Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 90 - 11. mai 2007 Pedagogar og hjálparfólk til Vípuna Sjálvsognarstovnurin Vípan søkir eftir 2 peda­ gogum 30 tímar og 1 hjálparfólkið 25 tímar, til at byrja 15. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Vípan er ein barnagarður við børnum frá 3­7 ár. Eftir summarfrítíðina fer Vípan at taka ímóti børnum frá 2­8 ár. Tað er fyrsta árið, Vípan fer at taka í móti frítíðarskúlabørnum og vøggustovu­ børnum. Arbeiðstíðinar eru skiftandi, frá 7.30­17.00. Vit bjóða eitt áhugavert starv: • hvar náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum og hvar spæl fyllir nógv • hvar virðing og trivnaður hjá barninum er í hásætið • opinleika og ein jaligan hugburð fyri framtíðini • við broytingum hvar tú hevur tína ávirkan Vit vænta av tær: • At tú ert útbúgvin pedagogur • Hevur royndir og fagliga vitan • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir • At tú ert opin fyri broytingum • At tú hevur góð samstarvsevnir yvir fyri børnum, foreldrum og starvsfelagum • At tú sært fyrimunir fram um vansar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyð Skúvadal, leiðara á tlf 317535/ 287535 Umsókn saman við avrit av prógvum og við­ mælum, skal vera stovninum í hendi, seinasta lagi 27. maj 2007.05.10 Vípan Vípuvegur 3 100 Tórshavn Tlf. 317535/ 287535 Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Les meira á www.naerverk.fo / leys størv Stuðulstænastan hevur til endamáls at veita sosialpedagogiska hjálp, fylgi, eftiransan og umsorgan til brúkarar um alt landið. Stuðulstoymið er ein tvørfakligur starvsfólkabólkur við 2 pedagogum, 1 sjúkrarøktarfrøðingi og 2 heilsuatstøðingum og heldur til í hølunum hjá Stuðulstænastuni í Løkjatúni 1 á Argjum. Málbólkurin hjá stuðulstoyminum er heimabúgvandi fólk omanfyri 18 ár, ið hava ein skerdan sálarligan virkisførleika. Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Starvslýsing Eitt starv sum stuðul í Stuðulstoymi- num í Suðurstreymoy er leyst at søkja til setan 1. august ella skjótast aftaná. Arbeiðið hjá stuðulstoyminum fevnir m.a. um: • At stimbra og menna praktiskar og sosialar førleikar hjá brúkaranum. • At geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki, so sum matgerð, reingerð, klædnavaski, handilsørindum, peninga- viðurskiftum og øðrum við atliti til, hvat tann einstaki brúkarin megnar. • At vegleiða og samskipa samstarv við t.d. Almannastovuna, Økis- psykiatriina, Psykiatriska Depilin og aðrar myndugleikar. Førleikakrøv Vit vænta, at tú: • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og einsamallur í heimi brúkarans og samstundis kanst átaka tær at arbeiða í einum øki, har tað ræður um intuitión. • Ert sterkur bæði til likams og sálar. • Tú hevur eina viðkomandi útbúgving og royndir innan psykiatriska økið. Vit bjóða: • Eitt spennandi arbeiðspláss við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning • Ein virknan tvørfakligan starvsfólkahóp Setanartreytir: Talan er um eitt fast starv innan Nærverkið við fyribils setan í Stuðuls- tænastuni. Roknast má við, at arbeiðs tíðirnar av og á eru skiftandi, dag-, kvøld-, og vikuskiftisarbeiði. Løn sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa hjá varadeildarleiðara Odu Jóhansdóttir og deildarleiðaranum Regin Johansen, tlf. 354020. Umsókn: Umsóknir skulu sendast til: Stuðulstænastan Løkjatún 1 160 Argir Stílað: Regin Johansen Umsóknarfreist: 4. juni 2007. Starvsfólk til Stuðulstoymið í Suðurstreymoy Stuðulstænastan Stuðulstænastan søkir eftir einum hjálpara frá 1. juli 2007 at arbeiða 30 tímar um vikuna hjá einum rørslu- tarnaðum manni í Tórshavn. Tann, ið settur verður, fer at arbeiða saman við øðrum hjálparum, ið arbeiða 8 tíma vaktir dag- kvøld- og náttarvaktir í eini 24-tíma vaktarskipan. Førleikakrøv: Umsøkjarar, ið hava eina viðkomandi sosiala- ella heilsufakliga útbúgving, hava fyrimun til starvið. Koyrikort krevst. Hvat viðvíkur øðrum útbúgving- um, sum primært ikki eru ætlaðar til arbeiði innan almanna- og heilsuøkið, verður víst til hjálparfólkasáttmálan hjá pedagogfelagum. Setanartreytir: Talan er um eitt starv innan Nærverkið við fyribils tænastustaði í Stuðulstænastuni. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið hjá Sofíu Jespersen, tlf: 354020. Umsókn: Umsókn við avrit av prógvi og upplýsing um útbúgving, royndum og møguligum viðmælum, skulu sendast til: Nærverkið Stuðulstænastan Løkjatún 1, F0-160 Argir Umsóknarfreist: 29. mai 2007. Hjálpari til Stuðulstænastuna Stuðulstænastan Internet Sosialur www.sosialurin.fo in lýsingar