fríggjadagur 11. mai 2007síða 56
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 11. mai 2007
56
summarkapping
Hugnaligt tiltak
á Bryggjubakka
Í gjár fór SamVit í gongd við herferðina Frí í Føroyum 2007, sum hevur
til endamál at eggja føroyingum at ferðast í Føroyum. Stjórin á SamVit,
Elin Heinesen, setti Frí í Føroyum á torginum í SMS í gjár, og í hesum
sambandi fer SamVit at skipa fyri ymiskum tiltøkum hetta vikuskiftið.
Eitt av hesum tiltøkum verður Undir Bryggjubakka í morgin. Her
verða hugnaligir harmonikutónar, grillaður fiskur, pylsur, kaffi, te og
køkur. Skiparar úr Vestmanna, Vági og Klaksvík fara at skipa fyri báta
ferðum. Eitt nú fer Magni Blástein at gera fiskitúrar, og Birgir Enni fer
at sýna fram nýggja skjóttgangandi taxabátin. Sosialurin hevur tikið eitt
lítið prát við Magna Blástein hesum viðvíkjandi.
Magni sigur, at tað gongur fínt við fiskitúrunum, sum hann skipar
fyri.
Ja, eg haldi, at tað gongur fínt. Fólk hava bílagt nakrar túrar niðurfyri
í summar, og tað eru serliga danir og týskarar, sum vísa áhuga. Leygar
dagin fáa føroyingar tó møguleika at royna hetta undir tiltakinum á
Bryggjubakka. Tá fari eg at hava nakrar túrar út á Havnarvág, har fólk
fáa møguleika at fiska. Hetta fer vónandi at økja um áhugan í Føroy
um.
Umframt Magna Blástein og Birgir Enni fer eisini at vera møguleiki
at síggja skjóttgangandi speedbátin, Scorpion, sum Sigurd Gudmunds
son í Vági eigur, og Komet, sum er ein fiskibátur úr Klaksvík.
Uttanduratiltakið verður einans, um veðrið er til vildar.
Hugnaligt tiltak verður Undir
Bryggjubakka leygardagin, har
fólk millum annað kunnu fara
fiskitúrar
Ferðaskrivstovan
vinnulívið setur sítt álit á
Sp/f Alpha Travel · Eystara Bryggja · 100 Tórshavn
Tel 35 29 00 alpha@alphatravel.fo
Vælkomin á Hotel Norð
Fo-750 Viðareiði · tel 45 12 44 · Fax 45 12 45
hotel@hotelnord.fo · www.hotelnord.fo
• 15 dupultkømur
• Matstova til 250 gestir
• Fundarhøli
• Barr
• Náttúruvakurt
• Buss til hurðina