Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 • 11. - 13. mai 2007 Vikuskifti 4 Annfinn Danielsen er venjari og samskipari hjá MB. Hann hevur vant nógv feløg, og hann hevur mest vant ungdóm. Annfinn er føddur í Havn. Hann vaks upp í Stoffalág, har ið teir sparkaðu nógv sum dreingir. Teir høvdu sítt egna fótbóltsfelag, Stoffalág Bóltfelag (SB), og teir spældu og einari grasfløtu. - Tá hevði hvør býlingur í Havn sítt egna felag, og vit spældu móti hinum býlingunum, sigur Annfinn. - Summarkvøldini gjørdust lang. Vit spældu úti allan dagin heilt móti miðnátt tey ljósu summarkvøldini. Venjari sum 15 ára gamal Seinni gjørdist fótbólturin meira skipaður, tá ið tað vóru kappingar í høllini. Tá fingu teir brúk fyri venjara, og tá var Annfinn spurdur. - Eg varð spurdur til venjara hjá SB, tá ið eg var 15 ára gamal. Tá spældi eg ikki so nógv fótbólt sjálvur, men legði meg meira eftir venjaragerninginum, sigur Annfinn. Í 1976 gjørdist Annfinn ung- dómsvenjari hjá B36. Tá gekk hann á studentaskúlanum í Hoydølum, og hann var so venjari í frítíðini. Annfinn var nú veruliga vísur í, at hann vildi vera venjari. Men áðrenn høvdu fólk eisini spurt hann til at vera dómara, men tað var ikki nóg spennandi. - Eg fekk einaferð eina dómara- bók frá einum dómara. Ein partur av bókini var um venjing, og eg las einans tann partin. Dømingin hevði ikki mín áhuga, sigur Annfinn flennandi. Annfinn hevur verið venjari leingi, og hann hevur eisini verið vitni til eina øgiliga menning av fótbóltsspælinum. - Fótbóltspælið er sera nógv broytt. Spælararnir hava betri bóltførleika. Eg haldi tó, at tað í dag verður lagdur ov stórur dentur á ferðina í spælinum. Tað tekniska verður ikki raðfest. Dreingirnir spæla ov lítið óskipaðan fótbólt, har ið teir hava tíð og umstøður at hjúkla um bóltin og nýta sítt hugflog, sigur Annfinn. Jóhan Nielsen lærumeistari Annfinn hevur fingið sína venjaraupplæring gjøgnum bøkur og við at eygleiða aðrar venjarar. - Tá var eingin venjaraútbúgv- ing. Eg lærdi serliga nógv frá Jóhan Nielsen. Eg eygleiddi hansara venjingar. Eg segði einaferð við Jóhan, at eg havi lært meira frá honum enn av øllum skeiðunum, sum eg havi verið á, sigur Annfinn smílandi. Annfinn er ikki kendur sum venjari hjá liðum í bestu mansdeildini, eins og Jóhan er. Annfinn hevur mest arbeitt við ungdómi, og tað dámar honum best. - Eg havi vant okkurt seniorlið, og tað hevur mær dámað væl. Men tað verður lagdur stórur dentur á konditión, tá ið hugsað verður um vaksið fólk, og ikki so nógv um at menna leikararnar. Teir eru komnir í ein aldur, har ið teir ikki læra so nógv meira, og tí fært tú sum venjari ikki gjørt so nógv við til dømis tann tekniska partin. Árni Rein, sum eitt skifti var venjari hjá teimum vaksnu hjá B36, segði einaferð við meg, at eg var heppin at venja yngri lið. Tað helt eg verða løgið, men eg skilti hann betur seinni. - Ungdómur lærir betri. Har kann eg sum venjari hjálpa leikarunum til at menna seg. Tað er meira spennandi, tá ið tú kanst seta títt fingramerki á leikararnar, sigur Annfinn. Gevur pláss til hugflogið Millum nuverandi landsliðsleik- arar, sum Annfinn hevur havt undir sínum veingjum, er Jákup á Borg, sum nú er stuðul á besta HB liðnum. - Jákup á Borg var sum drongur Annfinn Danielsen: Fótbólt Annfinn Danielsen er ein obligatoriskur partur av føroysku fótbóltsmyndini. Tað er tó ikki á vøllinum, at hann ger seg galdandi, men á síðulinjuni og við skriviborðið. Annfinn hevur verið venjari í ein mansaldur Venjarastørv hjá Annfinni SB U-16 landsliðsvenjari B36 KÍ Streym MB Annfinn um trúgv - Tað vóru nakrir dreingir í Klaksvik, sum eg vandi, sum gjørdi serligt inntrykk á meg. Teir hoyrdi til brøðrasamkomuna, og teir vóru altíð fyrst til at bera mál og hjálptu annars til at fáa venjingina at rigga. Tá fekk eg áhuga fyri brøðrasamkomuni, og eg varð doyptur hjá brøðrasamkomuni í 1999, og har hoyri eg til. Eg haldi, at tað eigur at verða samsvar ímillum tína trúgv og tína atferð. Navn: Annfinn Danielsen Føddur: 9. desember 1958 Starv: Ungdómsvenjari hjá MB Fakta Ítróttarprofilurin Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo