týsdagur 20. mars 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 20. mars 2001
11
10
Nr. 55 - 20. mars 2001
FISKIVINNUTÍÐINDI
ILA sjúkan, sum
møguliga er komin í
alibrúk á Oyndar-
firði, er ikki vanda-
mikil fyri vanliga
fiskiskapin hjá
føroyingum, sigur
landsdjóralæknin
FISKASJÚKA
Edvard Joensen
ILA sjúkar er ikki vanda-
mikil fyri tosk, hýsu og
annan fisk, sum vanliga
verður veiddur undir Før-
oyum. Tó kunnu upsi og
sild møguliga fáa sjúkuna,
sigur Bjørn Harlou, lands-
djóralækni.
ILA sjúkan er virussjúka,
sum serliga rakar laks. Tó
er tað so, at annar laksa-
fiskur, eitt nú síl, verður
ikki sjúkur, hóast hann er
smittaður og tann vegin
kann verða smittuberari.
Tá fiskur verður smitt-
aður við ILA virussi, sæst
tað millum annað av, at
livurin verður svørt, meðan
táknurnar blikna.
Er sjúkan staðfest, er
vanliga ikki annað at gera
enn at taka fiskin av, og
avbyrgja økið, har sjúkan er
funnin.
Sjúkan smittar illa og
kann verða borin á ymsan
hátt. Eitt nú kann smittan
flytast við streymi, skipum
og bátum ella við útslop-
num laksi.
Bjørn Harlou, lands-
djóralækni, sigur, at fiskur,
sum er sloppin úr alibrúk-
um, helst er størsti smittu-
berarin yvirhøvur.
Tó er tann møguleikin til
staðar, at eitt nú seiður
kann vera smittaður og bera
smittuna víðari. Hóast tað
ikki er ávíst endaliga, sigur
landsdjóralæknin, er sann-
líkt, at sild og seiður/upsi
kunnu fáa smittuna, men
sum sagt ikki annar fiskur,
tað vísindin veit av.
Titløk
Landsdjóralæknin væntar
ikki, at ein møgulig ávísing
av ILA í Oyndarfirði fer at
ávirka útflutning okkara av
øðrum enn alifiski.
Kortini er tað soleiðis, at
verður sjúka staðfest í
Føroyum, eiga vit at boða
EU og altjóða stovninum
fyri smittuberandi sjúkum
frá. Mett verður so um,
hvørt hendan sjúkan er so
álvarslig, at tiltøk eiga at
verða sett í verk.
Landsdjóralæknin sam-
metir slík tiltøk við tey,
sum eitt nú verða sett í verk
í samband við munn- og
kleyvasjúkuna í Europa.
Men landsdjóralæknin met-
ir ikki, at møgulig tiltøk
fara at verða annað enn
fyribils
innflutningsav-
markingar.
Men Oyndarfjørður verð-
ur stongdur, um sjúkan
verður endaliga staðfest.
Allur fiskurin verður tikin
av fjørðinum, og eingin
aling verður loyvd aftur í
hvussu er fyrsta hálva árið.
Men Bjørn Harlou sigur
tó, at tá fiskurin er tikin,
verður aftur loyvt at sigla
inn og út úr havnini í
Oyndarfirði.
Sum dømi nevnir hann,
at tann parturin av Fugla-
firði, har alibrúkið, sum
rakt varð í fjør, liggur, varð
avbyrgdur, meðan fiskur
enn var í ringunum. Men nú
er aftur loyvt at sigla har.
Mangla kanning
Tosað hevur verið um at fáa
egna
fiskapatologiska
kanningarstovu í Føroyum,
so tær royndir og kann-
ingar, sum gerast skulu,
kunnu gerast her. Tað hevði
gjørt, at vit kundu borið
skjótari at, tá eitt nú illgruni
um sjúkur stingur seg upp.
Royndir av fiski úr
Oyndarfirði eru, eins og
gjørt varð í Fuglafirði í fjør,
sendir
til
Noregs
til
kanningar. Tað tekur sína
tíð, og alla hesa tíðina
hevur smittan so møguleika
at breiða seg.
Tá sjúkan var í Fuglafirði
í fjør, varð tosað um, at vit
eiga at fáa eina starvsstovu
at taka sær av slíkum Men
enn er hon so ikki komin.
Men hetta er kortini ikki
nakað, sum gjørt verður
eftir einum ári, sigur Bjørn
Harlou, landsdjóralækni.
Tað skal meira til enn so
eitt nú at læra virusdyrking,
sigur hann.
Vandaleyst fyri toskin
Brennistøðin hjá IRF
kemur heilt í neyð,
verður ILA sjúka
staðfest í Oyndarfirði.
Tey verða ikki liðug at
brenna fiskin, sum
varð tikin á Fuglafirði
í fjør, fyrr enn í
august, so tað, sum
nú kemur aftrat, má
bara aftur um í
bíðirøðini
FISKASJÚKA
Edvard Joensen
Fiskur, sum raktur verður
av ILA sjúku, skal takast og
brennast. Tað er eingin ann-
ar møguleiki, sigur lands-
djóralæknin.
Men í Føroyum hava vit
ikki møguleika fyri at
brenna hendan fiskin so-
leiðis í bræði. Fiskurin,
sum tikin varð á Fulgafirði
í fjør, er ikki allur fyri-
beindur enn. Tað verður
ikki fyrr enn í august, at
IRF er komið ígjøgnum ta
nøgdina. Og tá stendur so
væntandi aftur ein stórur
dungi og bíðar.
Poul Andrias Joensen,
stjóri á IRF, sigur, at tað er
ikki tí, at ikki er víst á hesa
vanlukkuna, sum nú er við
at henda.
– Hetta er eitt forferdiligt
fantilsi. Vit hava vitað
leingi, at hetta fór at henda
fyrr ella seinni, og hava
gjørt vart við tað. Men tað
hevur ikki verið áhugi hjá
landsstýrinum at fíggja
eina skipan, sum kann for-
koma hesum burturkast-
inum.
Skal brennast
Fiskur, sum tikin verður á
hendan hátt, skal brennast,
sigur Bjørn Harlou, lands-
djóralækni. Tað er eingin
annar møguleiki.
Men tann møguleikin er
ikki nøktandi í Føroyum, tí
orkan er ov lítil her. Brenni-
støðirnar eru ov smáar.
Men við nýggju EU av-
taluni, er latið upp fyri, at
slíkt burturkast kann flytast
út til onkran, sum hevur
kapasitet til at brenna.
Tað hava norðmenn, sig-
ur landsdjóralæknin. Men
nokk so avgerandi er, um
teir vilja hava hendan fiskin
úr Føroyum. Siga teir nei til
at taka í móti honum, fáa
vit einki gjørt.
Brennistøðin í Leirvík
klárar bara eitt tons um
samdøgurði, tí hetta er
burturkast við so ringum
brennivirði, at ikki ber til
bara at fylla í ovnin, uttan
at køva hann.
Eftir stendur so, at burt-
urkastið
skal
goymast
onkrastaðni, til tað eigur
tørn at sleppa í ovnin í
Leirvík.
Trupult og dýrt
Tað kann gerast sera trupult
og sera dýrt at sleppa av við
tiknan fisk upp á hendan
mátan, sigur Poul Andrias
Joensen, stjóri á IRF.
Í fyrsta lagi skulu tangar
leigast at koyra slógvið í.
Síðan skal pláss finnast at
seta teir á, til teir kunnu
tømast aftur.
Men tað er helst ikki bara
sum at siga tað, at fáa hend-
ur á slíkum tangum. Teir
seinastu frá Fuglafjarð-
artøkuni standa enn, og teir,
sum eftir koma, skulu so
bara upp í røðina aftanfyri.
Poul Andrias Joensen,
stjóri á IRF sigur, at hann
hevur víst á, at ein vandi,
sum kann standast av at
hava hesar tangarnar stand-
andi har í áravís, er gass-
spreinging. Fer hesin lort-
urin at gera, so ikki verður
pláss í tangunum, og teir
fara í luftina, verður ein
heilt stór umhvørvisvan-
lukka burturúr, vísir hann á.
Ein annar spurningur
verður so, hvussu lætt tað
verður at fáa hendur á
slikum tangum. Tí tað er
ikki vist, at tað ber til at fáa
tangar, sum eigarin vil hava
bundnar í so langa tíð, sum
væntast kann her. Og tað
kostar øgiligar pengar fyri
tann, sum skal leiga hesar
tangarnar, vísir hann á. Tað
verður so alifelagið, sum
fer at standa við hesi
rokningini.
Arbeiða við loysn
Fiskur hevur so mikið
nógva vætu í sær, at hann
brennir ikki líka væl, sum
nógv annað burturkast. Tí
verður roynt at turka tikna
fiskin og síðan at brenna
han.
Um tað hevði borið til,
sigur Poul Andrias Joensen,
hevði verið rættiliga nógv
skjótari at beint hetta
slógvið burtur. Samstundis
skal tó finnast ein loysn at
sleppa av við ta vætuna,
sum kemur frá slógnum,
sum turkað verður. Hon
skal
á
einhvønn
hátt
sóttreinsast.
Men her er trupulleikin
pengar. Tað kostar nógv at
seta slíkar ætlanir í verk, og
IRF er ikki ein fyritøka,
sum selur eina framleiðslu,
og soleiðis kann fáa inn-
tøkur tann vegin. Skal IRF
sjálvt standa fyri slíkum
loysnum, verður tað brúk-
arin, sum sleppur at gjalda,
og tað heldur stjórin hvørki
vera rætt ella rímiligt.
Men sum er, er støðan
tann, at landsstýrið ikki
tykist vera sinnað at seta
pengar til í eini slíkari
ætlan, sigur stjórin á IRF.
Eitt ræðuligt fantilsi
Seinastu tangarnir við fiski, sum varð tikin, tá ILA-sjúkan varð staðfest á Fuglafirði í fjør, má standa enn á gamla
leirvíksvegnum. Verður sjúkan staðfest í Oyndarfirði, verður røðin bara uppaftur longri
Mynd: Edvard Joensen
Útróðrarmonnum nýtist ikki at óttast fyri, at møgulig ILA-
sjúka í alibrúkunum fer at skaða toskastovnin
Mynd: Edvard Joensen
Fiskasølustjórin
heldur, at tess meiri
vit tosa og skriva um
fiskasjúkur, tess størri
kann trupulleikin
verða, tí tíðindi
ferðast skjótt
FISKASJÚKUR
Áki Bertholdsen
Fiskasjúkur skulu takast í
fullum álvara. Men vit eiga
eisini at hugsa okkum um,
so at vit ikki gera trupul-
leikan størri, enn hann er.
Tað heldur Hans Jo-
hannus á Brúgv, stjóri á
Fiskasøluni.
Enn vita vit ikki, um tal-
an er um ILA, sum er farið
at gera um seg í Oyndar-
firði.
Men er talan um hesa
sjúkuna, kann støðan gerast
álvarslig.
Men vit kunnu eisini bera
okkum soleiðis at, at vit
gera støðuna verri, enn
neyðugt.
Fiskasølustjórin sigur, at
kjøtvinnan er hart kroyst í
hesum døgum og hjá henni
hevði ein fiskasjúka ikki
verið at kasta aftur.
Tí heldur hann, at vit eiga
ikki at róta meiri í málin-
um, enn neyðugt, tí tíðindi
frættast skjótt.
Stjórin á fiskasøluni sig-
ur annars, at ES hevur ikki
roknað Føroyar sum eitt
sjúkuøki, tí eftir at sjúkan
varð staðfest í Fuglafirði,
hava vit ótarnað kunnað
flutt alifisk út, við eini
váttan um, at hann kemur
ikki úr ILA øki.
– Men fer sjúkan at
breiða seg skal tað takast í
fullum álvara, tí tann
fíggjarligi missurin kann
gerast ógvuliga stórur.
Hann sigur, at í ár fara vit
at útflyta eini 40.000 tons
av alifiski. Útflutnings-
virðið av tí liggur onku-
staðni um eina milliard. So
tað eru øgiligar upphæddir,
vit tosa um.
–Alarar, sum missa
alifisk av sjúku, fáa
ikki endurgjald úr
landskassanum. Men
tað er alivinnan fyri-
reikað upp á, sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður
SJÚKA Í ALIFISKI
Áki Bertholdsen
Alarar, sum missa fisk av
sjúku, fáa onki endurgjald
úr landskassanum.
Tað sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum.
Men hann leggur afturat,
at hetta er alivinnan fyri-
reikað uppá.
Verður endaliga staðfest,
at tað er herviliga fiska-
sjúkan ILA, sum er farin at
gera um seg í Oyndafirði,
kann tað skjótt gerast ein
svárur, fíggjarligur smeitur
fyri føroyska samfelagið.
Í øllum førum verður tal-
an um ein álvarsligt bak-
kast fyri alibrúkið, har
sjúkan er staðfest. Men fer
smittan at breiða seg, kann
tað gerast ein fíggjarlig
vanlukka fyri alt sam-
felagið.
Fólk, sum eru køn í aling,
eru vís í, at tað eru summi
alibrúk, høvdu ikki megnað
at borið ein slíkan miss,
sum alibrúkið í Oyndafirði
verður fyri, um talan er um
ILA.
Í øðrum londum verður
ofta tosað um alment end-
urgjald, tá ið tað verður
neyðugt at drepa dýr fyri at
avmarka smittuvanda.
Men hesa skipanina hava
vit ikki í Føroyum.
Bjarni Djurholm sigur, at
vit hava ein endurgjalds-
grunn til alivinnuna.
Men tað standa ikki meiri
enn einar 15-16 milliónir í
honum, og tað eru pipar-
nøtur, tá ið hugsað verður
um alivinnuna.
Harafturat skal grunnurin
nú fyrst lata endurgjald fyri
missin av ILA sjúkuni í
Fuglafirði nakað síðani.
Tey krøvini eru ikki gjørd
upp enn. Men loypir nakað
av, verður grunnurin tømdir
og síðani verður hann tikin
av.
Bjarni Djurholm sigur, at
alarar fara tí ikki at fáa
fíggjarligt endurgjald úr
landskassanum fyri fíggjar-
ligan miss av slíkum or-
søkum.
– Vinnan hevur ábyrgd-
ina av sær sjálvari og hon
tryggjar seg sjálvan. Tað
halda vit er tað greiðasta og
ruddiligasta, sigur Bjarni
Djurholm. Hann leggur
afturat, at hetta er alivinnan
fyrireikað uppá.
– Vit fylga teimum
forskriftum, sum eru
ásettar. Tí er tað ikki
sannlíkt, at vit verða
blokerað sum aliøki,
sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýris-
maður í vinnumálum
SJÚKA Í ALIFISKI
Áki Bertholdsen
Nú illgruni er um, at hervi-
liga ILA sjúkan er farin at
herja í alibrúki í Oyndar-
firði, verða øll neyðug stig
tikin, fyri at avmarka av-
leiðingarnar mest møguligt.
Tað sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum.
Hann sigur, at tað eru
fastar mannagongdir, sum
verða fylgdar, nú illgruni er
um ILA í Oyndafirði. Talan
er m.a. um at Oyndafjørður
er avbyrgdur, arbeiðsklæðir
skulu sóttreinsast, óvið-
komandi mugu ikki koma á
staðið, o.s.f.r
– Seinni í hesi vikuni
verður endaliga staðfest,
um talan er um ILA ella
ikki. Og verður endaliga úr-
slitið, at talan er um ILA,
verða
uppaftur
aðrar
mannagongdir settar í verk
fyri at smittan ikki skal
breiða seg. Tað fyrsta, sum
tá hendur, er, at fiskurin,
sum er sjúkur, ella hevur
sjúkueyðkenni, verður tikin
og fyribeindur. Fiskurin,
sum so er eftir, verður tikin
so skjótt sum gjørligt, men
hesin fiskurin kann seljast.
Síðani verður aliøkið lagt at
hvíla í eina tíð, áðrenn
aling kann takast upp aftur.
Landsstýrismaðurin
sigur, at tað, sum er
umráðandi fyri okkum, er í
fyrstu atløgu, at fáa staðfest
um talan er um ILA, ella
ikki.
– Er talan um sjúku, er
tað síðani umráðandi at
forða fyri, at smittan breið-
ist.
Hann sigur, so vítt hann
veit, eru tær mannagongdir,
vit hava, í samsvari við tær
áltjóða ásetingar, sum eru
og tí kann hann ikki hugsa
sær, at vit fáa gjørt meiri,
enn vit gera og hava gjørt.
Taka til eftirtektar
Bjarni Djurholm sigur, at
verður
sjúkan
staðfest,
kann ES á pappírinum sýta
fyri, at innflyta alifisk úr
Føroyum verður.
Men hann kann kortini
ikki hugsa sær, at ES tekur
til eftirtektar, at vit fylgja
teimum mannagongdum,
sum eru. Tí heldur hann av-
gjørt ikki, at útflutningurin
av laksi kemur í vanda,
hóast sjúkan verður stað-
fest.
– Men hendir so tað, at
smittan breiðir seg til onnur
øki í landinum, stendur tað
til keyparan at gera av, um
hann vil keypa, ella ikki. Á
pappírium kann ES gera av,
at Føroyar eru eitt sjúkuøki
og nokta fyri at føroyskur
laksur verður innfluttur, til
støðan er broytt.
– Tað, sum nú hendir, er,
at vit boða ES frá, at vit
hava illgruna um ILA. Tá ið
so úrslitið av royndunum er
komið, boða vit ES frá av
nýggjum.
– Men eg kann ikki hugsa
mær, at ES fer at blokera
Føroyar sum aliøki, tí vit
fylgja teimum altjóða for-
skriftum sum eru -og so eru
vit eisini dugnaligir alarar,
sigur Bjarni Djurholm
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Ein av stríðsmonnunum
fyri at varðveita stovn-
um av villum laksi í
Norður atlantshavi, ís-
lendingurin Orri Vig-
fusson
er
ógvuliga
harmur at hoyra, at ILA
sjúkan aftur hevur tikið
seg upp í Føroyum.
– Vit stúra, men vit
hava álit á, at føroysku
myndugleikarnir fara at
gera alt, sum stendur í
teirra makt fyri at steðga
smittuni, sigur hann.
– Vit halda, at nógv
strangari reglur eiga at
vera settar í verk, so-
leiðis at sjúkan verður
fyribyrgd í framtíðini.
Longu nú er sjúkan flutt
úr Noregi til Skotland og
nú Føroyar og vit óttast,
at næsta landið verður
Ísland. Sjúkan er longu í
Kanada og har er hon
eisini staðfest hjá villum
fiski. Hetta er ræðandi.
sigur Orri Vigfusson.
– Vit fara at heita á
allar tjóðir kring Norð-
uratlantshav at gera enn
strangari reglur fyri at
steðga sjúkuni. Vit far at
heita á londinu um at
lóggeva soleiðis, at alar-
ar beinanvegin hava
skyldu at boða frá, tá
slíkar sjúkur taka seg
upp. Hesar reglurnar eru
alt ov linar í dag. Alarar
eru í mongum førum
slett ikki skyldugir at
boða frá, um fiskur gerst
sjúkur. Vit halda, at tað
eigur at verða ein al-
mennur
myndugleiki,
sum ger av, hetit óheft av
alarunum,
hvat
skal
gerast. Hesin skal eisini
hava rættin sjálvur at
grípa inn. Djóralækna-
myndugleikin í teimum
ymisku londunum eigur
at gera eitt betri arbeiði
enn hann ger í dag. sigur
Orri Vigfusson.
– Stóra handilsketan í
Bretlandi,
Marks
&
Spencer
hevur
júst
boðað frá, at eftirlit við
sjúkum má gerast nógv
strangari, skal fyritøkan
framhaldandi selja úr-
dráttir frá alivinnuni,
innaneftirlitið má gerast
strangari, sigur Orri Vig-
fusson.
Orri Vigfusson
FISKIVINNUTÍÐINDI
Orri Vigfusson stúrin
Óttast Ísland verður
næsta landið
Fáa onki endurgjald
Alivinnan hevur nú ábyrgd
av sær sjálvari og fær ikki
endurgjald úr
landskassanum fyri
fíggjarligan miss av sjúku,
ella av øðrum orsøkum, sigur
Bjarni Djurholm
Støðan kann gerast álvarslig
– Vit kunnu sjálvi gera
trupulleikan størri enn hann
longu er, sigur stjórin á
Fiskasøluni, Hans Johannus
á Brúgv
Vit gera tað, vit kunnu