Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007 Vikuskifti 17 Fann ein vin í leivdunum í stuttum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein 11 ára gamli Tyle McIntosh misti hús og heim, tá ið ein melduródn legði býin Greensburg í USA í oyði um vikuskiftið. So at siga øll húsinum í býnum, har umleið 1500 fólk búðu, vórðu javnað við jørðina, og tí var tað lítið hugaligt hjá fólki í býnum at leita heimaftur til leivdirnar. Tyler fann hesa kettuna sunnudagin, og tey bæði gjørdust beinanvegin væl. Mynd: Polfoto Sjónleikarkvinnan Drew Barrymore fyrireikaði seg væl og virðiliga, tá ið hon skuldi spæla við í filminum Lucky You. Í filminum spælir hon ein songkvinna, sum hevur framførslur í Las Vegas, og hesum stúrdi hon fyri. Drew hevur áður skula sungið í filmi, men tað gekk so illa hjá henni, at annar sangari mátti leggja rødd til. Hetta hevur plágað Drew í nógv ár. Tí gekk hon til sangfrálæru í fimm mánaðir, áðrenn upptøkurnar til filmin Lucky You byrjaðu, og hesaferð gekk munandi betur. Drew stúrdi fyri sanginum Streisand er nógv verd Amerikanska songkvinnan Barbra Streisand er ein legenda innan bæði tónleik og film, og hóast hon er komin nakað upp í árini, eru hon framvegis sera væl umtókt. Í juli mánaði skal hon hava konsert í London, og hóast atgongumerkini kostaðu opp í 7.000 krónur, var tað eingin trupulleiki at selja tey. Tað gingu bert 20 minuttir at selja øll atgongumerkini til konsertina. Avgjørt var tí at hava eina eykakonsert í London, og tá var sama skilið. Øll tey kostnaðarmiklu atgongumerkini vórðu rivin burtur. Fótbóltsspælarar á skúlabonk Ein stórur partur av donskum yrkisspælarum í fótbólti, sum gevast at spæla fótbólt, hava onga hægri útbúgving, og tað ætlar danska Spælarafelagið at gera nakað við. Felagið er farið í samstarv við Syddansk Universitet um eitt átak, sum skal fáa fleiri fótbóltsspælarar at útbúgva seg. - Útbúgving er lyklaorðið, um tú skalt brúka øll tíni evni og tína orku. Tí skulu vit hava fleiri spælarar at taka eina hægri útbúgving, so teir eisini eru væl fyri, tá ið teir gevast at spæla fótbólt, sigur Mads Øland, formaður fyri danska Spælarafelagið, við Berlingske Tidende. 75 ára gomul á Norðpólinum Fólk í øllum aldri hava gott av at spáka sær ein túr – men tað eru ikki allar eldru kvinnur, ið hava slíka orku og drivi sum 75 ára gamla Barbara Hillary. Hon vitjaði herfyri á Norðpólinum, og hon verður roknað sum eitt av elstu fólkum, sum hevur verið har. Tey, sum fylgja við í søguni hjá Norðpólinum halda seg vita, at Barbara er fyrsta litta kvinnan, sum hevur verið á Norðpólinum. Mynd: Polofoto