fríggjadagur 11. mai 2007síða 54
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 11. mai 2007
54
summarkapping
Frí í Føroyum 2007
av bakkastokki
Aftur í ár skipar SamVit (fyrrverandi Ferðaráð Føroya) saman við kunningar
stovunum kring landið fyri herferðini Frí í Føroyum, hvørs endamál er at eggja
føroyingum at ferðast í Føroyum. Skjøtil veður settur á herferðina við áhuga
verdum tiltøkum í SMS og undir Bryggjubakka komandi vikuskifti.
Elin Heinesen, stjóri á SamVit, setti Frí í Føroyum á torginum í SMS kl. 15.00
í gjár, og tá var eisini undirhald á skránni. Veitarar innan føroysku ferðavinnuna
byrjaðu longu frá kl. 10 á morgni at sýna fram sínar vørur og tilboð á torginum,
og her fara ymiskir veitarar at vera líka til leygardagin 12. mai. Har fara at vera
alt frá kulum festivalum til forvitnisligar bátaferðir og klædnasniðgevar.
SamVit og kunningarstovurnar veita kunning og góð ferðaráð, og aftur í ár
verður høvi at hoyra søgur og sagnir í víkingatjaldinum. Ponyríðing við Davidsen
hestum verður á parkeringsøkinum hjá SMS.
G! festivalurin, Summarfestivalurin og Fjarðafestivalurin fara at selja atgongu
merki og hava útvald tónleikabrot á innandurapalli. Eitt nú spælir vælumtókti
dreingjabólkurin Boys in a Band á pallinum fríggjadagin 11. mai.
Elin Heinesen, stjóri á SamVit
byrja summarið hjá okkum
Bo Grønt urtagarðurin
Kom sum Aladdin
flúgvandi til Klaksvíkar
Mánadag 8.12
(bert juni, juli, august)
Mikudag 13.04
Fríggjadag 13.00
Sunnudag 13.52
Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík
Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík
Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo