Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-11, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2007síða 55

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 11. mai 2007 summarkapping 55 Gingið væl hjá Summarfestivalinum Kostnaðurin av atgongumerkjum til Sumarfestivalin fór upp í fyrradagin, og vit hava í hesum sambandi tikið eitt prát við Steintór Rasmussen um, hvussu tað hevur gingist við atgongu­ merkjasøluni. Steintór letur bara heilt væl at søluni av atgongumerkjum, sum byrjaði áðrenn jól. ­ Vit valdu at byrja við atgongumerkjasøluni longu áðrenn jól, og hetta var væl fyrr enn til síðsta Summarfestival. Áðrenn jól fingu fólk eitt serligt tilboð, har tey kundu keypa atgongu­ merki fyri 495 kr., men frá 1. januar fór prísurin upp. ­ Vit hava annars havt eina rættiliga støðuga sølu av atgongumerkjum í ár, men tá tað byrjar at nærkast eini freist, har kostnaðurin av atgongumerkjum fer upp, merkja vit eina stóra hækking í søluni, sigur Steintór Rasmussen. Hann leggur afturat, at Summarfestivalurin hevur selt fleiri atgongumerki í ár, enn teir høvdu gjørt um sama mundið í fjør. Summarfestivalurin hevur longu kunngjørt fleiri stór nøvn, sum skulu spæla á festivalinum í ár. Av teimum útlendsku nøvnunum kunnu nevnast Kim Wilde, Bryan Rice og heimskendi rockbólkurin, Scorpions, og hetta eru alt nøvn, sum skuldu drigið nógvar áhoyrarar. ­ Í fjør høvdu vit slakar 10.000 gestir á Summarfestivalinum. Vit hava tó nakrar sera góðar bólkar á festivalinum í ár, so vit vóna at fáa enn fleiri gestir, sigur Steintór at enda. Scorpions Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo 31 7 9 13 Dr. Jakobsensg. 12 FO-100 Tórshavn njac@kallnet.fo Vit taka okkum m.a. av • passmyndum • digitalum myndum • allari myndaviðgerð • sølu av digitalum myndatólum • sølu av DVD video upptøkutólum Telefon 47 81 70 NilaN: Ventila­tións­ verk við innbygda­ri hita­pumpu Tryggjar goTT iNNiklima Við aT: • Tryggja støðuga útskifting av luftini • Hita frísku luftina, sum verður blást inn • Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini • Avmarka ovurviðkvæmið Verður uppsett a­v góðkendum montøri Halt frí tá tú hevur frí