Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-11, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 90 - 11. mai 2007 Pa s s Passframleiðslan fyri alt landið fer fram í Danmark og er passavgreiðslutíðin umleið 2 til 3 vikur. Vinaliga biðið tí um passið í góðari tíð. Umsókn um pass fæst á Fútaskrivstovuni, Smyrils­ vegi 20, Tórshavn, á heimasíðuni www.politi.fo og á øllum politistøðunum uttanfyri Tórshavn. Umsóknin kann latast inn við at venda sær persón­ liga til Fútaskrivstovuna í Tórshavn ella til eina av politistøðunum uttanfyri Tórshavn. skjøl at hava við, tá pass verður umbiðið: • Gamla passið • Dóps­, føði­ ella navnaseðil og møguligt vígslubræv • Nýggja passmynd stødd 35 x 45 mm. Passið skal gjaldast, tá tað verður umbiðið. Persónar millum 18 ár og 67 ár kr. 400,­ Persónar yngri enn 18 ár kr. 115,­ Persónar, sum eru fyltir 67 ár kr. 150,­ Gjørt verður vart við, at eftir 1. oktober 2004 kunnu børn, sum eru undir 15 ár, ikki longur verða innskrivað í pass hjá foreldrum ella øðrum, og skulu tí hava egið pass. Nærri fæst at vita við at venda sær til Fúta­ skrivstovuna – tlf. 351448 – ella politistøðirnar. Føroya LanDFúti tann 24. apríl 2007 Karen Marie Olesen Barnagarðurin Mýrifipan Leiðari til Barnagarðin Mýrifipan Barnagarðurin Mýrifipan søkir eftir leiðara 40 t./v. at byrja 1. august. Okkara dugnaligi leiðari hevur sagt seg úr starvi vegna víðari útbúgving, tí sóknast vit eftir einum nýggjum leiðara. Í barnagarðinum eru 67 børn býtt í 2 stovur og 1 vøggustovu. Harumframt eru 20 børn í úti­ barnagarði. Í barnagarðinum er eisini eitt stuðuls­ toymi, sum tekur sær av børnum við serligum tørvi. Á dagstovnaøkinum í Tvøroyrar kommunu eru broytingar á veg, við tað at ein vil byggja eina integreraða institutión, har bæði dagrøktin (spæli­ stovan) og barnagarðurin eru saman, kortini við hvør sínum leiðara. Somuleiðis er ætlanin at fáa avtalustýring í kommununi við barnagarðinum sum eitt pilotprojekt. Tann, ið verður settur, má tí vera nýhugsandi og megna at møta fjølbroyttum avbjóðingum. Vit bjóða • Eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi har náttúran hevur stóran týdning og leiklut í gerandisdegnum og har spælið fyllir nógv. • Dugnalig starvsfólk. • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði við nógvum avbjóðingum. • Møguleika fyri sjálvstøðugari støðutakan innanfyri avtalaðar karmar. • Møguleika fyri eftirútbúgving innan leiðslu o.a. Vit vænta at tú • Ert útbúvin námsfrøðingur, helst við leiðsluroyndum. • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir. • Hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni, ið rúmar bæði vøggustovu, barnagarð og útibarnagarð. • Hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag í einum avbjóð­ andi fakumhvørvi, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum umframt foreldrum og starvsfelgum. • Hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum umhvørvi. • Sært møguleikar framum vansar. • Hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir. • Kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur. • Dugir væl at samskifta bæði innan­ og uttanveggja. • Hevur teldukunnleika á brúkarastøði. Setanaviðurskifti Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Meiri fæst at vita Um starvið við at venda sær til Susanne Madsen, leiðara á sosialu deild, á tlf. 371085 kl. 10.00 – 16.00 Umsókn Saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving, skal sendast til: Tvøroyrar Kommuna, sosiala deild Tvørávegur 27 · FO­ 800 Tvøroyri viðm. »Leiðari til Barnagarðin« Freistin at søkja er mánadagin 14. mai. T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Elektrikkarar Søkt verður eftur Elektrikkarum at byrja skjótast møguligt. Arbeitt verður við fjølbroyttum upp­ gávum. Vit bjóða: • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði. • Góðar arbeiðsumstøður. • Eitt umhvørvi í broyting. Vit ynskja: • At tú hevur sveinabræv sum elektrikkari. • At tú er fyrikomandi, ágrýtin. • At tú hevur áhuga fyri fakinum. • At tú kann arbeiða sjálvstøgut og hevur góð samstarvsevnir. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Talan er um fast starv, fulla tíð. Set teg í samband við: EL.fo fartelefon 215002 EL.fo Sp/f · Viðargøta 62 · 160 Argir Roknskaparfólk til IRF IRF søkir við hesum eftir roknskaparfólki at byrja skjótast gjørligt. Roknskaparfólkið hevur beinleiðis tilvís­ ing til fíggjarleiðaran. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a. fevnir um: • dagligt bókhalds­, roknsakpararbeiði • at umsita og avstemma ognara­ og skuldarabókhald • journalisering • vanligt skrivstovuarbeiði Allar skrásetingar verða dagliga førdar á teldu, og er tað tí neyðugt, at um­ søkjarin hevur góðan praktiskan og teoretiskan kunnleika til skrivi­, rokni­, og telduarbeiði. Kunnleiki til Microsoft Navision Axapta er ein fyrimunur. Arbeiðið er sjálvstøðugt og fjølbroytt , hevur nógvar persónligar menningar­ møguleikar, eins og tað setur krøv til góð samstarvsevni, menniskjansligan og fakligan førleika. Alt hetta í einum góðum arbeiðsumhvørvi. Lønin verður sett eftir avtalu. Hevur tú hollar royndir innan bókhalds­, roknskapar­ og fíggjaryrkið og ástøðiliga útbúgving, ert tú møguliga tann, vit søkja. Nærri fæst at vita við at tosað við Erik Lervig, tlf. 414243. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum ummælum verður at senda til: IRF Postboks 39 FO­520 Leirvík Í seinasta lagi týsdagin 15. mai 2007 IRF er ein interkommunalur renovatiónsfelagsskapur sum inn­ savnar og viðgerð rusk, burturkast, evju og slamm úr 33 lima­ kommunum. Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf lýsingar