Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 20. mars 2001 21 20 Nr. 55 - 20. mars 2001 Føroyski landsliðs- maðurin skoraði fyrra FCK málið, var við í uppspælinum til hitt seinna og var sera eyðsýndur SUPERLIGA Jóannes Hansen Leygardagin skal landsliðið spæla í Luksemburg. Heima á landi eru lands- liðsspælararnir smátt um smátt við at koma í gongd við steypakappingini. Allir eru kortini greiðir yvir, at talan framvegis er um dystir, sum á ongan hátt eru fullgóð venjing undan stóru avbjóðingunum á altjóða leikpallinum. Tí er tað serliga kærkom- ið hjá teimum á og kring landsliðið og hjá øllum fótbóltshugaðum føroying- um at frætta, at topp- skjúttin, Todi Jónson, er heilt væl fyri. Sunnudagin vitjaði OB í Parkini. FCK vann 2–1, og donsku miðlarnir eru ikki í iva um, hvør var mest eyðsýndi maðurin úti á vøllinum. Saman við fyrr- verandi liðfelagnum, Ka- rim Zaza, sum nú verjir málið hjá OB, var Todi einasti maðurin, sum fekk eitt tíggju tal, og onside var ikki í iva: føroyski lands- liðsmaðurin kom á tað, sum teir rópaugens hold. Hóvastákið kring føroy- ingin var ikki so undarligt. Todi Jónsson skoraði fyrra málið, hann var við í upp- spælinum til 2–0 málið, og tað kom líka sum røringur í, hvørja ferð føroyingurin fekk bóltin. Nýggi álopsspælarin hjá FCK, Heine Fernandez, var leikbannaður. Tí hevði venjarin gjørt av, at Zuma hesa ferðina skuldi mannað álopssessin undir liðini á Toda Jónsson. Teir báðir hava áður funnið væl sam- an í hugflogsríkum og snildum álops myndingum, og soleiðis var tað eisini hesa ferð. Todi setti hol á í 1. hálv- leiki. Thomas Thorninger legði bóltin inn um verjuna, Todi tamdi við høgra beini, áðrenn hann sera hegnisliga við vinstra beini lyfti bóltin upp um fyrrverandi liðfe- lagan Karim Zasa, sum nú verjir OB málið. Tá Zuma økti, átti Todi sín lut í uppspælinum. Eftir innkast frá Niclas Jensen í vinstru, fekk Todi spælt til Zuma, sum sneiddi ein av, áðrenn hann skoraði. OB minkaði um munin, men teir hóttu ikki væl uppi- borna heimasigurin, og tað líkaði teimum umleið trett- an túsund áskoðarunum. Hugaligt Málið hjá Toda var tað sjeynda hjá honum í hesum kappingarárinum. Harvið er hann komin upp á síðuna á Harald Brattbakk. Men norðmaðurin skorar ikki fleiri mál fyri FCK í ár, tí hann er fluttur til Rosen- borg. Todi Jónsson fegnast um, at FCK framvegis er við í toppstríðnum, og hann trívist væl í leiklutinum sum fremsti maður: – Tað er hugaligt, tá tú beinanvegin kemur við í spælið. Eg haldi ikki, at eg hevði nakran annan upp- lagdan møguleika, enn tann, sum eg skoraði uppá. Har vóru onkrir hálvir møguleikar, men ikki meiri enn tað, sigur Todi Jónsson, sum ikki dylur, at tað kendist sum ein lætti at fáa mál: – Tá tú ert fremsti maður, so verður roknað við, at tú skorar mál. Fært tú einki mál, so økist trýstið, og tú kanst rokna við, at venjarin fer at hyggja seg um eftir einum øðrum manni. Ståle og framtíðin Danska pressan hevur gjørt nógv burturúr, at norski liðformaðurin hjá FCK, Ståle Solbakken, fyri einari viku síðani datt um undir venjing orsaka av hjarta stoppi. Hóast nógv hevur verið gjørt burturúr, so er tað merkisvert, at tað hevur ikki eydnast donsku press- uni at fáa liðfelagarnar hjá Ståle Solbakken at siga frá, hvussu teir upplivdu óhugnligu løtuna. Todi Jónsson var til venjing síðsta týsdag, tá dramatiski tilburðurin var, og hann heldur seg til somu linjuna sum liðfelagarnir. Tað vil siga, at hann hevur einki at siga um óhugnaliga til- burðin. Tað hevur verið nógv tosað um, at framgongdin í FCK spælinum í hesum kappingarárinum komst av, at Ståle Solbakken er kom- in á miðvøllin. – Sunnudagin gekk spælið so væl, sum tað ikki hevur gjørt í langa tíð. Men eg ivist ikki í, at tað fara at koma dystir, tá vit fara at sakna Ståle. Ikki minst næstu ferð, tá vit skulu spæla ímóti Brøndby á útivølli. Fyri okkum hevur tann dysturin avgerandi týdning fyri vánirnar at vera við í kappingini um DM, staðfestir Todi Jóns- son, sum fegnast um nýggja málverjan, Thomas Myhre: Hann hevði einar tvær rimmar bjargingar, og hann stýrdi verjuni sera væl. Tað hevði og fer ivaleyst at hava alstóran týdning fyri okk- um. Í fyrsta dystinum fyri ÍF breyt nýggi málverjin beinið og skal nú hava beinið í gipsi í seks vikur SKAÐI Jóannes Hansen Ætlanin hevur verið, at Rúni Joensen skuldi vera málverji hjá ÍF í ár. Gøtu- maðurin, sum umframt at hava spælt í barndóms- felagnum eisini hevur verið í NSÍ, var í málinum, tá ÍF spældi heimadyst í steypa- kappingini ímóti B68 sunnudagin. Men longu í 1. hálvleiki noyddist nýggi málverjin av vøllinum. – Talan var um eitt hendi- ligt óhapp á hála vøllinum. Ein av B68 monnunum hevði stungið bóltin fram- við málverjanum, men so gleið hann, og teir brustu saman. Rúni hevði nógva pínu, læknin kom á staðið, og tað varð staðfest, at talan var um brot nakað oman- fyri øklaknútin. Boðini vóru, at beinið skal liggja í gipsi í seks vikur. Tað var sera óheppið hjá Rúna, heldur Pauli Jarnskor, sum er nýggjur venjari í Fugla- firði. Miðvallarin Mortan Thomsen fór í málið at standa, tí ÍF hevði ongan eykamálverja. Allan Joen- sen, sum var annar av mál- verjunum hjá ÍF í fjør, verjir nú málið hjá LÍF. Tá vit spyrja Paula Jarn- skor, hvør nú verður mál- verji hjá ÍF, svarar hann, at tað veit hann ikki rættuliga: – Eingin annar málverji hevur verið til venjngar, men tann spurningin mugu vit fáa eina loysn á nú bein- anvegin. Erling Joensen hevur verið besti málverjin í Fuglafirði í fleiri ár. Hann siglir, men í fjør var hann málverji, tá hann var heima. Ivaleyst fara Pauli Jarnskor og hinir í ÍF at vita, hvussu tað er við siglingini og frítíðini hjá Erlingi Joensen, áðrenn teir fara aðra staðni at leita eftir málverja. Tað ber ikki til at siga, nær Rúni Joensen aftur verður tøkur ímillum stólp- arnar. Tað verður komið út um krossmessu – 3. mai – áðrenn gipsið verður tikið av. So skal beinið venjast í nakrar vikur, áðrenn hugs- ningur kann verða um fót- bóltsvenjing. Tí er tað neyvan serliga stórt sann- líki fyri, at nýggi ÍF mál- verjin verður at síggja á liðnum í nógvum dystum undan summarsteðginum. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at taka seg upp. Todi dagsins maður i Parkini Tað boðar frá góðum fyri føroyska landsliðið, at Todi Jónsson rættiliga tykist hava funnið stórspælið fram nú Rúni breyt beinið Rúni Joensen, sum her sæst verja NSÍ-málið, hevur fingið eina sera óhepna byrjan upp á kappingarárið Frástøðan upp til hinibotnliðini øktist, tí AGF vann á heimavølli ímóti botnproppinum SUPERLIGA Jóannes Hansen Tað er heilt øðrvísi og nógv minni hugaligt at siga frá gongdini hjá Herfølge í ár, enn tað var fyri einum ári síðani. Fyri einum ári síð- ani tóku Jákup Mikkelsen og liðfelagarnar vikuskifti eftir vikuskifti allan tann danska fótbóltsheimin og meiri afturat av bóli. Í ár gongur minni væl, og sunnudagin varð tað enn eina ferð staðfest, at tað skal nógv til, áðrenn skútan verður bjargað. Silkeborg er oddalið í superliguni, og tí var tað ikki óvæntað, at teir fóru úr Herfølge við øllum stigun- um. Úrslitið var 2–0. Fyrra málið fingu teir beinleiðis upp á fríspark. Í sjón- varpinum tóktist tað, sum Jákup so at siga hevði fingið tak á bóltinum, sum kortini vór í málið: – Eg helt, at eg hevði tak á støðuni. Aftaná iðri eg meg um, at eg ikki beindi bóltinum út um stólpan í staðin fyri at royna at halda honum, sigur Jákup Mikk- elsen. Hann er altíð sera kritiskur við seg sjálvan, men ger – sær sjálvum líkur – einki burturúr, at hann beint undan málinum hevði eina kanón bjarging, tá ein royndi eg úr fimm metrum. Seinna málið kundi før- oyski landsliðsmálverjin ikki gera so nógv við. Tríggir verjuspælarar og tveir álopsspælarar vóru um bóltin, tá hann kom innfyri úr høgru. Tað tóktist sum um ein av verjuspæl- arunum skuldi beina bóltin burtur, men so kom ein av álopsmonnunum ímillum og økti til 2–0. Skaðastova Herfølge hevði fleiri mál- møguleikar, men teir megnaðu ikki at fáa bóltin innum Peter Kjær, sum er annar av málverjunum í danska hópinum til lands- dystin ímóti Kekkia leygar- dagin. – Vit hava trupulleikar at umseta møguleikarnar til mál. At vit hava so nógvar spælarar á skaðalistanum ger ikki støðuna hugaligari, heldur Jákup Mikkelsen og sipar harvið til, at átta av spælarunum, sum í fjør vóru í 1. liðs hópinum, eru skaddir. Støðan hjá Herfølge í botninum í superliguni gjørdist ikki betri av, at AGF, sum er annað av liðunum, ið Herfølge vónar at fáa aftur, vann fekk trý stig. AGF vann 1–0 á botn- liðnum úr Haderslev, sum longu tykiast hava tikið patent upp á annað niður- flytingarplássið. – Teir báðir næstu dyst- irnir verða sera týdningar- miklir fyri okkum. Fyrst skulu vit spæla á útivølli ímóti AB, og so fáa vit vitjan av Haderslev. Um vit skulu bjarga okkum, so mugu vit vinna báðar hesar dystirnar, heldur Jákup Mikkelsen, sum í summar fegin vil siga farvæl við eitt felag í superliguni. AB spældi í gjárkvøldið á útivølli ímóti FC Midt- jylland. Brøndby vann sunnudagin 3–1 á útivølli í Viborg. At Vibog tapti hevði við sær, at FCK legði seg undir liðina á teimum. Lyngby megnaði ikki meiri enn 0–0 á heimavølli ímóti AaB. Komandi vikuskifi er HM undankapping á skránni kring alt Europa. Tá verður ikki spælt í superliguni. 21. umfarið verður annað vikuskifti. Umstøðurnar gjørdu, at tað var torført at spæla, tá ÍF hevði heimavøll í Gøtu LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Viljin at fáa fyrstu oyggj- auppgerðina frá hondini var stórur. ÍF og B68 gjørdu heimadystin hjá fyrr nevnda felagnum burtur av sær sunnudagin, men tey spældu ikki í Fuglafirði. Tá tað var komið fram ímóti dystartíð, var heima- vøllurin hjá ÍF hvítur. Tí varð avgjørt at fara um Varmakeldueið og at spæla í Gøtu, har tað ikki var hvítt, tá dómarin bríkslaði fyrstu ferð. Men tað var skjótt, at umstøðurnar vórðu soleiðis, at tað gekk út yvir spælið. B68 vann 2–1. Øll málini komu í 1. hálvleiki, og toftamenn høvdu skorað tvær ferðir, áðrenn heima- liðið svaraði aftur. Tveir av trimum lands- liðsmonnum hjá B68 skoraðu málini. Øssur Han- sen setti hol á, eftir at hann hevði drigið úr høgru og inn á brotsteigarmarkið, og Fróði Benjaminsen økti, eftir at Marlon hevði spælt skrátt út frá baklinjuni í høgru. ÍF málið kom eftir útspæl frá B68 málverjanum. Temjingin hjá Marloni miseydnaðist fullkomuliga, og Heini Heinason takkaði fyri, tá hann gjørdist leysur. Fleiri nýggir Hjá heimaliðnum var Rúni Joensen í málinum, inntil hann noyddist av vøllinum við brotnum beini. Tá fór miðvallarin Mortan Thom- sen í málið at standa. í trí- manna verjuni vóru Tomek, Torstein Joensen og Viggo Johannesen. Á miðvøllin- um vóru Eyðolvur Pet- ersen, Roy Róin, Mortan Thomsen og Høgni Zacha- riassen. Á toppinum vóru Høgni á Lakjuni, Heini Heinason og Eyðun Ryggs- hamar. Bárður á Lakjuni, sum aftur hevur verið plágaður av skaða, kom inn, men noyddist av aftur vøllinum. Hanus Eliasen og Árni Petersen vórðu eisini skiftir inn. Hjá B68 vóru – sammett við í fjør – fýra nýggj andlit at síggja: Hans Fróði Hansen, Arnold Joensen, John Heri Dam og Messias, sum var á Toftum í fyrra- árið. B68 liðið sá soleiðis út: Magnus Poulsen – Marlon, Jan Petersen, Hans Fróði Hansen, Messias – Arnold Joensen, Fróði Benjamin- sen, Øssur Hansen, John- Heri Dam – Súni Fríði Johannesen, Øssur Jacob- sen. Í 2. hálvleiki komu Bogi Petersen, Jann Ingi Petersen og Marcello inn. Jan Dam og Jákup Eli Olsen fara ivaleyst at vera við í kappingini um pláss- ini. Teir hava báðir verið skaddir, men eru so smátt farnir undir aftur venjing- ina. Støðan, danska superligan vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Silke- borg 20 10 - 8 - 2 32 24 8 38 2 Brøndby20 11 - 3 - 6 50 26 24 36 3 Lyngby 20 11 - 2 - 7 33 33 0 35 4 FCK 20 9 - 7 - 4 33 18 15 34 5 Viborg 20 10 - 4 - 6 35 21 14 34 6 FCM 19 8 - 6 - 5 32 28 4 30 7 OB 20 9 - 2 - 9 32 26 6 29 8 AaB 20 7 - 6 - 7 29 31 -2 27 9 AGF 20 7 - 2 -11 28 38 -10 23 10 AB 19 4 - 7 - 8 26 29 -3 19 11 Her- følge 20 4 - 5 -11 23 42 -19 17 12 Haders- lev 20 1 - 4 -15 19 56 -37 7 Herfølge uppaftur verri fyri Tað gongst sera striltið hjá danska meistaraliðnum, sum nú er í alstórum vanda fyri niðurflyting ÍF–B68 1–2 Nýggj andlit í B68 Hóast teir bitu nakað frá sær, so eydnaðist ikki fuglfirðing- um at taka stig frá B68