fríggjadagur 11. mai 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 11. mai 2007
37
tíðindi
gjørdust vit umsíðir sjálvstøðug
aftur. Og seinni komu so toska
kríggini minniligu móti bretum
og týskarum og tey vunnu vit. Og
skulu Íslendingar so nú, eftir
hesar stórhendingarnar, fara at
geva útlendingum vald yvir okk
um aftur? Og sleppa tí, sum
vunnið varð?
Blaðm.: Men heldur tú í álvara,
at allur Sjálfstæðisflokkurinn t.d.
er yvirtikin av slíkum tjóðskapar
romantikki? Eg tosaði við for
mann teirra Geir H. Haarde, for
sætisráðharra, og hann vísti
avgjørdur aftur øllum tosi um
íslendskan ESlimaskap við
nokkso ótjóðskaparligum grund
gevingum.
Hjálmar Á: Sjálfstæðisflokkur
inn var eisini harðliga ímóti at
Ísland skuldi fara upp í EBS tann
tíð tað var. Men líka veit eg, best
sum var kúvendu teir eina náttina
og gjørdust heitir talsmenn fyri
íslendskari EBSluttøku. Veru
leikin er, at tey yngru í Sjálfstæðis
flokknum, og eg hugsi her um
tingmanning teirra, tey eru yvir
høvur hugaði fyri ES, hvat ið
formaðurin so sigur.
Blaðm.: Tað sum serliga sýnist
at aftra huginum til limaskap hjá
Sjálfstæðisflokknum t.d. er spurn
ingurin um ræði yvir tilfeinginum,
eitt nú fiskastovnunum. Nógv
bendir jú á, at tað verður torført
hjá íslendingum at varðveita til
feingisræðið, um álvara verður av
ESlimaskapi.
Hjálmar Á.: Eg haldi, fyri mín
part, ið hvussu er, at hatta ikki er
ein so stórur vandi, sum mong
vilja gera tað til. Tak fiskiskapin.
Fiskiskapur við Ísland hevði, um
vit gjørdust limir, bygt á hevd
vunnin rættindi tey seinastu
tretivu árini. Og síðani í hálvfjers
árunum hava íslendingar so at
siga einsamallir fiskað í íslendsk
um sjógvi. Tað eru helst bara
føroyingar, sum annars kundu sett
krøv um kvotur við Ísland. Aðrir
hava lítið sum einki roynt her
hetta tíðarskeiðið. Men sannleikin
er helst, at vit fáa ikki svar upp á
spurningin um tilfeingisræðið,
fyrr enn vit søkja um limaskap.
Tað var í øllum niðurstøðan í
mínum flokki.
Blaðm.: Men er vilji í Fram
sóknarflokknum til at søkja um
limaskap næstum?
Hjálmar Á.: Vit hava skjótt sagt
ta støðu í Framsóknarflokknum,
at meðan EBSsáttmálin heldur,
er ikki endiliga neyðugt at gera
nakað, men hinvegin gera vit
okkum grein fyri, at tað bara ein
tíðarspurningur, nær EBS hvørv
ur. Spurningurin er hvat hendir, tá
ið Noreg fer upp í ES. Og eg sigi
tá og ikki um Noreg fer uppí.
Blaðm.: Men tað verður eftir
øllum líkindum ikki í bræði. Støð
an til ES í Noreg sýnist at vera
nøkurlunda tann sama sum her.
Rættiliga breið semja um, at einki
hendir hesu megin 2011 í øllum
førum.
Hjálmar Á.: Sum sagt, meðan
EBSsáttmálin heldur, er ikki
neyðugt at gera nakað. Men støð
an fer fyrr ella seinni at broytast
og kanska fyrr enn seinni. Og tá
ið tað hendir, krevja vit fyrst at
hava fólkaatkvøðu um, hvørt søkj
ast skal um limaskap. Verður
svarið ja, so fara vit undir tinging
ar við ESembætisfólk um treytir
nar. Vit seta fram okkara krøv.
Tey síni. Og úrslitið, ta avtaluna,
ið komið verður til, skal síðani
leggjast fyri fólkið aftur til enda
liga avgerð.
Blaðm.: Men er nøkur serlig
undirtøka fyri ESlimaskapi í
fólkinum yvirhøvur?
Hjálmar Á.: Tað unga fólkið í
Íslandi, haldi eg, er sum heild
meira altjóðasinnað og ræðist ikki
útlandið, tvørturímóti. Útbúgv
ingarstigið hækkar alsamt. Fleiri
og fleiri ung fara uttanlands at
lesa og arbeiða og koma tey aftur
við broyttum hugburði. Tey síggja
Ísland og íslendingar sum ein part
av evropeiska samfelagnum.
Tískil er tað eftir mínum tykki
ikki ein spurningur, um vit fara
upp í ES, men nær vit fara.
Blaðm.: Men nær er nær? Um
tíggju ár, um tjúgu ár, tretivu
kanska?
Hjálmar Á.: Hatta var vanlig
hugsan í Íslandi fyrst í hálvfemsu
num, tá ið EBS kom á politisku
dagsskránna. Kanska onkuntíð,
søgdu fólk. Kanska ongantíð.
Men við eitt broyttust umstøðurnar
og EBS gjørdist veruleiki. Og tak
støðuna til ES í Noregi t.d.. Allir
teir stóru flokkarnir hava alla
tíðina verið og eru fyri ESlima
skapi og fjølmiðlarnir somuleiðis,
men fólki segði tepurt nei. Og tað
neiið vil vikna. Hatta sigur mær
so mikið, at viðurskiftini kunnu
broytast best sum er onkra náttina,
onkra vikuna, áðrenn langt um
líður. Og hvar standa vit tá. Vit
evna ikki einsamøll, vit og
Lichtenstein at halda EBS uppi.
Tað verður alt ov dýrt.
Blaðm.: Men aftur til støðuna
upp undir hetta Altingsvalið. Sam
fylkingin, størsti andstøðuflokk
urin á Altingi, hevur nýliga givið
ein bókling út undir heitinum
Javnvág og framburður/ Búskap
arpolitikkur við ábyrgd. Í bók
linginum verður harðliga funnist
at fíggjar og búskaparstýringini
hjá sitandi stjórn. M.a. verður
sagt, at grundrentan er so høg,
uttanlandsskuldin so metstór, at
hóttafall hvørja løtu kann koma á
íslendska samfelagið. Eisini
verður róð framundir, at stórar
broytingar eru neyðugar í
íslendskari búskapar og fíggjar
stýring, um ESlimaskapur og
evrutøka skulu koma upp á tal?
Hjálmar Á: Sjálvandi eri eg
ikki samdur við tey. Støðan í
íslendskum politikki í dag er
einføld. Íslendingar hava ongantíð
í søgu síni havt tað so gott, sum
teir nú hava tað. Fyri hundrað
árum síðani vóru íslendingar ein
tann fátækasta tjóðin í Evropa. Í
dag eru vit ein tann ríkasta. Fyri
tólv árum síðani, tá ið núverandi
stjórnarflokkar kastaðu saman,
var stígur í samfelagnum. Still
standur. Einki hendi. Her vóru at
kalla ongar íløgur gjørdar.
Arbeiðsloysið var upp á seg stórt.
Men síðani tá er eitt veruligt
umskifti hent. Og størsta broyt
ingin er óivað tann, at vit seldu
almenna telfonverkið, Lands
síman, og tveir ríkisbankar og við
tað loysnaði tann orka, ið skuldi
til at lyfta búskapin og alt sam
felagið upp úr deyðadumsinum.
Nú verða íløgur gjørdar sum
ongantíð fyrr. Keypiorkan hjá
fólki er veksur støðugt, lønarút
gjaldingar seta met og ikki bara
met innanlands, men eisini í
OECDhøpi. Altsamt meiri
pengar verða veittir til vælferð, til
almannaskipanina, til skúlaverk,
til heilsuverk, til tey gomlu
o.s.frv. Og alt hetta blómingar
skeiðið hava tveir flokkar sitið
við valdið, vit og Sjálfstæðis
flokkurinn. Tað er tí næstan synd
í andstøðuflokkunum, álvaratos.
Teir hava tað ikki lætt. Serliga
hevur tað tikið Samfylkingunni
fast at sita í andstøðu. Samfylk
ingin er illa útgjørd til at sita í
andstøðu. Og nú hevur hon longu
verið í andstøðu í trý samfull
valskeið. Andstøðuflokkarnir
royna eyðvitað bæði lík og ólík
ráð til at skapa fólki eina hugmynd
av, at alt gongur av skriðuni,
búskapur og vælferð á fallandi
føti, men tað er ikki bara sum at
siga tað, tá ið øll, andstøðan
íroknað, vita at veruleikin, tíbetur,
er beint tann øvuti.
en nær Ísland fer upp í ES