Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007 Vikuskifti 16 Tað finnast filmar um fótbólt, um basketball, golf, ja, um stórt sæð hvørja ítrottagrein uttan kanska dart og konufólkacurling. Nú er so komin ein, ið snýr seg um mannligar listaskoyturennarar og skoytuumhvørvið Kim Simonsen Blades of Glory er ein heldur lákomiskur – amerikanarar vildu sagt ”cheesy”- filmur um tveir menn, sum við byrjan hata hvønn annan so illa, at teir oyðileggja alt fyri seg sjálvar. Teir vinna báðir við olympiaduna, men fara til hendurs og missa tí rættin at kappast til alla tíð. Blades og Glory minti meg eina løtu um bowlingfilmin Kingpin frá 1996, og um eitt slag av ”spoof” filmi, ið heldur sær á gaman við at vísa okkum svakligar skoytuprinsessur og menn. Ladykiller og hin óseki Teir eru sera ymiskir. Chazz Michael Michaels er ein reinur ladykiller, Tom Jones rokkstjørna á ísinum. Hin er Jimmi MacElroy, er ein lítil, klænur og kensluborin listarmaður. Hann hevur vant síðani hann var fýra ár, tá milliarderurin Darren MacElroy tók hann til sín og gjørdi hann til heimsins besta skoytara. Teir verða báðir dømdir ikki at sleppa at kappast longur og eru úr ítrottagreinini í trý ár. Ein dag finnur Jimmi fram til, at hann kann kappast – ikki einsamallur, men sum par. Venjarin hjá honum sær beinenvegin ein møguleika, at Chazz og Jimmi skulu skoyta saman sum eitt mannligt par, tað fyrsta av sínum slag í heiminum. Hetta hóvar ikki verandi heimsmeistarunum, systkjunum Stranz og Fairchild Van Waldenberg, ið øll elska, men sum snýta illa. Tað er okkurt ótrúliga homo- erotiskt og 80’ara glamourkent við hesum filminum, men tá alt kemur til alt, so er hann bert ein av hesum kærleikskomediunum, sum vit síggja framleiddar á dós. Filmurin er løgin. Av og á eru flottar skoytusenur og góður tónleikur, men sum heild er hann ov margháttligur, tó er tað undirhaldandi at síggja hetta umhvørvið eina løtu. Fólk skilja ikki, hvat er so gott við Spider- Man, Daredevil. Tað finst eitt orð at lýsa hetta: pína. Teir hava allir mist alt. Familj- una, hina elskaðu, sjónina og eru bitnir ella eitraðir av onkrum, ið gevur teim teirra øgiligu evni fram um onnur Her byrjar søgan um Spider- Man, sum um dagin er hin fitti og hampuligi Peter Parker - ein heldur gráur lesandi og freelanse fotografur, ið øll hálva vegna taka eitt sindur synd í - men um náttina sveiggjar hann seg millum háhúsini í New York, heimsins mest framkomna býi. Men eisini ein av heimsins ráastu býum. Batman hevur sín Jokara. Daredevil sín Bullseye. Superman sínar ”larger than life”-óndu fanar at berjast við. Spider-Man sínar egnu fíggidnar sum Sandman, men mest seg sjálvan. Nógvar av hesum superhetjum eru genialar, tí tær bera júst sorgina í barmi. Tær hava longu mist alt, og eru tí ikki bangnar fyri nøkrum. Missurin av pápabeiggjanum ger Spiderman óndan eina løtu. At temja sítt hatur Í hesum filminum er Spider- Man alias Peter Parker, álopin av einum symbioti frá rúmdini, ið er hann nógv sterkari og vandamiklari, men eisini fær hann ringt við at temja sítt hatur og viljan til vald. Superhetjur sum Spider-Man allar í vanda fyri at detta inn í óndskapin sjálvar, tí tær hava pínuna og tað demoniska í barmi eisini. Tær eru fullar í avmakt, hatri og desperatión og fáa alt vald í leiklutinum sum superhetjur. Sum so er eingin munur á Spider-Man og King Lear ella Hamlet, dananum – hetta duga fólk kanska ikki at síggja.. Spider-Man endar sum ein svartur eiturkoppur. Gamli vinurin Harry, hvørs faðir er Green Goblin, sum Spiderman hevur barst við, er eisini eftir honum, tí hann heldur, at Spider-Man hevur gjørt av við faðirin. Vit eitt fer daman Mary Jane frá honum tí henni ikki dámar hendan nýggja svarta Spider-Man. Hon fer at fjastast við vinin Harry og við eitt er Spiderman hatursfullur og óreinur. Tobey Maguire og Kirsten Dunst eru sera vælvald til leik- lutirnar, men filmurin er alt ov langur (2 tímar og 19 minuttir), og millum annað tí er hann ikki so góður sum hinir. Spider-Man hevnir seg, men sær at sorgin ikki hvørvur av hesum og sjálvt um temaið er gott, nemliga um fyrigeving, so er filmurin ikki serliga væleydnaður - ikki betur enn hálvgóður. Kim Simonsen Fakta Spider-Man 3 Peter Parker/ Spider-Man Tobey Maguire Mary Jane Watson Kirsten Dunst Harry Osborn James Franco Flint Marko/ Sandman Thomas Haden Church Eddie Brock/ Venom Topher Grace Leikstjóri: Sam Raimi Framførdur frá 3. mai í Havnar Bio Aldursmark 11. ár 139 minuttir filmar Harðari, myrkari og verri – Spider-Man 3 Ummæli Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Fakta Blades og Glory Leikandi: Chazz Michael Michaels Will Ferrell Jimmy MacElroy Jon Heder Stranz Van Waldenberg Will Arnett Fairchild Van Waldenberg Amy Poehler Katie Van Waldenberg Jenna Fischer Leikstjóri Will Speck Frumframførdur í Havnar Bio 11. mai. At standa á skoytum og vinna heimin – Blades of Glory