Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Skúlaovastar úr vina- býum hjá Klaksvík vitjað í hesum døgum í Føroyum SKÚLI Eyðun Klakstein Klaksvík: Leygardagin komu fleiri útlendskir skúlastjórar til Klaksvíkar á vitjan. Hetta er ein partur av vinabýarsamstarvinum hjá Klaksvíkar kommunu við Tampere í Finlandi, Norr- køping í Svøríki, Trond- hjem í Noregi, Odense í Danmark og Kópavági í Ís- landi. Hetta vinabýarsamstarv umfatar fleiri øki, men skúlaøkið hevur verið eitt av mest virknu seinnu árini. Eisini í Havn Norðurlendsku skúlastjór- arnir búgva á Hotel Norð á Viðareiði, men teir brúka fittan part av tíðini í Klaks- vík. Sunnumorgunin vóru fólkini í kirkju á Viðareiði, og í gjár varð leiðin løgd til Havnar, har fundur millum annað skuldi verða í skúla- leiðarafelagnum. Í dag er ferðalagið aftur í Klaksvík, og møguliga verður útferð gjørd við Alpha Pilot. Í morgin fara skúlastjór- arnir at vitja á skúlunum í Klaksvík – bæði teimum kommunalu skúlunum og Tekniska skúla. Ein partur av vitjanini snýr seg eisini um Agenda 21 umhvørvisætlanina, og hvussu hendan ætlan kann gerast sjónligari í skúlan- um. Løgreglan í Havn hevði lítið og einki at taka sær av um vikuskiftið. – Talan var um eitt stak friðarligt vikuskiftið, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn. Tað, sum løgreglan hevði á skránni, vóru nøkur fá smáting. Okkurt brotið bilspegl og líknandi. Annars var fitt av fólk í býnum um vikuskiftið, men hesaferð spældi alt friðarliga av. ek Friðarligt í høvuðsstaðnum Skúlastjórar á vitjan Norðurlendskir skúlastjórar eru í hesum døgum á vitjan í Klaksvík. Mynd: Eyðun Klakstein Fleiri bilar fingu stóran skaða av herverki tíðliga sunnumorgunin HERVERK Eyðun Klakstein Sandvík: Tað var óhugaligt hjá fólki í Sandvík at koma á føtur sunnumorgunin. Fleiri bilar í bygdini høvdu verið útsettir fyri herverki, og onkur hevði fingið stóra skaða. Onkur hevur skøvað bil- arnar illa, og harðast rakti bilurin hevur fingið skaða fyri eini nakrar 10.000 krónur. Løgreglan í Suðuroy fekk beinanvegin fráboðan um tilburðin, men yvir- vøldin stendur á berum. Fólk í Sandvík halda seg vita, at einki var hent bil- unum um hálvgum trýtíð- ina sunnunáttina. Tí má herverkið verða framt mill- um hálvgum trý og klokkan hálvgum nýggju um morg- unin, tá fólk gjørdust varug við skaðarnar. Løgreglan í Suðuroy vil gjarna í samband við fólk, sum kunnu hjálpa løgregl- uni við upplýsingum í hes- um málinum. Umfatandi herverk í Sandvík Nr. 55 - 20. mars 2001 5 4 Nr. 55 - 20. mars 2001 gult cyan magenta svart 12 95 Tað besta til húsarhaldið Flesk í flísum Kulottu- steikir fyri kg Kálva- og svínakjøt Malið 1 kilo fyri fyri kilo fyri kilo Smáar Svína- kotelettir 1300 g 3 sløg · 2000 g Danefrost campylobacterfríir 39 90 35 90 59 90 59 90 2 fyri Agurkur Konning gull Melis Wasa frukost Blátt Cirkel kaffi Høsnar- ungar Danefrost Frites 500 g 500 g Føroya Keypssamtøka Tilboðini eru galdandi 20.-24. mars 2001 · FK-heimasíðan: http://fk.olivant.fo 24 95 49 90 9 95 18 95 19 95 Ostar fyri kilo 2 kg fyri hvønn Knekkbreyð Kalkun Cordon bleu 4 fyri 29 90 19 95