fríggjadagur 11. mai 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 90 - 11. mai 2007
søkir eftir
Námsfrøðingi til
Dagstovnin í Skálafirði
Dagstovnurin í Skálafirði læt upp 1. apríl 2007, á
stovninum eru 2 vøggustovur normerað til 12
børn í hvørjari. Vit eru ein stovnur undir Runavíkar
Kommunu og halda til í leigaðum hølum í Kelduni
í Skálafirði.
Umstøðurnar á stovninum eru góðar, hølini eru
rúmlig og ljós og vit liggja tætt við haga og
fjørðu.
Endamál stovnsins er, við støði í tí einstaka
barninum at geva tí møguleika at mennast, bæði
persónliga og saman við øðrum. Fyri at røkka
málinum er neyðugt við einum tryggum og
stimbrandi umhvørvi, við góðum samstarvi
millum leiðslu, starvsfólk og foreldur.
Vit ynskja at umsøkjarin:
• hevur umsorgan fyri børnum
• hevur góð samstarvsevni
• er íðin, nærlagdur og álítandi
• hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin
• er nýhugsandi og ígongdsetandi
Søkt verður eftir:
Námsfrøðingi, 25 t. um vikuna til Bláu stovu.
Uppgávan hjá tí, ið settur verður, kemur primert
at snúgva seg um at stuðla einum 1 ára gomlum
rørðslutarnaðum barni í gerandisdegnum.
Setan verður frá 1. juni 2007 ella eftir nærri avtalu.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Tóru
Johannessen leiðara á tlf 442252 ella 212252.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 25. mai 2007, kl. 12,00.
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Postboks 139
FO600 Saltangará
Runavíkar
Kommuna
Vinnumálaráðið søkir eftir einum starvsfólki til
KT-skivuna hjá KT-fyrisitingini.
KT- fyrisitingin er ein deild í Vinnumálaráðnum,
ið tekur sær av kunningartøkniligari samskipan
innan landsfyrisitingina sum heild.
KT-fyrisitingin útvegar undirstøðukervi, felags
nýtsluskipanir og standardforrit, sum fyrisiting-
arligar eindir hjá landinum kunnu fáa atgongd
til. Hetta undirstøðukervið verður nevnt Lands-
NET, og er eitt rættiliga stórt kt-kervi við gott
500 brúkarum, og støðugt vaksandi.
Starvið:
Í dag starvast tvey fólk í KT-skivuni og uppgávan
er í høvuðsheitum at ráðgeva og vegleiða
teldubrúkarum, tá hesir hava tørv á hjálp. Talan
kann verða um ráðgeving og vegleiðing í nýtslu
av felags nýtsluskipanunum og standardforritum
ella meiri tekniskari hjálp.
Arbeiðsuppgávur:
• taka í móti og skráseta fyrispurningar
frá brúkarum
• um gjørligt, at hjálpa brúkarunum við
trupulleikum
• senda fyrispurningar víðari til serkøn
innan KT
• tryggja at brúkari fær hjálp
• brúkaraumsiting
Talan er um eitt nýtt starv í eini rættiliga nýggj-
ari fyrisiting, og skal tann, sum settur verður,
tola møguligar broytingar í starvsinnihaldinum.
Førleikakrøv:
Vit vænta okkum av umsøkjarum, at teir hava:
• Kunnleika og royndir innan KT
• Royndir við teimum vanligastu
KT-forritunum (MS Office v.m.)
• Hegni til at vegleiða brúkarum í
nýtsluni av KT
• Viðkomandi útbúgving ella starvsroyndir
innan KT
• Ídni, áræði og góð samstarvsevni
Vit bjóða:
Vit bjóða eitt fjølbroytt, spennandi og av-
bjóðandi starv í einum umhvørvi, ið tú sjálv/
sjálvur verður við til at skapa. Til tíðir strævið,
men samstundis sera áhugavert og mennandi.
Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har tú fert at
arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólkini í
landsfyritøkuni. Góðar møguleikar fyri skeiðum
og eftirútbúgvingum.
Setanartreytir:
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggj-
armálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Setanin
umfatar Vinnumálaráðið og stovnar undir tí,
umframt onnur stjórnarráð.
Umsóknir:
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast
til:
Vinnumálaráðið
Tinganes
Postsmoga 377
110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi
í seinasta lagi mánadagin 21. mai 2007. Fleiri
upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
Gunnar Toftegaard, tlf. 35 60 78.
VINNUMÁLARÁÐIÐ
KT-FYRISITINGIN
Søkt verður eftir
starvsfólki til KT-skivuna
KoKKur
Søkt verður eftir royndum kokki
at standa fyri matgerðini í køki
okkara, at byrja beinanvegin.
Arbeiðstíðin er:
mánadag - fríggjadag kl. 8-13
Grønlandsv. 16 · FO-100 Tórshavn · tlf. 31 20 87
Grundstykki
í klaksvík til sølu
Um hóskiligt boð fæst er eitt gott grundstykki
við góðum útsýni til sølu.
Stykkið er 519 m2 stórt og er Undir Grashjalla 23.
Telefon 283760
lýsingar