týsdagur 20. mars 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í kvøld lesa Turið
Sigurðardóttir og
Gunnar Hoydal upp
yrkingar, teimum
dámar væl, í
Norðurlandahúsinum
SKALDSKAPUR
Turið Kjølbro
Í kvøld kl. 19.30 verður
yrkingakvøld í Norður-
landahúsinum. Hesa ferð
eru tað Turið Sigurðardóttir
og Gunnar Hoydal, sum
lesa upp yrkingar, ið teim-
um dámar. Seinasta týs-
kvøld var eisini yrkinga-
kvøld. Tá lósu Carl Jóhan
Jensen og Petur Jensen upp
yrkingar. Eittans 13 áhoyr-
arar vóru til tiltakið, og tað
heldur Oddfríður M. Rasm-
ussen, sum fyri Norður-
landahúsið skipar fyri til-
takinum, er alt ov lítið.
- Í Rithøvundafelagnum
eru 90 limir og teir flestu
búgva í Havn, so grundar-
lag eigur at vera fyri einum
tiltaki, har yrkingar eru á
breddanum. Í Føroyum
verður skaldskapur als ikki
kjakaður. Yrkingakvøldini
eru so eitt høvi, har fólk
hava møguleika at hoyra
góðar yrkingar verða lisnar
upp og so kunnu øll siga
sína meining. Eg hopi, at
vit fáa eitt gott kjak, sigur
Oddfríður M. Rasmussen.
Seinast varð tiltakið hild-
ið í Klingruni. Hon var alt
ov stór til eina so lítla fjøld.
Tí verður yrkingatiltakið í
kvøld annaðhvørt í Dansi-
stovuni ella í caféteriuni.
Hetta er seinasta yrkinga-
kvøldið á hesum sinni.
Á nevndarfundi hjá
Føroya Tele hevur
leiðslan lagt
roknskapin fyri 2000
fram. Ársúrslitið er
30,6 milliónir krónur,
og hetta er 4,5
milliónir betri enn í
1999, hóast felagið
hevur framt
príslækkingar
ÁRSROKNSKAPUR
Stefan í Skorini
Føroya Tele sigur seg
kunna vísa á eitt gott fíggj-
arligt úrslit í farna ári, nú
roknskapurin hjá felagnum
er liðugur og klárur at
leggja fram á aðalfundinum
tann 30. mars. Og tað er
hugaligur
lesnaður
hjá
leiðsluni.
Føroya Tele hevur havt
eina framgongd í ársúrslit-
inum uppá 4,5 milliónir í
mun til 1999. Ársúrslitið í
2000 gjørdist 30,6 milliónir
krónur, eftir at 5,7 milliónir
eru settar av til skatt og 2,9
milliónir eru goldnar í
landskassan fyri konsessi-
ónsloyvi og rakstur av Fjar-
skiftiseftirlitinum.
Í 1999 var ársúrslitið
26,1 milliónir krónur, og
sostatt er talan um ein
vøkstur í úrslitinum við
17,2 %.
Økt søla
Avlopið kemst mest av økt-
ari sølu frá teimum nýggj-
aru tænastunum. Nettosøl-
an øktist við10,3 % úr
219,4 milliónum krónum í
1999 til 242,1 milliónir
krónur í 2000.
Vøksturin í nettosøluni
stavar frá GSM fartelefoni,
internettænastuni og tele-
búðarsølu. Hinvegin lækk-
aði nettosølan á fastnetin-
um vegna takstlækkingar
fyrst í árinum. Hetta upp-
lýsir Føroya Tele í tíðinda-
skrivi.
Føroya Tele hevði eina
stóra kundatilgongd í árin-
um, sum fór. Tilgondin var
58 % á fartelefonøkinum,
og tað hevði við sær, at inn-
tøkurnar øktust við 54 % á
hesum øki.
Roknskapruin vísir eisini
ein íløguvøkstur á góðar 20
milliónir samanborið við
1999. Í 2000 vóru íløgur
gjørdar fyri 57,8 milliónir
samanborið við 34,5 milli-
ónir í 1999. Føroya Tele
hevur goldið 28,1 milliónir
í avdráttum, og langfreist-
aða skuldin er nú komin
niður á 93,9 milliónir krón-
ur.
Samlaði eginpeningurin í
felagnum var 157,7 milli-
ónir við árslok, svarandi til
eitt
trygdarevni
uppá
45,9%.
Væl nøgd
Leiðslan í felagnum sigur
seg vera sera væl nøgda við
ársroknskapin, men vísir
samstundis á, at neyðugt er
at menna uttanlandasam-
skiftið við nýggjum mill-
umlanda kaðalum. Haraft-
urat verður neyðugt at gera
íløgur í nýggja tøknifrøði,
so at felagið framhaldandi
kann bjóða viðskiftafólki
sínum nýggjar og fram-
komnari tænastur.
Leiðslan metir, at veit-
ingarskyldan er ein tung
byrða, nú kappingin harðn-
ar í hvørjum.
– Veitingarskyldan og
íløgutørvurin
gera
tað
neyðugt, at Føroya Tele
framhaldandi megnar at
skapa góð fíggjarlig úrslit,
skrivar Føroya Tele í tíð-
indaskrivinum.
Føroya Tele hevur
stórt avlop
Vekja áhuga fyri yrkingum
- Yrkingakvøldini eru eitt
høvi, har fólk hava møguleika
at hoyra góðar yrkingar verða
lisnar upp, og so kunnu øll
siga sína meining, sigur Odd-
fríður M. Rasmussen
Elin Mortensen hevur
vunnið kapping, har
hon hevur skrivað
ritgerð um gamlar
bøkur
KAPPING
Turið Kjølbro
Fyri tveimum árum síðani
skrivaði Fróðskaparsetur
Føroya út ritgerð-arkapping
við
heitinum:
Gamlar
bøkur. Hvørjar bøkur vóru í
húsunum fyrr? Kappingin
er nú lokin og inn komu
fýra
handrit.
Ein
dómsnevnd við trimum
fólkum
hevur
mett
handritini. Í dómsnevndini
sótu Martin Næs, lands-
bókavørður, Turið Sigurð-
ardóttir, bókmentafrøðing-
ur og Jóan Pauli Joensen,
fólkalívsfrøðingur. Dóms-
nevndin hevur gjørt av at
lata Elini Mortensen í
Tórshavn eina virðisløn á
1000 krónur. Hinir tríggur
luttakararnir fáa bókagávu.
Fróðskaparsetrið fer í
næstum at skriva út nýggja
ritgerðakapping.
Nærri
verður greitt frá hesum í
fjølmiðlunum.
Hvørjar bøkur vóru í húsunum fyrr
Elin Mortensen, fyrrverandi
lærari, í Havn
Nr. 55 - 20. mars 2001
9
8
Nr. 55 - 20. mars 2001
– Tað er fyri limirnar,
vit arbeiða, og tí má
ikki vera ov langt
ímillum nevnd og
limir. Teir skulu føla,
at teir eru ein partur
av felagnum, sigur
Jana Dalsgaard, nýggj
forkvinna í Sjúkra-
systrafelag Føroya
FAKFELAGSARBEIÐI
Turið Kjølbro
Jana Dalsgaard vann sann-
førandi valið um, hvør skal
verða forkvinna í Sjúkra-
systrafelag Føroya kom-
andi trý árini. Hon fekk tví-
falt so nógvar atkvøður
sum undanfarna forkvinna,
Joan Ziskason, sum eisini
stillaði upp. Aðalfundur var
í felagnum leygardagin og í
gjár var fyrsti arbeiðsdagur
hjá Janu sum forkvinna.
Serliga fegin er hon um, at
nýggja nevndin er væl um-
boðað bæði fakliga og
landafrøðiliga.
– Tað verður lættari at fáa
innlit í ymsu starvsøkini, tá
alt sjúkrasystraarbeiði er
umboðað í nevndini. Eisini
er tað ógvuliga hugaligt, at
útjaðarin er umboðaður í
nevndini, sigur Jana Dals-
gaard.
Nógvar stórar avbjóðing-
ar standa fyri framman
bæði hvat viðvíkur løn, ar-
beiðstíð og útbúgvingini
hjá sjúkrasystrum.
–
Útbúgvingin
hjá
sjúkrasystrum í londunum
rundan um okkum er broytt
heilt
munandi.
Sjúkra-
systrafelagið má vera við í
kjakinum og við til at
mynda útbúgvingina. Stór-
ar broytingar eru farnar
fram í heilsuverkinum sein-
astu nógvu árini og halda
fram. Innleggingarnar á
sjúkrahúsi eru styttri og
heimarøktin fylgir ikki við.
Fólk eru illa fyri, tá ið tey
koma heima av sjúkrahúsi
og tí skulu fleiri fólk setast
í heimarøktini og tey skulu
eisini útbúgvast, sigur hon.
Felagið savnast
Heldur enn at kasta seg yvir
ov nógvar uppgávur, er eitt
høvuðsmál hjá Janu at
savna felagið, soleiðis at
styttri verður millum nevnd
og limir.
– Tað er fyri limirnar, at
vit arbeiða í nevndini, og tí
má ikki vera ov langt ímill-
um okkum. Limirnir skulu
føla, at teir eru ein partur av
felagnum. Fyri betur at
síggja, hvar hendir og rørir
seg, ætli eg mær at vitja
økini. Eg trúgvi, at trupul-
leikar verða skjótari loystir,
tá ið tú ert í tøttum sam-
starvi við økini. Vit fara at
skipa fyri hugnaløtum og
vanligum limafundum, har
evni verða tikin fram, sum
hava áhuga hjá øllum
sjúkrasystrum. Á henda
hátt ber til at savna felagið
bæði fakliga og á annan
hátt. Hetta er gliðið út í
seinastuni, sigur Jana Dals-
gaard.
Fakfelagsarbeiði ikki
ókent
Jana Dalsgaard er 45 ára
gomul og ættað úr Rituvík.
Fakfelagsarbeiði er henni
ikki ókent. Hon hevur í
grundini arbeitt seg upp frá
botni av. Eftir at hon fekk
útbúgving í 1981 og til
1997, hevur hon arbeitt
sum sjúkrasystir á B5 á
Landssjúkrahúsinum. Frá
1992 til 1997 hevur hon ar-
beitt sum sjúkrasystir í við-
taluni hjá P. Højgaard,
kommunulækna, um somu
tíð, sum hon hevur verið
parttíðarsett á B5. Frá 1989
til 1996 hevur hon verið
álitisumboð fyri skurð-
deildina á Landssjúkrahús-
inum. Í tvey ár var hon fel-
agsálitisumboð fyri Lands-
sjúkrahúsið. Størsta upp-
gávan var tá at verja sjúkra-
røktina í stóru skerjingun-
um, sum vórðu gjørdar í
kreppuárunum. Í sløk tvey
ár var hon nevndarlimur í
Sjúkrasystrafelag Føroya, í
tvey ár las hon løgfrøði við
lærda háskúlan í Århus, og
seinasta hálvt annað árið
hevur hon aftur arbeitt í
viðtaluhølunum hjá P. Høj-
gaard, kommunulækna.
Umframt Janu Dalsgaard
vórðu hesar valdar í nevnd-
ina: Óluva Lómstein, næst-
forkvinna, Anna Maria
Simonsen, Æna Reinert,
Hervør Zachariasen og Elsa
Vest,
nevndarlimir,
og
Anna Samuelsen, eykalim-
ur.
Samanhald er lyklaorðið
– Sjúkrasystrar eiga at læra at siga frá, og ikki uttan víðari taka
á seg nýggjar uppgávur sum koma sníkjandi, uttan at lønin
fylgir við, sigur Jana Dalsgaard, forkvinna í Sjúkrasystrafelag
Føroya
Mynd: Jens Kristian Vang
Nýggja skipið hjá
Strandferðsluni
hevur verið fyrsta
royndartúrin kring
oyggjarnar. Fólk vóru
væl nøgd við Teistan,
sum skal avloysa
Trónd á farleiðini um
Skopunarfjørð
ROYNDARTÚRUR
Stefan í Skorini
Leygardagin var Teistin
tekniskan royndartúr. Øll
tann tekniska útgerðin, sum
ikki kann roynast við
bryggju, varð roynd út í
odd og egg henda dagin.
Menn vóru væl nøgdir við
royndartúrin, og alt tóktist
at rigga, sum tað skal.
Teistin hevur ligið við
bryggju á Skála tað sein-
asta árið, meðan fólk hava
riggað hann til.
Teistin skal í sigling mill-
um Gomlurætt, Hest og
Skopun, og tí legði skiparin
leiðina í Hest- og Skopun-
arfjørð, har øll útgerðin
skuldi standa sína roynd.
Siglt varð framvið Gomlu-
rætt, Hest og Skopun, men
skipið legði ikki at. 40-50
fólk vóru við á royndartúr-
inum.
Enn er ikki møguligt hjá
Teistanum at leggja at í
Hesti og í Skopun, tí havn-
irnar ikki eru lagaðar til
nýggja skipið enn. Havnin í
Skopun skal breiðkast, men
tað arbeiðið er ikki byrjað
enn, og havnin í Hesti skal
gerast soleiðis, at skipið
kann leggja rampuna niður
á atløgubryggjuna. Hetta er
ikki møguligt í løtuni, og
arbeiðið er heldur ikki farið
í gongd enn.
Tróndur, sum nú er 42
ára gamal, hevur siglingar-
loyvi fram til 15. apríl. Eftir
hetta kann hann ikki sigla
við ferðafólki, uttan um-
byggingar verða framdar.
Tá er ætlanin, at Teistin
skal í sigling á hesi farleið-
ini.
Nú kunnu sandoyingar
gleða seg til eina hart til-
trongda útskifting í sam-
ferðsluni við meginøkið.
Tann 29. mars verður
Teistin handaður Strand-
faraskipum Landsins, og
tvær vikur seinni verður
hann væntandi settur í sigl-
ing millum oyggjarnar.
Teistin er 45 metrar lang-
ur, 13,10 metrar breiður og
stingur 3,1 metrar. Nýggja
skipið tekur 33 bilar og 300
ferðafólk um summarið,
men bara 200 ferðafólk um
veturin. Tá tveir trailarar
eru umborð, er pláss fyri 12
bilum.
Teistin verið royndartúr
Teistin var leygardagin tekniskan royndartúr. Sum vera man varð leiðin løgd í Hestfjørð, og her sæst Teistin sigla framvið bygdini úti í Hesti
Mynd: Jens Kr. Vang