fríggjadagur 11. mai 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007
Vikuskifti 15
Lena um fastfood
Ein partur av at ferðast nógv við tónleiki er, at tú
hevur ikki altíð tíð og umstøður at gera tær ein
góðan og sunnan døgurða. Tí verður tað javnan til
fastfood, tá ið vit eru á ferð. Seint á kvøldi, eftir
eina konsert, sigi eg bara takk fyri Seven-Eleven
og rock n’ roll.
Lena um nýggju
fløguna
Eg eri glað fyri nýggju fløguna, og eg eri
nøgd við sangirnar. Eg fari ikki at siga, at
hetta er rocket science, men hetta eru
nakrir sangir, sum vit hava skrivað, og
sum vit hava valt at framleiða á hendan
hátt. Hetta vísir, hvar vit eru júst nú.
eg at siga takk
gjørt meg til tann persónin,
sum eg eri í dag, sigur Lena
Anderssen.
Pallurin er nakað
serligt
Ein týðandi partur av lívinum hjá
Lenu Anderssen er at fara á pallin
og framføra sínar sangir fyri fólki.
- Mær dámar sera væl at
spæla til konsertir. Onkuntíð
kann eg gerast nervøs áðrenn
eina konsert, men eg royni altíð
at hugsa positivt. Tað er sum hjá
einum fótbóltsspælara, sum skal
spæla ein dyst. Hann skal tveita
alt óneyðugt burtur og gera seg
mentalt kláran at fara á vøllin.
- Sum tónleikari kanst tú hava
góðar dagar, vanligar dagar og
minni góðar dagar, men tað er
altíð eitt gott upplivilsi at verða á
pallinum.
- Ein partur av at verða
kreativur er at vísa úrslitið av
tínum arbeiði fyri fólki. Børn,
sum hava teknað okkurt í einum
barnagarði, vilja gjarna vísa
foreldrunum tekningina, og
tónleikarar, sum hava skrivað
sangir, vilja gjarna spæla teir
fyri fólki. Sum barn ella sum
tónleikari hevur tú brúk fyri at
verða bekreftaður, og tú vilt
gjarna deilda tað, sum tú hevur
skapt, við onnur fólk, sigur Lena
Anderssen.
- Vit hava øll nøkur arr, sum vit stríðast við.
Summi hava havt vánaligar upplivingar
í barndóminum, onnur hava verið fyri
keðiligum hendingum, og soleiðis er hjá
okkum øllum. Tað er tó umráðandi, at vit ikki
lata hesi arr køva okkum alt lívið, sigur Lena
Anderssen. Mynd: Bárður