Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-11, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 11. mai 2007 41 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Søkt verður eftir fýra pedagogum til Barnagarðin á Velbastað at arbeiða 20-40 tímar um vikuna at byrja 1. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin verður eftir tørvinum hjá stovninum og eftir ynskjunum hjá starvsfólkunum. Um pedagogar ikki søkja størvini, verður fólk við viðkomandi útbúgvingum og/ella royndum, sett ístaðin. Nýggi stovnurin hevur stóra høll og egnan bóltvøll og liggur beint við hagan oman fyri Velbastað. Vit hava eisini brúk fyri fólki, sum hava áhuga fyri tónleiki, sangi, sjónleiki, ítrótti og at brúka náttúruna. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Bjarna Clementsen, stovnsleiðara, tlf. 218132. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Barnagarðinum á Velbastað, 176 Velbastaður, í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. mai 2007. Tórshavnar kommuna Fýra pedagogar Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv Søkt verður eftir byggifrøðingi til Húsaumsitingina hjá Tórshavnar kommunu. Arbeiðsøki • at vera við í arbeiðinum at umsita kommunalar bygningar • at skráseta bygningar • at gera útbjóðingartilfar í samband við umvælingar og viðlíkahald av bygningum • at hava eftirlit við arbeiðum • at luttaka í ymsum arbeiði á deildini Førleikakrøv • tú skalt hava útbúgving sum byggifrøðingur, og tað er ein fyrimunur, um tú ert lærdur húsasmiður • royndir við tekning í AutoCad, útbjóðing og eftirliti við arbeiðnum • førleika á brúkarastøði í niðanfyri nevndu forritum • tú skalt hava koyrikort Húsaumsitingin brúkar telduforritið Caretaker til skráseting av kommunalum bygningum, og kemur í framtíðini eisini at brúka skipanina til viðlíkahaldsarbeiði. Harumframt verður arbeitt við Word, Excel, MS Projekt, AutoCad, Microstation og Navision. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast møguligt eftir sáttmála millum Føroya Byggifrøðingafelag og Fíggjarmálaráðið. Starvið er fulltíðarstarv. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mikael Viderø, býararkitekt ella Harald Bjørgvin, leiðara fyri Húsaumsitingina, tlf. 302010. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, í hendi seinasta lagið hósdagin 24. mai 2007. Merkið umsóknina „Húsaumsitingin“. Tórshavnar kommuna Byggifrøðingur [endurlýsing] lýsingar