fríggjadagur 11. mai 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Demokratiskt valdir politikarar kunnu saktans
taka ódemokratiskar avgerðir. Og tað ger
demokratiið til eina sárbæra skipan, sum altíð
rúmar møguleikan fyri at glíða yvir í tað
mótsatta. Tí stendur slagið um tað sanna
demokratiið hvønn tann einasta dag og er ikki
nakað, sum vit bert kunnu avgreiða í einum
anonymum kliva fjórða hvørt ár. Tað segði Heini
í Skorini, blaðmaður og lesandi, undir tiltaki
Javnaðarfloksins í Grasagarði tann 1. mei.
Niðanfyri prenta vit røðuna
”
Einki er meiri vandamikið enn at uppfata demokratiið
einans sum viljan hjá meirilutanum.
Henda demokratifatanin hevur elvt til mangar
ræðuleikar gjøgnum søguna
”
Vit kunnu demokratisera politisku skipanina, so
galið vit vilja. Men tað nyttar einki, um vit ikki
demokratisera menniskjuni í hesum sama samfelagi
Tað ódemokratis
Hvussu varðveita vit tey
demokratisku virðini?
Hetta var spurningurin, eg
fekk í telefonhorninum, tá eg
varð biðin um at halda eina røðu
tann 1. mei. Ja, hvussu varðveita
vit tey demokratisku virðini?
Og hvørji eru hesi sonevndu
demokratisku virðini? Sum eg
hugsaði um henda spurning,
gjørdist tað mær greitt, at eg
fyrst mátti finna fram til, hvat vit
í roynd og veru meina við, tá vit
tosa um demokrati. Hetta hugtak,
sum sá dagsins ljós í býstatunum
í gamla Grikkalandi, og sum í
dag – 2500 ár seinni – verður so
nógv nýtt og misnýtt í almenna
kjakinum, at tað eftirhondini er
vorðið eitt innantómt og útvatnað
hugtak.
Øll eru nevniliga demokratar
í dag og vilja verja tey flottu
og hábærsligu demokratisku
virðini. Og líkamikið hvat
politiskt sjónarmið verður lagt
á borðið, kann tað altíð gerast í
fólkaræðisins navni. So áðrenn
vit kunnu svara, hvussu vit
varðveita tey demokratisku
virðini, mugu vit fyrst finna útav,
hvat demokrati er fyri nakað.
Tá meirilutin ræður
Tann mest spontana og útbreidda
definitiónin er, at demokrati er
ein stýrisháttur, har meirilutin
ræður og sleppur fjórða hvørt
ár at avgera, hvør skal hava
politiska valdið komandi fýra
árini. Og tey, sum tá verða
sett at stýra landinum, og
tær avgerðirnar, sum tá verða
tiknar, kunnu ongantíð vera
annað enn demokratiskar. Tað
eru jú fólkavald umboð, ið taka
avgerðirnar. Tey demokratisku
virðini eru í hesum ljósi virðir
meirilutans.
Men henda demokratifatanin
er samstundis eisini tann mest
óumhugsaða. Einki er meiri
vandamikið enn at uppfata
demokratiið einans sum
viljan hjá meirilutanum. Hesin
avmarkaði og snæðurskygdi
hugsunarhátturin hevur elvt til
mangar ræðuleikar gjøgnum
søguna. Tí henda demokratifatan
hevur eitt blint álit á, at meirilutin
altíð tekur tær bestu og rættastu
avgerðirnar. Og hvat merkir tað?
Jú, tað merkir, at um 51 prosent
av Føroya fólki í morgin verða
samd um at avtaka demokratiið,
ja, so gera tey tað.
Demokratiið er nevniliga tann
einasta samfelagsskipanin, sum
kann avtakast við demokrat
iskum midlum. Og tað er tað,
sum ger demokratiið til eina
sárbæra skipan. Tað rúmar altíð
møguleikan fyri at sláa yvir í
tað mótsatta. Tað livir altíð við
vandanum um at upploysa seg
sjálvt. Tað var tað, sum hendi í
Týsklandi í 30´unum, tá meirilutin
atkvøddi Hitler til valdið. Tað var
tað, sum hendi í Eksjugoslavia í
90´unum, tá Slobodan Milosevic
varð valdur og byrjaði sína
etnisku útreinsan. Tað er tað,
sum hendir í Russlandi í dag,
har Putinstjórnin er í ferð við at
avtaka pressufrælsið, skrivi og
talufrælsið og hevur likviderað
fleiri stjórnarkritikarar. Og
tað er tað, sum hendir í fleiri
muslimskum londum, har fólkið
atkvøður antidemokratiskar
islamistar til valdið.
Soleiðis kann meirilutin
atkvøða fólk til valdið, sum
gjøgnum eina demokratiska
prosess avtaka demokratiið. Og
hetta lýsir, hvussu demokrati
kann glíða yvir í fleirtalstyranni.
Hvussu hárfínt markið er millum
demokrati og despoti. Og hvussu
stór misskiljing tað er, at demo
kratiið hevur sigrað, tá vit hava
givið okkara atkvøðu fjórða hvørt
ár og annars lata politisku valds
harrarnir stýra, sum teimum lystir.
Tað var hetta, sum fekk
Roskildebiskuppin Jan Lindhardt
til at siga, at “demokrati er i sig
selv hverken en god eller dårlig
styreform; det kommer alt an på,
hvad man stemmer sig til.
“Demos” er alt fólkið
Tí kunnu demokratiskt valdar
stjórnir eisini taka ódemokratiskar
avgerðir. Tí kann demokratiið
vera ódemokratiskt. Og tí verður
slagið um demokratiið vunnið ella
tapt hvønn tann einasta dag og
er ikki nakað, sum vit bara kunnu
avgreiða í einum anonymum kliva
fjórða hvørt ár.
Demokrati er meirilutans
1.mai-røða
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Vikuskifti
Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007
22