Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 90 - 11. mai 2007 tíðindi Stutt Sagt Skyldar upp á herin Seinastu tíðina hevur ísra­ elski forsætisráðharrin, Ehud Olmert, verið fyri hvøssum atfinningum, tí hann visti hvørki út ella inn undir krígnum við Hizbollah seinasta summar. Nú svarar hann atfinningunum við at geva herinum skyldina. Olmert sigur, at hann fekk greitt at vita frá herinum, at tað var ikki tað átak, sum herurin ikki megnaði, og hesum trúði eg sjálvandi, sigur Olmert. Men herurin megnaði ikki uppgávuna, og tí er tað hann, sum eigur at fáa ákoyringarnar nú og ikki forsætisráðharrin ella stjórnin, heldur forsætisráð­ harrin. Generalurin, sum var ovasti fyri ísraelska herinum undir krígnum við Hizbollah, hevur lagt frá sær. Ov fáair hermenn Í Danmark hevur herleiðsl­ an leingið havt ilt við at útvega hermenn til tær uppgávur, sum Danmark átekur sær í altjóða høpi, og nú vísir tað seg, at støðan er einki mætari í Svøríki. Eitt nú hevur Svøríki játtað at lata hermenn til deildina Nordic Baltic Group, ið er ein serlig tilbúgvingardeild hjá ES, men tað vísir seg, at fjórða hvørt pláss í deildini stendur tómt. Ein orsøk er, at tað er trupult at útvega serútbúgvið fólk so sum læknar til deildina, og harafturat hava 160, sum høvdu sagt ja, tikið tilsøgn­ ina aftur, skrivar Ritzau. Selja fílabein Fyri at verja teir umleið 400.000 fílarnar, sum eru eftir í heiminum, hevur altjóða samfelagið bannað øllum handli við fílabeini, men tað vísir seg at vera vónleyst at steðga tí ólógliga handlinum. Tvørturímóti er handilin vaksin í seinastuni. Tað eru brotsmannalið í Asia, sum útvega sær fílabein úr Afrika og selja tað aftur á asiatiska marknaðinum. Her eru tað serliga keyparar í Kina, Japan og Teilandi, sum vilja hava fílabein. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Vónandi verður Tony Blair tann seinasti bretski stjórnarleiðarin í Norðurírlandi Gerry Adams útlond Um seks vikur flytir Tony Blair úr Downing Street, men longu nú fær hann rós sum ein av teimum stóru leiðarunum. ­Ein heilt óvanligur leiðari! Tað var ein av metingunum, sum Tony Blair fekk, eftir at hann í gjár kunngjørdi, at hann fer frá tann 27. juni, og tað var amerikanski forsetin, sum kallaði Blair ein heilt óvanligan leiðara. ­Forsætisráðharrin hevur víst seg at hava evni til at arbeiða saman við forsetum úr báðum flokkum og at varð­ veita eitt gamalt samband og eina gamla samgongu, sum hevur ómetaliga stóran týdning, segði talsmaðurin hjá George W. Bush, forseta, tá Blair hevði boðað frá avgerð síni. ES­formaðurin, týski kanslarin Angela Merkel, rósti Blair fyri avrik hansara sum forsætisráðharri, og formaðurin í ES­nevndini, Jose Manuel Baroso, takkaði Blair fyri gott samstarv. Hann nevndi eisini, at tað er fyri ein stóran part Blair fyri at takka, at ES hevur frægari orð á sær í Bretlandi nú enn fyrr. Seinasti sigurin Í gjár valdu tey flestu at seta Blair í samband við Belfast heldur enn Bagdad, og semja er eisini um, at semjan millum teir stríðandi partarnar í Norðurírlandi hevur útvegað Tony Blair eitt pláss í teimum bretsku søgubókunum saman við írska starvsbróðurinum Bertie Ahern. ­ Líka síðani tann fyrsta dagin í embætinum hevur hann brúkt tíð til at fáa enda á teirri ræðuligu kreppuni, segði Bertie Ahern í gjár. Hann legði afturat, at Blair hevur tryggjað sær eitt heiðurspláss í søgu­ bókunum. Leiðarin í tí katólska Sinn Fein, Gerry Adams, rósti eisini Blair fyri at hava lagt stóra orku í at loysa kreppuna í Norðurírlandi, og hann segði seg vóna, at Blair var tann seinasti bretski stjórnarleiðarin í Norðurírlandi, nú norðurírar sjálvir hava skipað egna stjórn. Í næsta mánað skal Tony Blair á sína seinastu altjóða uppgávu, tá hann skal á fund í G8­bólkinum hjá teimum størstu ídnaðarlondunum í heiminum. Rós úr øllum ættum Tann 17. mai fara tvey tok um markið millum tey bæði koreonsku londini - eitt hvønn veg Annað tokið fer úr norður­ koreanska høvuðsstaðnum Pyongyang og síðani fram við eysturstrondini suður um markið, samstundis sum hitt tokið fer úr suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seoul og hanai fram við vesturstrond­ ini norður um markið. Umleið 100 fólk vera í hvørjum toki, og tey verða tey fyrstu ferðafólkini, sum fara við toki um koreanska markið, síðani Koreakríggið byrjaði í 1950. Seinastu árini hava tey bæði londini ment sam­ starvið munandi, og teir ovastu herleiðararnir hjá báðum pørtum hava teir seinastu dagarnar tingast um tiltakið við teimum fyrstu tokferðunum. Hetta er fyrstu ferð, at herleiðararnir hava sitið við sama borð, skrivar Reuters. Fyrsta tokið í 50 ár Semjan í Norðurírlandi hevur útvegað Tony Blair heiðurspláss í søgubókunum, sigur ísrski starvsbróður hansara, Bertie Ahern