraraskúla í Havn og livdi av
studninginum, meðan sonurin
og mamma mín búðu heima hjá
okkum. Heilt erligt, so veit eg ikki,
Viljin røkkur
langt
Leivur um Áslu
Burtursæð frá sinninum er so nógv gott at
siga um Áslu. Hon er alt tað, sum eg ikki eri.
Hon fylgir við í øllum og veit í høvdinum hvat
stendur á hvørjari konto hjá okkum. Eg biði
hana ofta slappa eitt sindur av, men tað er
eisini deiligt, at hon hevur skil á, tí so sleppi
eg frá og kann gera tað, sum mær dámar
best. Uttan hana hevði tað ongantíð gingið.
Ásla um Leivur
Hann er ótrúliga tolin og dámar at hjálpa fólki.
Tað hevur ikki so stóran týdning fyri hann,
um hann fær nakað afturfyri. Hann elskar at
arbeiða. Um tað so er klokkan trý um náttina,
so er hann akkurat líka blíður. Eg havi ongantíð
hoyrt hann siga eitt øvugt orð um nakað
viðskiftafólk. Hann hevur æruna, at tað hevur
gingið so væl.
- Eg hevði aldri trúð, at vit kundu arbeiða
saman. Men tá vit stóðu í skuld upp um bæði
oyru og vóru líka við at missa húsini, so høvdu
vit onki val, sigur Ásla Fonn, sum saman við
manninum Leivur Fonn byrjaði at selja
ferðaseðlar, tá ið ringast stóð til í Føroyum í
90’unum. Tey stríddu seg við sterkum vilja og
hørðum arbeiði burtur úr kreppuni og hava í dag
landsins størstu sjálvstøðugu ferðaskrivstovu
Samrøða
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo