fríggjadagur 11. mai 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 90 - 11. mai 2007 ]
Birgir Jørgensen
er leikbannaður.
Magnus Tausen er
leikbannaður, og tað
sama er Birni Kjærbo.
Dyggur smeitur hjá
liðnum, sum hevur
tapt sjey dystir á
rað og liggur aftast í
deildini. Tí er tað ein
uggi, at Evrard Ble
er við aftur, tá sterku
sandoyingarnir, sum
hava allar mans tøkar,
vitja sunnudagin
UPPTAKT
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Ársins fyrsta landskapping
ardyst vann VB/Sumba á
uppflytarunum AB. 10 var
úrslitið og málið gjørdi Jón
Krosslá Poulsen.
– Hetta er besta byrjanin,
vit hava fingið í fimm ár,
segði fegni málskjúttin, Jón
Krosslá Poulsen, sum eisini
staðfesti týdningin av at fáa
stig. Síðani hevur VB/
Sumba ikki fingið eitt ein
asta stig aftrat, og tað harm
ar Jón Krosslá Poulsen.
– Tað er øgiliga strævið
og menn skeldast lætt í
slíkum støðum, tá tað ikki
sær so gott út, sigur ársins
fyrsti málskjútti hjá VB/
Sumba í ár.
Felagslið fyri
alla oynna
VB/Sumba hevur bara
skotið seks mál í ár og
hevur latið 23 ígjøgnum.
Teir eru liðið, sum hevur
skorað fæst mál, men og
latið flest ígjøgnum, og
hetta hevur fingið fólk at
tosa.
– Fólk tosa meiri og meiri
um eitt lið fyri alla
Suðuroynna. Vit liggja
sjálvir í botninum á For
muladeildini, og næstbesta
liðið í oynni liggur á fimta
plássi í 1. deild. Hetta er
ikki nóg gott, og sjálvur
haldi eg bara tað hevði
verið positivt, um alt varð
lagt saman í eitt lið, tí so
nógv fólk hava vit heldur
ikki at taka av í oynni, metir
Jón Krosslá Poulsen.
Ikki mist móti
Men fyribils má Jón Kross
lá Poulsen og restin av lið
num hjá VB/Sumba fyri
halda seg til beiska veru
leikan um, at teir liggja
aftast í deildini. Hetta kann
tó síggja øðrvísi út, tá viku
skiftið er av.
– Ja, tað er heilt víst, at
vit fara eftir øllum trimum
stigunum. Trý stig er eitt
krav, tað er einki sum eitur.
Tað mugu vit fáa, og vit
merkja eisini trýst frá øllum
síðum, sigur hann, sum
slær fast, at teir á ongan
hátt hava mist móti á lið
num.
– Vit hava ovmikið at
kempa fyri, og tað er nógv
eftir at landskappingini enn,
vísir Jón Krosslá Poulsen
Optimisman livir sostatt
enn í hópinum, men tað
kemur dátt við hjá teimum,
at tríggir leikarar hava fing
ið leikbann.
Birgir Jørgensen, Martin
Tausen og Birni Kjærbo
fingu allir sítt fimta gula
kort í ár móti EB/Streymi
og mugu tí sita yvir hetta
vikuskiftið.
– Men Evrard Ble hevur
vant í vikuni, og verður við
í hópinum sunnudagin. Tað
er eitt øgiligt pluss fyri okk
um, sigur Jón Krosslá Poul
sen, sum bæði vónar og
væntar, at teir vinna á B71
sunnudagin.
B71 roynir altíð
at vinna
Men tað ætlar B71 so sanni
liga eisini.
– Nú vil eg ikki ljóða
hástórur, men eg haldi vit
royna at vinna hvønn dyst,
vit spæla, sigur Eli Hentze
hjá B71 og heldur áfram.
– Eg haldi eisini, at vit í
tí stóra og heila kunnu vera
hampiliga vælnøgdir. Tann
einasti dysturin, sum hevur
verið fullkomiliga miseydn
aður, var tann á Skála, sigur
hann.
Avskrivaðir av øllum
B71 tapti fyrsta dystin í ár.
EB/Streymur
Dystaryvirlit
Tað er ofta so, at hagtølini hava hug
at spæla við á vøllinum, hóast gomul
tøl í prinsippinum ikki hava tað stóru
ávirkanina á, hvussu leikur fer í
ávísum dysti. Og hóast ein trendur í
hagtølunum kann vera trupult at
bróta, so eydnaðist hetta so dyggiliga
hjá EB/Streymi í fjør. Undan 2006
høvdu teir nevnliga als ikki skorað
móti HB í Gundadali, men við fýra
stigum av seks møguligum brutur teir
upp úr nýggjum í so máta. Tað mundi
heldur ikki gera støðuna verri, at EB/
Streymu eisini var liðið, sum sendi
HB úr steypakappingini, tá hesir
loksins sluppu at spæla. Hinvegin
kundi HB ugga seg við FMgullinum,
og tað var nú heldur so galin troyst.
Talvan sýnir, hvussu tað hevur gingist,
tá mótstøðuliðini sunnudagin hava
dystast í tilsvarandi dystunum seinastu
10 árini.
-mørk
Við – ikki við
Ivasamur: Mikkjal Thomassen
Við aftur:
Arnhold Berg tøkur
Leikbann:
Símun Joensen og
Oddmar á Lakjuni
Skaddur:
Julian Samuelsen
Ivasamir:
Erling Fles og
Kaj Ennigarð
Skaddur:
Hans Jørgen Djurhuus
Ivasamur:
Atli Gregersen
Ivasamur:
Pól Thorsteinsson og
Anderson
VB/Sumba – B71:
Skerdir suðuroyingar móti
Dagur Dystur
Dómari
13.05
B36-Skála
Jens Petur Brattalíð
13.05
KÍ-GÍ
Petur Reinert
13.05
NSÍ-AB
Rúni Gaardbo
13.05
VB/S-B71
Eiler Rasmussen
14.05
HB-EB/S
Dagfinn Olsen
1. deild menn
12.05
LÍF-SÍ
Jan Skoradal
12.05
TB-ÍF
Páll Augustinussen
12.05
HB-B68
Høgni Hansen
12.05
FSV04-NSÍ
Bárður Mortensen
12.05
B36-KÍ
Andrew Christiansen
2. deild menn
13.05
EB/S-Skála
Marner Olsen
13.05
MB-GÍ
Andrass Weihe
13.05
KÍ-B68
Jan Gardar
13.05
FSV04-ÍF
MB
13.05
B36-Fram
Jóhan P. Michelsen
1. deild kvinnur
13.05
KÍ-AB
Hagbard Joensen
13.05
B36-EB/S
Rói Jacobsen
13.05
NSÍ-GÍ
Alex Troleis