fríggjadagur 11. mai 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 11. mai 2007
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
nøvn
Ivan Johansen Bilar:
Fleiri
nýggjheitir
í bilasølu
stevnuni
Eins og undanfarin ár verður bilasølan “P/F
Ivan Johansen Bilar” við á bilasølustevnuni,
sum verður í KÍ-høllini í Klaksvík í
vikuskiftinum.
Í tíðindaskrivi frá P/F Ivan Johansen
Bilum verður sagt at fleiri av nýggju
sniðunum vera við á stevnuni, sum t.d.
nýggi Mitsubishi Outlander, Citroën C4
Picasso umframt eitt stórt úrval av øðrum
bilum sum t.d. Chrysler og Jeep, sum eisini
verða væl umboðaðir hesaferð.
Í eina tíð hevur ein svartur
Suzuki Swift staði uttan fyri
hjá Berg Motors á Hálsi við
áskriftini ”Ársins lutaseðil til
frama fyri B36”. Týsdagin 1.
mai dróg „Notarius Publicus“
so Ársins lutaseðil, og
vinnaraseðilin var nr. 06994.
Hósdagin 10. mai var so
bilurin handaður tí hepna
vinnaranum Guri Tórsdóttir
Hansen í Havn. Tað var 12 ára
gamli Regin Joensen, sum fyri
Berg Motors og B36 handaði
Guri skrásetingarskjalið og
lyklarnar til tann svarta Suz-
uki Swift 1,5i til eitt virði
uppá kr. 157.990.
Orsøkin til at tað var Regin
sum handaði Guri bilin, var
at tað var júst hann sum fyri
jól í fjør hevði selt henni
lutaseðilin. Tey búgva í sama
grannalagi. Guri keypti bert
tann eina seðilin.
Guri sigur, at hon hevði
faktiskt býlagt sær ein annan
bil av einum øðrum merki, tá
hon varnaðist, at hon hevði
vunnið Suzuki bilin. Hetta
kom sera væl við. Tað kennist
bara so løgi at fáa ein heilan
bil fyri 50 krónur, sigur ein
ovurfegin Guri Tórsdóttir
Hansen.
Guri Tórsdóttir Hansen:
Spildurnýggjan Swift
fyri 50 krónur
Tað var 12 ára gamli Regin Joensen, sum fyri Berg Motors og B36 handaði Guri Tórsdóttir
Hansen skrásetingarskjalið og lyklarnar til tann svarta Suzuki Swift 1,5i til eitt virði uppá kr.
157.990,-
Mynd: Magnus Gunnarsson
-har
tað hendir
Eins og undanfarin ár skipar
áhugafelagið Føroya Ellisakfør
fyri útferð við gomlum akførum
Kristi himmalferðardag. Hesaferð
gongur leiðin til Hvannasunds tann
17. mai
Í tíðindaskrivi sigur formaðurin
í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør
Eirikur Ólason Simonsen, vegna
nevndina í felagnum: ”Møtið
fjølment Kristi himmalferðardag
hin 17. mai kl. 10.00 stundisliga.
Við ella uttan ellisakførum í
felagshølinum yviri við Strond 22.
Ferðin gongur norður í Hvannasund
har vit m.a. vitja motorsavnið, eisini
verður okkurt til matna”.
Heimasíðan hjá Føroya Ellisak-
førum: www.ellisakfor.com
Føroya Ellisakfør:
Gomul akfør til
Hvannasunds
30. apríl fingu Jóna Jacobsen, Kvívík og Søren Magnus-
sen, Tjørnuvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði
4150 gr.
2. mai fingu Vima og Bjarti Nattestad, Lopra, eina dóttur.
Hon var 52 cm. long og vigaði 3610 gr.
3. mai fingu Maibritt og Bethuel Johannesen, Klaksvík,
ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 5000 gr.
3. mai fingu Esther og Sveinur Thomasen, Miðvágur, ein
son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4600 gr.
4. mai fingu Guðrið Viderø Zachariasen og Virgar
Zachariasen, Sandur, ein son. Hann var 54 cm. langur
og vigaði 3950 gr.
5. mai fingu Vár Egholm og Johan Joensen, Tórshavn,
ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3350 gr.
5. mai fingu Laurina W. Niclasen og Bárður Olsen, Sandur,
eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4100 gr.
6. mai fingu Johanna S. Jonhardsdóttir og Brynjolv Gert
Nicolajsen, Skopun, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og
vigaði 3100 gr.
7. mai fingu Sigrun av Vollanum og Jón Brekku, Signabøur,
eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3800 gr.
9. mai fingu Laila og Jóan Petur Hentze, Hoyvík, eina
dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 3800 gr.
Prógv
Paulina Dam, Klaksvík, hevur tann 25 apríl 2007 lokið
prógv í HD Roknskapi og Búskaparstýring, á Handels-
højskolecentret, Syddansk Universitet.
Konfirmatión í Danmark
Sunnudagin 13. mai konfirmerast í Sdr. Virum kirkju
Ásvør Rasmussen, dóttir Katrin og Adrian Rasmussen.
Sunnudagin 13. mai 2007 konfirmerast í Filskov kirkju
Finnur Hentze, sonur Inga Hentze Hoyvík. Adressan er:
Postgade 12, Filskov, 7200 Grindsted, Danmark
Sunnudagin tann 13. mai, konfirmerast í Fasterholt kirkju
Andy Andreasen, sonur Rósu Andreasen og Victor Olsen,
Ejstrupvej 16, Fasterholt, 7330 Brande
Sunnudagin 13. mai verður Annfríð Dam Kulmbach, dóttir
Estrid og Jacob Kulmbach, konfirmerað í Fjelstrup kirkju kl.
10.15. Adr. Præstevænget 8, Fjelstup, 6100 Haderslev.
Konfirmatión í Noregi
Sunnudagin 13. mai konfirmerast Anja Therese Solbakk,
R.C. Effersøesgøta 12, Tórshavn, í Røldal kirkju.
Brúdleyp
Fríggjadagin 11. maj giftast á Ráðhúsinum í Århus Guðrið
H. Petersen og Ólafur G. Haraldsson, brúðaradressa;
Moltkesvej 10, st.tv. 8260 Viby J. Danmark.
Leygardan 12. mai kl. 13 giftast í Evangeliihúsinum í
Tórshavn Eydna Christiansen og Jón Johannesen, bæði
úr Tórshavn. Móttøka verður í Evangeliihúsinum frá kl.
14 til kl. 18, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Leygardagin 12. mai giftast í Býráðssalinum í Havn Anna
Kari Müller, Tórshavn og Carsey Bjartalíð, Klaksvík.
Veitslan verður fyri innbodnum í HB-húsinum.
Leygardagin 12. mai giftast í Varde byrådssal Iris á
Argjagarði og Kim Dejsgaard. Adr.:Torvegade 26 6800
Varde.
Leygardagin 12. mai giftast Nomi Højgaard, Tórshavn og
Johannes Laursen, Rønbjerg. Dagurin verður hildin fyri
innbodnum í Glyngørehallen, 7870 Glyngøre.
Føðingar