fríggjadagur 11. mai 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 90 - 11. mai 2007
tíðindi
POLITIKKUR
Carl Jóhan Jensen
Reykjavík
Blaðmaðurin hjá Sosialinum hitti
Hjalmar á kaffistovuni í Altings
húsinum ein bísturkaldan fríggja
dagsseinnapart. Hjalmar er av
føroyskum bergi brotin, abbin
Hjalmar Waag var ættaður úr
Klaksvík. Sum smádrongur
plagdi Hjalmar at vera í Klaksvík
og ferðast um summarið hjá
abbabeiggjanum Einari Waag
eldra. Fyrst í hálvfjersunum búði
hann eitt ár í Havn og gekk á Fróð
skaparsetrinum. Tíðina í Havn og
eisini eftir at hann var heimaftur
komin gjørdi hann sendingar fyri
útvarpið um Ísland og íslendsk
viðurskifti. Sendingarnar úr
Íslandi vórðu sendar undir heiti
num: Jauararnir.
Hjalmar hevur eisini fingist eitt
sindur við at týða føroyskar bók
mentir. Seinast í hálvfjersunum
týddi hann t.d. Fiskimenn eftir
Martin Joensen og las hana upp í
íslendska ríkisúrvarpinum.
Val eru javnan einki uttan ein
íleiðing hjá teimum, sum sita á
tingi, at skoyta fýra ár aftur at
tingsetu síni. Kortini hendir tað
seg, at tinglimir síggja val sum
eitt høvi at gevast í politikki og
taka sær okkurt annað fyri. Hjálm
ar Árnason er ein teirra.
Blaðmaðurin legði tí fyri við at
spyrja hví hann ikki stillar upp
aftur.
Hjálmar Á.: Nú havi eg sitið í
tólv ár á tingi. Eg havi altíð arbeitt
í tíggjuáraskeiðum, so havi eg
skift til okkurt annað. Áðrenn eg
kom á ting var eg t.d. rektari í
Keflavík. Nú havi eg, sum sagt,
sitið á tingi í tólv ár, so nú tími eg
ikki longur.
Blaðm.: Nú eru viðurskiftini
við Evropa ikki eitt høvuðsmál í
valstríðnum hesa ferð, men
kortini gongur ES og møguligur
íslendskur limaskapur í sum ein
undirstreymur í orðaskiftinum?
Hjálmar Á: Jú, tað er sjálvandi
okkurt um tað.
Blaðm.: Framsóknarflokkurin
sýnist at vera í tvíningum viðvíkj
andi limaskapi. Eru líkindi til at
fáa eina felagsstøðu til ESspurn
ingin í Framsóknarflokknum?
Hjálmar Á: Flokkurin setti í
síni tíð eina nevnd, sum núverandi
floksformaður, Jón Sigurðsson,
stóð á odda fyri. Í hesi nevndini
vóru eini 150 fólk á øllum aldri,
úr øllum stættum og allastaðni av
landinum. Summir nevndarlimir
vóru ógvuliga eldhugaðir fyri ES
limaskapi, aðrir søgdu tvørt nei
og restin býtti seg út á ymisk
brigdi av fyrivarni. Men niður
støðan í hesi nevndini hjá flokki
num var, tá ið samanum kemur,
ikki so ólík niðurstøðuni í nevnd
ini, sum Björn Bjarnason, dóms
málaráðharri hevur verið formað
ur fyri, teirri, sum forsætisráð
harrin í 2004 setti at kanna viður
skiftini við ES, hin sonevnda
Evropanevndin, ið fyri kortum
lat álit frá sær. Eg sat sjálvur í
teirri nevndini saman við floks
felaga mínum Jóninu Bjartmarz.
Nevndin staðfesti tað, sum Hall
dór Ásgrímsson, fyrrverandi for
maður okkara og forsætisráðharri,
aftur og aftur hevur víst á: spurn
ingurin er ikki, um Ísland gerst
limur í ES, spurningurin er, nær
Ísland tekur hetta stigið.
Blaðm.: Hvørjar eru so grund
gevingarnar fyri at velja limaskap?
Hjálmar Á: Grundgevingarnar
eru, eftir míni áskoðan, tvíbýttar.
Í fyrsta lagi eru vit partur av
Evropa og ES er og verður okkara
størsti marknaður, ikki minst um
bretar og danir gera av at skifta
gjaldmiðil og fara at brúka
evruna. Tá verður meiri enn 70
prosent av okkara útflutningi til
lond í evruøkinum. So við atliti
til gjaldoyraviðurskifti og til
búskapin sum heild, so haldi eg,
at tað er best fyri okkum fíggjar
liga at hava somu umstøður, sum
tey hava í marknaðarlondum okk
ara. Vit kunnu ikki hava lønir í ís
lendskum krónum, men selja fyri
prísir, sum eru ásettir í evrum.
Blaðm.: Men hava íslendingar
ikki gjørt tað alla tíðina, eg meini
við, tit hava higartil selt í út
lendskum gjaldoyra, annaðhvørt í
dollarum, pundum ella evrum, og
samstundis havt eina íslendska
krónu, uttan at tað sýnist at hava
elvt til munaverdar trupuleikar?
Hjálmar Á: Men krónan hevur
verið dýr. Dýr og veik.
Blaðm.: Av tí at hon sum er
flýtur?
Hjálmar Á: Eisini tað eyðvitað.
Men mest er tað hetta, sum eg
nevndi, at tað ber illa til at handla
við meginmarknaðar okkara í
evrum og gjalda lønir o.a. í
íslendskum krónum. Og tað fer
so slettis ikki at bera til, um danir
og bretar skifta til evruna. Ymsar
stórfyritøkur á fíggjarmarknaði
num her eru longu farnar at gera
upp í evrum.
Blaðm: Tú segði orsøkirnar
vera tvíbýttar?
Hjálmar Á: Ja. Hin grundgev
ingin er, at sum er, noyðast vit
sum partur í EBSsáttmálanum,
at lógarfesta hjá okkum ymsar
ESfyriskipanir úr Brússel. Men
av tí at vit standa uttanfyri ES,
hava vit ongar møguleikar at
ávirka hesar fyriskipanir, vit bara
taka ímóti, uttan at hava eitt ein
asta orð at siga.
Blaðm.: Men sambært álitinum
hjá Evropanevndini, hava
íslendskir myndugleikar ikki til
fulnar brúkt teir møguleikar, sum
teir hava til at ávirka tilgongdina
fram ímóti bæði reglugerðum og
tilskipanum, ið koma frá ES
nevndini og Ísland fyri sín part
noyðist at taka inn í sína lóg
gávu?
Hjálmar Á.: Tað er rætt, at
nevndin m.a. kemur til tað niður
støðu, at íslendingar kundu lagt
meira fyri til at hava ávirkan, eitt
nú havt fleiri embætismenn í
Brússel, men so leingi vit ikki eru
limir í ES, eru vit heldur ikki
fullgildigir luttakarar í teirri lóg
gávutilgongd, sum fer fram har.
Kjak hevur javnan tikið seg upp
her heima um hesi viðurskiftini.
Eitt nú fyri nøkrum árum síðani,
tá ið ESnevndin setti bann fyri
at selja fiskimjøl, orsakað av
onkrum fjanda, sum hendi niðri í
Evropa. Íslendingar fingu onga
atkomu at viðgerðini av tí máli
num yvirhøvur.
Blaðm.: Men tekur ESnevndin
ikki einsamøll slíkar avgerðir.
Hon skal jú, eftir ásetingunum
hjá ES taka avgerðir viðvíkjandi
innara marknaðinum óheft av
stjórnunum í limalondunum, seta
reglur og geva fyriskipanir?
Hjálmar Á: Limalondini hava
møguleika at koma inn og siga
sína áskoðan, tá ið ESnevndin
skal taka avgerð um eitthvørt. Vit
vilja hava hetta soleiðis ella
soleiðis. Sum sagt royndu vit, tá
ið málið um fiskimjølið tók seg
upp, at fáa atkomu at viðgerðini í
ESnevndini, tí fiskimjølsútflutn
ingurin hevur stóran týdning fyri
Ísland búskaparliga. Men har
komu vit til stongdar dyr. Har var
einki at gera og hví? Tí vit eru
ikki limir.
Blaðm.: Men í álitinum er eisini
tikið fram, at mangan eru embætis
menn hjá ES illa ella als ikki
kunnaðir um rættindini hjá EBS
londunum, eitt nú í sambandi við
slík mál sum hatta, ið tú nevnir,
hinvegin hevur tað gingið eitt
sindur slakt hjá EBSlondini at
gera vart við síni rættindi.
Hjálmar Á.: Sjálvandi kunnu
vit leggja meiri á okkum, hava
fleiri embætismenn o.s.frv., men
tað er dýrt, ótrúliga dýrt. Og tað
broytir heldur ikki tað sannroynd,
at íslendingar langt burturfrá hava
fingið so greiða atgongd til ES
nevndina, sum viðurskifti okkara
krevja. Vit hava at kalla onga
ávirkan á tað embætismannavið
gerð, sum fer fram í málum, sum
eru átrokandi fyri okkum, av tí at
vit ikki eru fullgildigir limir. Og
hvat merkir so tað? Ja, tað merkir,
at vit upp á ein máta hava latið
sjálvræði frá okkum til Brússel,
uttan at fáa nakran rætt afturímóti.
Og hetta við sjálvræðinum er
helst eisini ein megingrund til, at
nógvir av teimum eldru veljaru
num eru so harðliga ímóti ES.
Teirra ættarlið hevur lyndið til at
síggja 17. juni 1944 í einum
ógvuliga romantiskum ljósi. Tá
Spurningurin ikki um, me
Í fjórðu greinini í røðini um íslendskan samtíðarpolitikk hitta
vit Hjálmar Árnason altingsmann fyri Framsóknarflokkurinn,
ið er elsti flokkur í Íslandi, stovnaður í 1916. Flokkurin
hevur frá byrjan havt tætt tilknýti til landbúnaðin og
íslendsku samvinnurørsluna og tískil eisini havt bestu
undirtøkuna á landsbygdini. Síðani 1995 hevur flokkurin
verið í stjórnarsamgongu við Sjálfstæðisflokkinn og átti
forsætisráðharran eitt skifti í farandi valskeiði. Á Altingsvalinum
í 2003 fekk flokkurin 17,7 prosent av atkvøðunum, men í flestu
veljarakanningum síðani í heyst hevur flokkurin tó staðið til tap,
ikki at siga skrædl. Nýggjastu kanningarnar vísa, at flokkurin
fer at fáa millum 7 prosent og 10 prosent av atkvøðunum
hesa ferð. Verður hetta úrslitið leygardagin er ivasamt, um
Framsóknarflokkurinn heldur fram í stjórnini. Íslendingar
skulu á val í morgin
Í morgin skulu
íslendingar á val