fríggjadagur 11. mai 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 11. mai 2007
39
VW Caddy 1.9 TDI
vøruvognur til sølu
VW Caddy 1.9 TDI við 104 hk. Bilurin er frá 2004
og hevur koyrt 41.000 km.
Ógvuliga væl hildin – hevur verið til øll eftirlit.
Hevur CD/radio, atskilt vørurúm og summardekk.
Prísur: 120.000 kr. v/mvg
Tlf. 31 88 77 ella 22 19 10
DjórahanDilin
søkir starvsfólk
Tann, ið settur verður í starv, skal hava
kunnleika og áhuga fyri djórum.
Vit vænta:
• At tú ert mininum 17 ár.
• At tú ert vinarlig/ur, fyrikomandi og kann
vegleiða og avgreiða viðskiftafólkum okkara,
eftir upplæring.
• At tú ert samvitskufull/ur, møtir til tíðina og
kann arbeiða sjálvsstøðugt.
Reingerð av handli og vasking av akvarium og
búrum er ein partur av arbeiðinum.
Arbeiðstímar: umleið 20 tímar um vikuna – seinni
er møguleiki at fara upp í tíð.
Arbeiðstíð: 15.00 – 18.00 vikudagar og 10.00 –
14.00 leygardagar, umframt avloysing í feriunum.
Skrivlig umsókn við prógvum, verður at senda til:
DjórahanDilin
akvariubúðin
Postboks 3274 · Fo - 110 tórshavn
Søkt verður eftir
maskinfólki til
fóðurframleiðslu
Havsbrún er eitt av stórstu og tøkniliga mest
framkomnu framleiðsluvirkjunum í Føroyum við
90 starvsfólkum og einum umsetningi uppá
góðar 500 mill. kr árliga. Havsbrún framleiðir
fiskamjøl og lýsi á Mjøldeildini, og alifóður á
Fóðurdeildini. Størri helmingurin av framleiðsluni
fer til útflutnings.
Vegna øktar arbeiðsuppgávur, søkja vit eftir fólki
til fóðurframleiðsluna.
Vit rokna við at tú –
• Er útlærdur smiður, handverkari ella líknandi.
• Hevur gott tekniskt innlit og áhuga fyri
maskintøkni.
• Er bæði sjálvstøðugur og fjøltáttaður.
• Hevur góð samstarvsevni.
• Er sinnaður at arbeiða í vaktarskipan.
• Er eldhugaður, tolin og ágrýtin.
Er tað so, so kunnu vit bjóða –
• Eitt spennandi tekniskt og dynamiskt
arbeiðsumhvørvið, har tú kemur at taka lut í
fóðurframleiðsluni,viðlíkahaldsarbeiði v.m.
• Eitt gott og trygt arbeiðspláss.
• Møguleika fyri góðari løn eftir nærri avtalu
Ljóðar hettar áhugavert fyri teg, so send eina
umsókn beinanvegin, sum bræv ella teldupost
til:
pf Havsbrún
Merki: »Umsókn maskinfólk«
P.O. boks 81
FO-530 Fuglafjørður
Tlf 41 44 00
Fax 41 44 01
Epost: ode@havsbrun.fo
Pakkifólk
Bakaríið Grón
Hoyvíksvegur 65
Tlf. 23 62 14 / 31 21 61
Postboks 1048
110 Tórshavn
Søkt verður eftir fólki til pakkideildina at
byrja skjótast gjørligt.
Nærri upplýsingar fáast við at ringja, ella
støkka inn á gólvið og spyrja eftir Bent.
Almanna- og Heilsumálaráðið
Ráðstevna um fólkaheilsu
“Frá hugskoti til veruleika”
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, skipar mikudagin
16. mai 2007 fyri eini ráðstevnu um fólkaheilsu undir
heitinum “Frá hugskoti til veruleika”.
Endamál
Endamálið við ráðstevnuni er, at avvarðandi partar skulu
koma við ítøkiligum uppskotum um, hvat skal gerast til
tess at røkka málunum, sum eru sett í fólkaheilsuætlanini
hjá landsstýrinum. Tey raðfestu málini eru: Rørsla, kostur,
royking og rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsla.
Skrá
Kl. 08:00-08:15
Landsstýrismaðurin bjóðar vælkomin
Kl. 08:15-10:00
Framløgur innan tey fýra
raðfestu økini:
Bólkur 1: Rørsla: Hvussu økja vit um
likamsvirknið hjá føroyingum sum
heild?
Bólkur 2: Royking: Hvussu minka vit
roykingina?
Bólkur 3: Kostur: Hvussu fáa vit
føroyingar at eta heilsugóðan kost?
Bólkur 4: Rúsdrekka- og
rúsevnismisnýtsla: Hvussu kann
hetta minkast?
Kl. 10:00-10:30
Steðgur
Kl. 10:30-12:00
Bólkaarbeiði
Kl. 12:00-13:00
Steðgur
Kl. 13:00-14:30
Framløgur av bólkaarbeiðnum
og kjak
Kl. 14:30-14:40
Steðgur
Kl. 14:40-15:00
Fyrilestur – “Fólkaheilsa og lívsgleði”
Kl. 15:00-15:30
Kjak
Kl. 15:30-16:00
Landsstýrismaðurin tekur saman um
Tíð og stað
Ráðstevnan verður í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum
mikudagin 16. mai 2007, kl. 8:00 – 16:00.
Tilmelding
Tilmelding til ráðstevnuna fer fram í Almanna- og heilsu-
málaráðnum á t-post: kag@ahr.fo. Vinarliga boða frá
luttøku í seinasta lagi mánadagin 14 mai. Heitt verður á
luttakararnar um at boða frá, í hvørjum av teimum fýra
bólkunum teir ynskja at luttaka í.
EIRARGARÐUR 2 • 100 TÓRSHAVN • TELEFON 30 40 50
TELEFAX 35 40 45 • E-MAIL: AHS@AHS.FO
BMW 520i til sølu
Bilurin er 3½ ár og hevur koyrt 67.000 km.
Hann er sum nýggjur bæði uttan og innan.
Hevur eisini væl av eykaútgerð.
Má síggjast og roynast.
Ring 332569 ella 283569 og fá meiri at vita.
lýsingar