fríggjadagur 11. mai 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 11. mai 2007
17
Árligu framsýning
arnar hjá Tórshavnar
Kvøld og Ung
dómsskúla hava verið
í Havn og í Kollafirði,
og sum altíð vóru tær
sera væl vitjaðar
Framsýning
Myndir: Jens Jákup Hansen
Sunnudagin 25. mars og í
vikuskiftinum 31. mars og
1. apríl høvdu næmingar í
Tórshavnar Kvøld- og Ung-
dómsskúla framsýningar
av tí teir høvdu gjørt gjøgn-
um veturin 2006/2007.
Framsýningarnar vóru í
skúlanum í Kollafirði og á
Eysturskúlanum í Havn.
Bæði í Kollafirði og í
Havn var tað borgarstjórin
Heðin Mortensen, sum
setti framsýningarnar, og í
sínum talum legði hann dent
á, hvussu stóran týdning
skúlin hevur fyri mentanina
í landinum.
Í Kollafirði sang kórið
Sólarmagn og í Havn sang
eitt barnakór frá skúlanum,
umframt at Havnarkórið,
Havnar Hornorkestur og har-
monikuspælarar luttóku.
Framsýningarnar vóru væl
vitjaðar. Bara í Havn vóru
umleið 7.000 vitjandi.
Umleið 3.500 næmingar
gingu á skúlanum í vetur í 280
flokkum og 170 lærarum.
Tórshavnar Kvøld- og
Ungdómsskúli er eitt tilboð
til borgaran um undirvísing
eftir arbeiðstíð. Skúlin hevur
yvir 100 lærugreinir, m.a.
matgerð, fotolist, seyming,
ættargransking, fimleik, skriv-
ing, mál, heimspeki, sjónleik
og dans.
Skúlin
hevur
undir-
vísingartilboð til blind og
sjónveik og hevur haraftrat eitt
gott úrval av lærugreinum til
rørslu- og menningartarnað.
Undir Kvøldskúlanum er
eisini Tórshavnar Listaskúli,
ið hevur undirvísing í list.
Undirvísingarárið byrjar í
seinastu viku í september og
endar á páskum.
mg
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli:
Kreativar framsýningar í Havn og í Kollafirði
Nógvur sangur og tónleikur var til framsýningarnar hjá Tórshavnar
Kvøld- og Ungdómsskúla. Her eru tað harmonikuspælarar úr Nólsoy,
tvíburarbrøðurnir Finn og René Hansen og Ívar Bærentsen
nøvn