fríggjadagur 11. mai 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 90 - 11. mai 2007
nøvn
Tað er við stórari gleði, eg setist at skriva
nakrar reglur um heimið á Selheyggi,
har Lena og Palli settu búgv. Hvussu
trivaliga hetta heim hevur myndað
okkara bygd og okkara land. Tá vit
hugsa um Palla, hesa fiskirótina, sum
oftani skaraði langt framúr til fiskiskap
og skil, tá mugu vit bert takka Gudi fyri
eitt slíkt heim sum hjá Lenu og Palla.
Tað næsta ættarliðið og tað triða við,
tey bregða ikki úr ætt og hava somu
fiskieydnu, tað má sigast at vera ein
stór gleði.
Palli livdi sítt egna lív. Til eina heim
reisu við Polarstjørnuni, komnir eystur
um kappan, tá møtti hann Harranum,
sum við stóru náði Síni gav Hann hon
um hjartafrið og eitt ævigt lív. Lena
hevði lagt honum eitt Nýggjatestamenti
í sekkin henda túrin, sum bar góðan
ávøkst.
Nú um dagarnar fór sonur teirra,
Kristian Martin, um tey 60, og vilja
vit siga hjartaliga tillukku og takk fyri
nógvar góðar løtur saman, summar
har í køkskrókinum. Jonelisa hevur
hugnað um okkum, tá vit saman við
dreingjunum høvdu eina løtu um
Harrans orð, tær løturnar verða seint
gloymdar.
Kristian Martin at fortelja øðrum
her í blaðnum, um øll tey stórverk
Harrin hevur unt tær at avrika innan
fiskiveiðuna, er heilt óneyðugt. Tað er,
sum tað stendur í Bókini, Áps. 2626,
hetta hevur ikki hent í nøkrum avkróki.
Vit hava mangan sæð tey søkklatnu
skip, tú við tíni manning hevur ført á
vánna, tað mugu vit takka Harranum
fyri, og síðani er søgan tann sama hjá
tær, sum hjá pápa tínum, at tú fanst
Kristus á sjónum ella Hann teg, umborð
á Klakki á veg til Grønlands. Tað hevur
virði, fram um øll onnur virði, tú náddi
her á fold, bert ævinleikin skal vísa tað,
at hetta var títt besta kast, tá tú fekst
Kristus í títt hjarta.
Greta og Levi ynskja tær hjartaliga
tillukku við teimum 60 árunum og siga
takk fyri alt, hvat tit hava verið fyri
okkum. Enn einaferð bestu heilsu og
Guds signing.
Malta, Hirtshals,
tann 7. mai 2007
Heilsan til Kristian Martin
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá kæru foreldur okkara
Christina og Johannes Petersen
Tórshavn
andaðust og vóru jarðað
Tøkk fyri góð orð í Kapellinum, í Ebenezer
og á grøvini.
Tøkk til Ebenezerkórið og til tykkara í køkinum.
Tøkk til starvsfólkið á Hotel Tórshavn í
Keypmannahavn, og á Landssjúkrahúsinum.
Tøkk fyri kransar, blómur og fyri gávur til Zarepta.
Tøkk til tykkum mongu sum fylgdu teimum til
teirra seinasta hvíldarstað her á fold.
Fyri tey avvarðandi
Debes, Hans og Kári við familjum
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá kæri pápi og abbi okkara
Hansias F. Skarðheim
Porkeri
andaðist og varð jarðaður.
Ein serlig tøkk til Dánjal á Dul Jacobsen fyri hjálp
og beinasemi.
Takk til berarar.
Takk til tykkum, ið hjálptu til við ervinum.
Takk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Guðbjørg
Tøkk
Takk til øll, sum sýndu samkenslu, tá pápi mín
Mass Andrias Fitjar
andaðist.
Eg vil eisini takka Landssjúkrahúsinum, deild G1
og G4 fyri eitt megnar arbeiði.
Familjunnar vegna
Dagny Holmsen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæri pápi, sonur, beiggi, svágur og gubbi okkara
Olaf Hans Jacob Ellingsgaard
ættaður av Eiði,
búsitandi í Tórshavn,
brádliga andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Emil Olsen, prest, tøkk til sangarar,
kirkjutænarar, berarar, gravarar og
M. C. Restorff fyri sang og spæl.
Tøkk til tykkum, sum stóðu fyri ervinum,sum
bakaðu, og sum á ein og annan hátt hjálptu til.
Tøkk fyri heilsanir, blómur og kransar.
Takk fyri tit øll, sum fylgdu babba til hansara
seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Karin, Anna Davina og Tummas
Hósdagin 5. juli 2007 fáa vit í
Føroyum forkunnuga vitjan. Tað er
tann heimskenda nunnan Sr. Briege
McKenna, og presturin Kevin Scallon,
sum bæði eru úr Írlandi, sum koma á
vitjan.
Eftir at hava verið í Danmark og
Norra, koma tey til Føroyar. Saman við
teimum kemur eisini p. Benny Blumen
saat. Tey verða her til 9. juli, og fara
síðan víðari til Íslands.
Sr. Briege McKenna hevur skrivað
bókina “Miracles do happen”, sum
finst bæði á enskum og donskum. Bók
in hevur kveikt íblástur og grøðing til
óteljandi menniskju, har hon sigur frá
um sína egnu likamligu grøðing og
kallinum til “grøðingartænastunu”.
Sr. Briege fór sum 15 ára gomul í
kleystur hjá “The sisters of St.Clare”. Í
fleiri ár var hon avlamin av »rheumatoid
arthritis«, men 24 ára gomul varð hon
»knappliga« grødd yvirnatúrliga undir
bøn. Seinni fekk hon grøðingar náðigávu,
sum hava gjørt hana heimskenda.
Hon ferðast runt um allan heimin
saman við Fr. Kevin Scallon, sum er
katólskur prestur, og biður fyri grøðing.
Serliga eru tey kend fyri at hava
“retretur” fyri katólskar prestar, til anda
liga endurnýggjan av prestastættini.
Leygardagin
7.
juli
verður
grøðingargudstænasta (á føroyskum
og enskum) í Vesturkirkjuni, og
sunnudagin 8. juli verður messa og bøn
fyri grøðing í Mariukirkjuni.
Nærri verður at frætta um skránna
seinni. Kunning á www.sisterbriege.
com
Sr. Briege McKenna:
Heimskend nunna
kemur til Føroya
Dagurin
12. mai. Pancratius deyður í umleið 300. 13 ára gamal
drongur, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
Dagurin 13. mai. Ingenuus. Rómverskur kristin
hermaður, sum keisarin Decius læt drepa.
14. mai er Tjóðarhátíðardagur Ísraels. Hendan
dagin plaga vinafeløgini hjá Ísrael at hátíðarhalda,
eisini í Føroyum. Í ár var einki undantak. Ísraelsfelagið
og Vinir Ísraels skipaðu fyri fundi í gamla
Kommunuskúlagarðinum.
Sr. Briege McKenna