fríggjadagur 11. mai 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007
Vikuskifti 19
Ynskir tú bygarlívið við øllum, sum har
tilhoyrir, men framvegis hevur eitt ynski
um at búgva í Havn, er Hvítanes rættað
staðið til tín
Hvítanes er ein lítil sjarmerandi bygd
beint við Havnina. Her er friðarligt
og barnavinarligt – eitt gott stað hjá
børnunum at búgva. Her kunnu børnini
fiska, fanga krabbar, spæla við seyðin
á bønum og spæla úti uttan at órógvast
av ferðsluni o.ø.
Tó eru bert heilt fái minuttir til Hoyvíkar,
har góðir innkeypsmøguleikar eru, fleiri
vøggustovur/barnagarðar, Hoyvíkar Skúli
og Føroya Studenta- og HF skeið.
Bussambandið er gott millum Hvítanes
og Havnina og koyrir bussurin bæði
til Hoyvíkar Skúla og Eysturskúlan til
skúlatíðina.
Húsini
Húsini standa til vinstu, tá tú koyrir
niðan eftir brekkuni. Bøur er omanfyri
húsini - her hevur tú møguleika at gera
tín egna urtagarð – og/ella gera eitt
gott spælipláss til tey smærru børnini.
Húsini eru frá 1998 og eru í trimum
hæddum, í alt 163 fermetrar. Grundøkið
er 314 fermetrar.
Útsýnið er sera gott til vakra umhvørvi á
Hvítanesi.
Rúmini eru ljós, rúmlig og funktionel.
Øll vindeyguni í húsinum hava
útluftningsventilar
Í midhæddin er ein gongd, eitt vesi,
køkur, stova og eitt kamar. Frá stovuni
er ein trappa upp á loft, har ein stór
loftsstova er og hevur tú eitt fantastiskt
útsýni yvir Eysturoynna, Streymoynna
og Nólsoynna. Umframt loftsstovuna er
eitt rúm afturat, sum tú kanst nýta sum
goymslurúm.
Í kjallaranum er egin inngongd, eitt
baðirúm, tvey kømur og eitt kjallararúm.
Tvíhús á Hvítanesi
Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo
Byggiár:
1998
Hæddir:
3
Stødd innan: 163 fermetrar
Grundøkið:
314 fermetrar
Prísuppskot: kr. 1.925.000
Tú fært meira at vita um húsini við
at ringja til Skyn á tlf. 357400