Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 90 - 11. mai 2007 Tá leikurin True Love hevur frum­fram­­ førslu á Film­/teater­ skolen Holberg í Keyp­­m­annahavn í kvøld, verður tað við ikki m­inni enn fim­m­ íslendskum­ og einum­ føroyskum­ leikara á p­­allinum­ Sjónleikur Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Myndir: paldis.com Av teimum níggju næm­ ingunum, sum í kvøld fara undir sína fráfaringarsýning á Film/Teaterskolen Holberg í Keypmannahavn eru ikki færri enn fimm íslendingar og ein føroyingur. Til saman­ beringar kann sigast, at bert ein dani er á hesum árgang­ inum. Harumframt eru ein russi og ein bosni við. Saman fara tey í døgunum 11.­19. mai at framføra leikin True Love eftir amerikumannin Charles L. Mee. Tað er danin Lars Henning, ið hevur umsett og tillagað leikritið, og hann leikstjórnar sjálvur. Føroyska sjónleikar­ kvinnan Barbara Christopher­ sen hevur seinastu trý árini útbúgvið seg til sjónleikara á Film/teaterskolen Holberg í Keypmannahavn. Tá Tjóð­ pallurin herfyri setti upp leikin Náttarherbergið eftir Maxim Gorkij, var hon í sambandi við sína starvs­ venjing á Tjóðpallinum fyrstu ferð at síggja á pro­ fessionellum føroyskum sjónleikapalli. Eftir seinastu sýning av Náttarherberginum fleyg Barbara beina leið til Danmarkar, har hon saman við hinum átta, ið gerast liðug við sjónleikarútbúgvingina í summar fór undir framleiðsl­ una av leikinum, ið má metast sum eitt slag av sveinastykki fyri fjølmentaða árgangin. Avbjóðar vanahugsan Leikurin er ein sterk lýsing av kærleika og bjóðar allari vanahugsan av. Í leikskránni stendur skrivað, at nøkur av teimum sløgum av kær­ leika, ið verða umrødd í hesum stykki, trýsta á nøkur mørk fyri opinleika. Men, at leikurin ikki tekur nakra moralska niðurstøðu. Hetta er bert ein lýsing av menn­ iskjaligu rávøruni, ið vit hava at arbeiða við, og sum vit byggja okkara samfelag á. Íblástur úr Grikskum Høvundurin Charles L. Mee hevur skrivað fleiri leikrit, ið á onkran hátt fáa íblástur úr grikskum stykkjum, True Love er eitt av hesum. Charles L. Mee sigur, at hann eins og Shakespeare og grikkarnir hevur skilt, at tær nýtist ikki altíð at finna upp á eina søgu, til ber ístaðin at stjala eina. Um sín hátt at arbeiða við griksku stykkjunum, sigur Chares L. Mee, at hann tekur grikska leikritið og smildrar tað sundur, til bert leivdir eru eftir. Síðan skrivar hann eitt nýtt leikrit á leivdirnar. Soleiðis hevur Charles L. Mee arbeitt í longri tíð, og við tíðini er bert andin av upprunaligu søgunum eftir. Hann sigur, at í hesum stykkinum True Love, er hansara arbeiðsháttur komin heilt út av stýring, og bert ein lítil leivd av upprunaliga plottinum er eftir. Í True Love fær høvundurin íblástur at grikska klassikarum Euri­ pides’ Hippolytes. Hann sigur sjálvur, at hann hevur flættað tekstir av Leo Bus­ caglia, Kathryn Harrison, brøvunum hjá Simone de Beauvoirs, Andy War­ hol, Valerie Solanas, Wil­ helm Reich, útskriftir av rættarsøkini hjá Menendez brøðrunum, Gerald G. Jam­ polsky, lívssøguni hjá Jean Steins av Edie Sedgewick og tekstum funnum á alnet­ inum. Innbjóðing til Føroyar Sýningarnar av True Love eru almennar, men sera avmarkað atgongd er til tær. Tilber at tryggja sær atgongumerki við at ringja til Film/teaterskolen Holberg, á tlf: +45 35 36 36 89. Skúlin hevur sent innbjóðingar til fleiri ymisk leikhús í Íslandi og sjálvandi eisini til Tjóðpall Føroya. Tað sæst eisini í leikskránni, at føroyingar og íslendingar eru við í leikinum. Sjónband hevur prentað bæði leikskrá og plakatir, ið eru gjørdar av einum føroyskum sniðgeva og eini íslendskari mynda­ kvinnu. Stuðlað leikinum hava íslendska FL­Group og føroyska Flogfelag Føroya. Innrás úr útnorðri á donskum­ sjónleikarskúla Føroyski sjónleikarin Barbara Christophersen er við í leikinum »True Love« sum verður frumsýndur í Keypmannahavn í kvøld