Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við búskaparliga partin- um í nýggju sjálv- stýrissemjuni. Men flokkurin fer kortini at viðgera uppskotið í álvara, krevja upp- lýsingar og framrokn- ingar og royna at fáa eitt sindur av skili inn í málið SJÁLVSTÝRISSEMJAN John Johannessen Frástøðan millum sam- gonguna og Javnaðarflokk- in í spurninginum um fram- tíðarstøðu Føroya er mink- að eitt vet. Hetta sýndi framsøgu- røðan hjá formanni Javnað- arfloksins, tá nýggja sjálv- stýrissemjan hjá samgong- uni var til fyrstu viðgerðar í tinginum fríggjadagin. Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við nýggju semj- uni, men sigur seg ætla at gera eina roynd at fáa eitt sindur av skili inn í málið. – Vit taka sjálvsagt ikki undir við uppskotinum, tí búskaparligi parturin er beinleiðis ein ólukka fyri hetta land og hetta fólk. Men kunnu vit fáa eitt sind- ur av skili inn aftur í málið, so vilja vit gera ta royndina. Viðhvørt loysir tað seg bet- ur at brúka sunna fornuft, heldur enn kenslur – at brúka høvdið, heldur enn hjartað, segði Jóannes Eidesgaard. Sjálvstýrissemjan varð beind í uttanlandsnevndina eftir viðgerðina fríggjadag- in, og lovaði formaður Javnaðarfloksins, at flokk- urin fer at viðgera uppskot- ið seriøst, eins og hann fer at krevja upplýsingar og framrokningar. Búskaparlig ólukka Yvirtøkuleisturin í upp- skotinum hjá samgonguni órógvar ikki Jóannes Eides- gaard. Men tað ger ætlanin um at skerja ríkisveitingina við 400 milliónum 1. janu- ar í 2002. – Missa vit javnaðarfólk ikki svøvnin av yvirtøkun- um, so gera vit tað sanni- liga, tá tað snýr seg um ætlanina at høgga næstan helvtina av ríkisstuðulinum burtur í einum høggi. Og hetta er eisini løgið, tá hugt verður eftir avrikunum hjá samgonguni higartil, segði formaður Javnaðarfloksins í røðuni síni. Jóannes Eidesgaard vísti á, at samgongan onga krónu hevur skorið av blokkinum í trý ár. Men nú, valskeiðið er úti, vil samgongan skerja ríkisveit- ingina við 400 millónum, ikki tí, at danir vilja tað, men tí, at samgongan vil tað. – Tað er løgið at hugsa sær, at man áleggur øðrum at gera tað, tú sjálvur ikki megnaði, og at tú setir tær sum mál at leggja so nógvar búskaparligar fótonglar sum gjørligt fyri framtíðina, segði Jóannes Eidesgaard, sum seinni í røðuni kallaði hesa ætlan eina búskaparliga ólukku. Tómur búskapargrunnur Jóannes Eidesgaard gjørdi greitt, at Javnaðarflokkurin tekur undir við ætlanini um at seta á stovn ein búskap- argrunn. Men samstundis vísti hann á, at tað ikki kann bera til, at ein tómur búskapargrunnur skal kunna viga upp ímóti skerda blokkstuðulinum, eins og landsstýrið ætlar. – Javnaðarflokkurin er fyri einum slíkum grunni, serliga til at hýsa og stýra møguligum oljuinntøkum, men vit eru framvegis av teirri áskoðan, at ein grunn- ur er ikki meira verdur, enn teir pengar, sum eru í hon- um. Við árslok kunnu vit leggja á leið eina milliard í hann, men oljuinntøkurnar kunnu vit ikki vænta at síggja fyrr enn umleið ár 2008 ella møguliga seinni, gjørdi Jóannes Eidesgaard greitt. Selja almennar ognir Við støði í, at ongar inntøk- ur verða í búskapargrunnin fyrstu árini, vísti Jóannes Eidesgaard á, at tað verður neyðugt at selja út av lands- ins ognum, fyri at fáa pen- ing í búskapargrunnin. Hann vísti til, at landsstýrið í nýggju semjuni ætlar, at búskapargrunnurin skal rinda 700 milliónir krónur inn á fíggjarlógina næsta ár, og at henda upphædd síðani skal minka við 50 milli- ónum árliga fram til 2006. – Grunnurin skal eftir hesi ætlan í minsta lagi eiga góðar 5 milliardir. Kom- andi ár eigur hann eina milliard, og tá ongar olju- inntøkur verða fyrr enn um eini 8 til 10 ár, verður neyð- ugt at selja út av landsins ognum, sum landsstýrið eisini hevur boðað frá, gjørdi Jóannes Eidesgaard greitt. Javnaðarflokkurin er harðliga ímóti, at almennu ognir landsins verða seldar. Og flokkurin er eisini bangin fyri, at tað verða útlendingar, ið keypa. – Um henda privatisering partvís endar á fremmanda hondum, so ber til at spyrja, hvørjir tá verða veruligu makthavararnir í Føroyum. Gaman í, vit sleppa av við donsku myndugleikarnar. Men um tað verður livilig- ari í lummanum á altjóða risafyritøkum, tað fari eg at loyva mær at ivast í, segði Jóannes Eidesgaard. Jóannes gloppar hurðina Tónin hjá Javnaðarflokkinum móti samgonguni í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna er blíðkaður eitt vet. Jóannes Eidesgaard lovaði á tingi fríggjadagin at royna at fáa eitt sindur av skili inn í nýggju sjálvstýrissemjuna Sosialurin viðger í dag framsøgurøðurnar hjá Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum og Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum frá fyrstu viðgerð á tingi av nýggju sjálvstýrissemj- uni hjá samgonguni. Vegna ov lítið pláss ber ikki til at viðgera all- ar røðurnar í sama blað. Tí verða framsøgurøð- urnar hjá Sjálvstýris- flokkinum, Sambands- flokkinum, Tjóðveldis- flokkinum og Miðflokk- inum viðgjørdar í kom- andi útgávunum. Sosialurin Orðaskiftið um sjálvstýrissemjuna Merkið skal á ting Sjálvstýrisflokkuri n hevur sent formansskapi løgtingsins skriv, har hann biður um at fáa føroyska flaggið at hanga í tingsalinum LØGTINGIÐ John Johannessen Føroyska flaggið, Merkið, skal hanga ella standa í tingsalinum. Hetta ynski hevur Sjálvstýrisflokkurin sett fram fyri formansskapi løgtingsins í skrivi dagfest fríggjadagin 16. mars. Sjálvstýrisflokkurin vísir á, at nærum øll ting í heiminum hava flagg sítt standandi í tingsalinum, fyri at minna tingfólk og fólk annars á, at í teirra landi er flaggið høgt í metum. – Í tingsalinum í Løg- tinginum er Merkið ikki at hóma. Vit meina, at merkið eigur at hanga ella standa í tingsali okkara fyri at vísa okkum og øðrum, at vit eisini eru at meta sum eitt fólk og ein tjóð, sigur Sjálvstýris- flokkurin í skrivinum til formansskapin. Sjálvstýrisflokkurin heldur, at tíðin er komin, at Merkið fær eitt heiðurspláss á Føroya Løgtingi, og heitir tí á formansskapin um at taka upp málið og við- gera tað við vælvild. Dagstovnurin hjá Føroya Tele skal vera við Sundsveg- in 3 í Havn. Sátt- málin er komin undir land, og bíð- að verður nú bert eftir politiskari góðkenning BARNAANSING John Johannessen Loksins er dagstovnurin, sum Føroya Tele hevur havt ætlanir um, komin undir land. Tað hevur gingið striltið at finna hús til dagstovn- in, sum fyritøkan hevur fingið loyvi til at gera. Men nú hevur fyritøkan gjørt sáttmála um keyp av sethúsum við Sunds- vegin í Havn. Áðrenn húsini kunnu brúkast til dagstovn, er neyðugt at byggja tey um og fáa keypið góð- kent av Tórshavnar Bý- ráð. Sambært tíðinda- skrivi frá Føroya Tele verður keypið endaliga formaliserað, tá býráðið hevur góðkent sáttmál- an. Tá verður eisini farið at út- og umbyggja húsið. Føroya Tele fingið hús til dagstovn Nr. 55 - 20. mars 2001 7 6 Nr. 55 - 20. mars 2001 Eins og Caragataálitið segði, so eiga vit at gera sum londini utt- an um okkum, at selja út av stovnum, sum tað almenna ikki nýtist at eiga, eitt nú postverkið, Strand- faraskip Landsins o. o. , segði Jógvan við Keldu, sum var framsøgumaður Fólkafloksins tá uppskotið um sjálvstýri Føroya Fólks var til 1. viðgerð hósdagin SJÁLVSTÝRISSEMJAN Eirikur Lindenskov Í framsøgurøðu Fólkaflok- sins fór Jógvan við Keldu aftur í søguna – til land- námið, hann tosaði um tá Føroyar í 1380 komu undir Noregs kong og um, tá Føroyar við Kielerfriðinum í 1814 komu beinleiðis undir danska kongsvaldið, uttan at føroyingar høvdu nakra ávirkan á tað. – Øll hesi mongu ár hevur spurningurin verið havdur á lofti um einar frælsar Føroyar, um at taka meira ábyrgd av sært sjálv- um, av inntøku og útreiðsl- um. Login hevur ikki altíð brent so ljósur, men tað hava verið tíðir, tá hann hevur sæst langt í allar ættir, segði Jógvan við Keldu. Hann tosaði um viljan hjá føroyingum, sum ofta hevur verið so sum so at gerast frælsur gjøgnum øldirnar. Men hann vísti á, at røddir altíð hava verið frammi um eitt sjálvbjarg- nis- og sjálvstýrandi Før- oyar. Jógvan við Keldu helt, at hesin tankin eigur heldur at brenna í okkum enn at ræða okkum. – Nú føroyska fólkið aftur hevur skapt okkum møguleikan við løgtings- valinum seinast, ein møgu- leika, vit sjálvi hava elvt til, eiga vit at standa samn um og skapa tankar til álvara í komandi árum. – Eg hugsaði við mær sjálvum hendan dagin á Vaglinum, tá Unga Tjóð- veldi gjørdi seg inn á Fólkaflokkin við bæði óhóskandi og ótýdligum rópum, og ikki minst við ótespiligu álopunum á hægsta mann landsins, spurdi eg meg sjálvan: »Er hetta fólkið, sum vit skulu taka sjálvstýri við, so verður tað soðið ómetaliga tunt«, segði Jógvan við Keldu. Men hann svarar sjálvur og sigur, at tað er tað tíbetur ikki. – Hetta var óføroyskt og lítið virðiligt. Nyrup góðan stuðul – Vit kunnu her vísa á Fólkafloksins upprunaligu Kós-framá – har talan er um íslendska modellið – sum danir tíverri vrakaðu hóast danskt fordømi í 1918. Hetta tyktist okkum løgi. Men henda viðferð er okkum nú kunnug, og út frá hesum mugu vit handla, segði Jógvan við Keldu, sum eisini staðfesti, at allar fimm samráðingarroyndir- nar vóru miseydnaðar. Framsøgumaður Fólka- floksins staðfesti massiva uppbakningin, sum danska stjórnin hevur í síni kon- tantu støðu mótvegis landsstýrinum. – Danski forsætismála- ráðharrin hevur kunnað staðið fast við sítt, tí hann hevur alla donsku stjórnina aftan fyris eg, so gott sum alt tað danska fólkatingið, saman við teimum hava føroysku flokkarnir, Javnaðar- og Sambands- flokkurin skorðað undir, segði hann. Og hann helt fram: – Eg havi eisini alment funnist at Tjóðveldisflokk- inum og leiðara hansara fyri óstortliga framferð í fullveldismálinum, har eg vísti á, at tað vóru tvinnir partar í hesum samráðing- um, nevniliga danir og før- oyingar, og har eg legði dent á, at Fólkaflokkurin hugsaði um landsins besta, og ongantíð fór at spæla hazard við framtíðini hjá Føroya fólki. Og hetta er framvegis hugsan okkara, segði hann. Fólkaflokkurin ynskri, at fólkið skal taka undir við uppskotinum hjá landsstýr- inum – og helst alt fólki, helt Jógvan við Keldu, sum fegnaðist um, at Tjóð- veldisflokkurin nú umsíðir hevur ásannað, at tvinnir partar eru í hesum máli. Ikki bindandi Jógvan við Keldu hevði eisini hesar staðfestingar um , at talan ikki er um eina løgtingslóg: • men uppskot til samtyktar • galdandi fyri hetta lands- stýrið, sum má syrgja fyri at royna at halda fram eftir næsta val • her er eingin fólkaat- kvøða, fyrr enn eftir, at yvirtøkurnar eru framdar • her verður ikki atkvøtt um sjálvsavgerðarrætt, tí hann er sjálvsagdur, og her er alt løgtingið samt • her er talan um yvirtøkur av øllum málum uttan tey fýra stóru Jógvan við Keldu staðfesti eisini, at flestu føroyingar ynskja, at vit hava eitt sjálvbjargið Føroyar. – Vit skulu bert hava tíð til at laga okkum til hesi viður- skifti, og tað leggur hetta uppskotið upp til, segði hann, og mælti til at brúka ta tíðin, ið skal til. Caragataálitið vísir á gongdar leiðir Framsøgumaður Fólka- floksins segði, at nógv varð skrivað um nýggju tíðina hjá Føroya landi, men eitt tað týdningarmesta verkið helt hann kortini vera Caragataálitið, sum varð lagt fram í oktober 1999, sum vísti ymsar mátar at fíggja einar sjálvstøðugar Føroyar, sum Jógvan við Keldu kortini ikki kom nærri inn á. Men Jógvan við Keldu vísti koritni á eitt dømi innan fiskivinnuna, sum hann helt var sigandi: Hann segði, at mong spáddu, at tað ikki fór at bera til at reka fiskivinnu, tá samgongan í 1989 fór at minka um stuðulin til fiskivinnuna. – Men vit hava sæð tað øvugta, hóast vit ikki hava gjørt nakað serligt fyri at minkað um almennu fyri- sitingina og raksturin av hesum landinum, elola gjørt serligar bygnaðar- broytingar innan almenna sektorin, er fiskivinnan í løtuni so væl fyri, sum ongantíð fyrr. Fiskivinnan – uttan stuðul – megnar bæði at rinda rentur og av- drátt, lutvíst at gera nýíløgur, og eitt avlop er í vinnuni – hon er sunn, segði Jógvan við Keldu. – Hetta kalla vit vinnu- ligur fiskiskapur. Hinvegin er umráðandi, at tann politiski myndugleikin ikki í øvund leggur eftir hesum fyritøkum, tí tey fáa avlop í nøkur ár til konsolidering og til nýíløgur, og við tí gevur teimum meira skatt og aðrar byrðar. Jógvan við Keldu vísti á, at tað sama kann sigast um alivinnuna. Jógvan við Keldu helt, at minkingin í blokkinum upp á 300 milliónir árliga kann tykjast ógvusligt, men hann helt, at vit eiga at taka tað við, at vit í dag hava tøka eina milliard krónur, sum verður sett í Búskapar- grunn Føroyar, soleiðis at javnvágin verður havd, til tírnar aftur gerast verri, enn tær eru í dag. Selja almennar ognir Framsøgumaður Fólka- floksins vísti eisini á, eins og Caragataálitið vísti, at einki er í vegin fyri, at tær almennu Føroyar gera sum londini uttan um okkum, at vit selja út av stovnum, sum ikki er neyðugt at tað almenna eigur, her kann hugsast um postverkið, Strandfaraskip Landsins o. o. Hann nevndi eisini, at um kommunurnar seldu SEV til eitt partafelag, kundu tær fingið einar 2- 400 milliónur – Latið okkum hyggja at londunum uttan um okkum, har teir hava privatiserað við góðum úrslitum. V it eiga ikki at koma ov langt aftan á hinum londunum við slíkum, helt Jógvan við Keldu. Hann vísti eisini á onnur viðskifti, so sum virðis- brævamarknaðin, oljuvinn- una, KT-vinnuna, ferða- vinnuna, sum hann kortini ikki fekk stundir at viðgera í framsøgurøðuni. Men Fólkaflokkurin ynskir eina breiða semju í løgtinginum. – Hetta kundi verið byrjanin til eina virðiliga søguliga tíð fyri okkara vakra land, helt Jógvan við Keldu. FERÐAVINNA Eirikur Lindenskov Tað sær út til at vera støð- ug framgongd í talinum á ferðamannaskipum, ið leita sær til Føroyar. Kós Føroyar, sum er eitt blað, Ferðaráð Føroya gevur út, skrivar, at higar- til í ár hava 27 skip boðað frá vitjan, og tey koma øll í tíðarskeiðnum 30. mai til 13. september. Hetta eru tvey fleiri enn seinasta ár. Mira enn triðingurin av teimum eru týsk, sjey eru amerikonsk og fimm eru ensk. Tað størsta skipið, Amst- erdam, hevur 1200 ferða- fólk umborð, og tað vitjar tvær ferðir í ár – mið- skeiðis í julu og síðst í august. Tilsamans eru 13.797 fólk við umborð á teim- um 27 skipunum, ið higa- rtil hava biðið um bryggjupláss. Føroyar eiga at selja almennar stovnar 14.000 ferðafólk vitja Føroyar við 27 skipum Jógvan við Keldu, framsøgu- maður Fólkafloksins, segði, at eitt tað týdningarmesta verkið, gjørt er um framtíðarstøðu Føroya seinastu tíðina, er Cara- gataálitið, ið varð lagt fram í oktober 1999, sum vísti ymsar mátar at fíggja einar sjálvstøðugar Føroyar