týsdagur 20. mars 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 20. mars 2001
19
18
Nr. 55 - 20. mars 2001
Í einum dysti, sum
var meira linligur enn
spennandi, vann StÍF
tryggan sigur á H71
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Strandingar skuldu sunnu-
dagin royna at halda fast
um silvurmerkini, sum teir
hava tókst av hava gott tak á
síðani vetrarsteðgin. Eisini
hóast teir eftir steypafinal-
una høvdu eina sokallaða
down-periodu, har úrslitini
als ikki vóru eftir vild.
Hetta viðførdi, at Kyndil
brádliga var í so nær í stríð-
num um heiðursmerkini,
men sigurin á VÍF miku-
dagin tóktist tó at hava
givið strandingum ein av-
gerandi fyrimun.
Fyrstu løtuna av dystin-
um sunundagin var tó ikki
nógv, sum bendi á, at talan
var um sama lið, sum júst
hevði bast komandi meist-
arunum. John Petersen og
Sveinbjørn Poulsen vóru
ikki tøkir til dystin, men ein
skuldi kortini roknað við, at
H71 ikki á nakran hátt fór
at hótta StÍF.
Hoyvíkingar vóru tó om-
an á stóran part av fyrra
hálvleiki, men seinasta
korterið ella so eydnaðist tó
heimaliðnum at fáa nøkur
mál á rað, soleiðis at teir
vunnu seg framum.
Í seinna hálvleiki tóktust
strandingar eina mest at
hugsa um, at halda fast um
leiðsluna, og uttan stórveg-
is hóvasták varð hetta eisini
gjørt. Seinastu 10 minuttir-
nar ella so, øktu teir brád-
liga nógv um munin, so-
leiðis at máltalvan hóast alt
sýndi ein rættiliga tryggan
sigur, tá avtornaði, hóast
tað sjáldan vóru nakrar
ábendingar um, at so skuldi
verða.
Lág ferð
Ein av leikarunum hjá
heimaliðnum sunnudagin
var Leivur Justinussen, tó
at hann ikki fekk tað nógvu
tíðina á vøllinum.
Eftir dystin metti hann
ikki, at talan var um ein
dyst av teimum allar bestu.
– Tað var ikki nøkur ser-
liga høg ferð á dystinum.
Mann freistast næstan til at
siga, at tað var ein slíkur
dystur, sum roknast kann
við, tá spælt verður móti
einum botnliði.
– Móti endanum av dyst-
inum eydnaðiast tó at fáa
nakað av ferð á, soleiðis at
sigurin hóast alt gjørdist
rættiliga tryggur, men nak-
að stórspæl var ongan tíð
talan um, helt Leivur um
sjálvan dystin.
Sum so var tað heldur
ikki av avgerandi týdningi,
hvussu nógv mál talan varð
um, men hinvegin verður
talan um ein sera týdning-
armiklan dyst komandi
mikudag fyri strandingar.
Tá skulu teir takast við
Kyndil, og eydnast teimum
at vinna tann dystin, fer alt
at benda á, at strandingar
skulu ogna sær silvurmerk-
ini.
Spurdur um tann dystin
sigur Leivur, at teir sjálv-
andi hava ætlanir um at
vinna dystin.
– Tað ætla vit sum so
hvørja ferð vit fara á vøllin,
hóast tað kanska ikki altíð
hevur sæð soleiðis út. Tað
er tó aloftast ein spurningur
um at seta seg nóg væl upp.
Tað sást eisini, tá vit
akkurát megnaðu at basa
Tjaldri, fyri síðani at vinna
á VÍF, so eg vóni, at allir
eru púra klárir til dystin
móti Kyndli, sigur Leivur
Justinussen at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Alexandur Johansen
9, Artur Johansen 9(5),
Marius Joensen 6, Jón Ras-
mussen 5, Costin Dumi-
trescu 3, Kristjan Petursson
2, Andre Danielsen 2, Bent
Djurhuus 1
H71: Halgir Dahl Olesen
9(1), Agnar Højgaard 4,
Johnny Durhuus 3, Eyðun
Højgaard 3, Rolf Mouritsen
2, Rene Dahl Olesen 2,
Annfinn N. Debess 2
Brotskøst: StÍF 5, H71 1
Útvísingar: StÍF 1, H71 1
Dómarar úr Stjørnuni: Geir
Wardum og Carsten Ander-
sen
Stjørnan nærum
vissaði sær silvur-
merkini, tá tær
leygardagin vunnu á
kappingarneytunum
úr Vági
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er einki at ivast í, at tað
vóru tey bæði næstbestu
kvinnuliðini í landinum,
sum skuldu dystast, tá VB
vitjaði í Klaksvík leyg-
ardadgin.
Oddasessurin
hevur í langa tíð verið
lagdur inn í ognina hjá VÍF,
men silvurdysturin hevur
alla tíðina verið beinharður.
Stjørnan fekk ein fyri-
mun í hesum, tá tær tíðliga
í grundspælinum vunnu
útidystin móti VB, men nú
høvdu tær úr Vági so
møguleikan at taka hetta
aftur.
Mistu alt
Fyrsta hálva tíman var
eisini líkt til, at tað var júst
hetta, sum VB ætlaði sær at
gera.
Tær vunnun sær eina lítla
leiðslu, og tá tær aftur ryktu
miðskeiðis í hálvleikinum,
kundu tær fara til hálvleiks
við eini fimm mála stórari
leiðslu.
Stjørnan hevur tó áður
megnað at vunnið á júst
VB, hóast mótstøðuliðið
hevur veirð fleiri mál á
odda, og fyrstu løtuna av
seinna hálvleiki var eisini
líkt til, at tað skuldi eydnast
teimum at taka gestirnar
aftur.
Áðrenn nakran vardi,
høvdu tær strítt seg upp á
javnt, men luftin mundi
fara úr teimum, tá VB so
svaraði aftur við at skjóta
fýra mál á rað.
Tað eydnaðist tó enn eina
ferð hjá heimaliðnum at
toga seg upp, og sum um
tað ikki var nóg mikið,
megnaðu tær eisini at
leggja seg framum, tá einir
fimm minuttir restaðu av
dystinum.
Hesa ferð megnaði VB
ikki at svara aftur, og
úrslitið gjørdist tí ein tepur
sigur til Stjørnuna, sum
eftir øllum at døma tryggj-
aði sær silvurmerkini við
júst hesum sigri.
Hava mist nokk
Venjarin hjá Stjørnuni,
Rógvi
Nielsen,
tóktist
eisini at vera væl nøgdur
um, at tað eydnaðist Stjørn-
uni at vinna týdningarmikla
heimadystin. Ikki minst, tí
tað sá somikið svart út
miðskeiðis í dystinum.
– Sum so spældu vit ikki
so illa fyrra hálvleiki. Ser-
liga í verjuni riggaði spælið
hjá okkum, men hinvegin
gekst meira enn striltið at
skora. VB vardi væl, og tær
dugdu eisini sera væl at
nýta høvdið í álopspæl-
inum, soleiðis at vit ikki
fingu fatur á so nógvum,
hóast eina væl virkandi
verju.
– Í seinna hálvleiki
royndu vit at trýsta ferðina
uppeftir, og hetta eydnaðist
eisini. Vit fingu fatur á
teimum rættiliga skjótt, og
so var dysturin aftur púra
opin, greiðir Rógvi frá.
Tá vit at enda spurdu
hann, um hann helst, at
liðið við hesum hevði
tryggjað sær silvurmerkini,
svaraði hann, at tað roknaði
hann so avgjørt við.
– Vit skulu missa onkur
býtt stig, um tað ikki skal
eydnast, og skal eg vera
púrasta erligur, so haldi eg,
at vit hava tveitt nóg nógv
burtur,
sum
er,
sigur
stjørnuvenjarin at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Dziugyte
10(6), Annika Ljósstein 5,
Joan
M.
Joensen
3,
Andriana Milodanovic 3,
Una Olsen 2
VB: Andrea Lütz 8, Regina
Radó 4(1), Gurið Morten-
sen 3, Mary Krosslá 3,
Kristina Holm 2, Margreth
Augustinussen 1, Eyðbritt
Krosslá 1
Brotskøst: Stjørnan 8, VB 3
Útvísingar: Stjørnan 1, VB
1
Dómarar úr StÍF: Poli Han-
sen og Alexandur Johansen
StÍF–H71 37–25 (14–13)
StÍF heldur kósina
StÍF spílaði seg ongantíð út,
men teir vunnu tó tryggan
sigur móti hoyvíkingum
Stjørnan–VB 23–22 (813)
Stjørnan fer við silvurinum
Tær tykjast greiðar um, at tað nú er Stjørnan, sum liggur best fyri at tryggja sær silvurmerkini
Bert eitt restar nú í,
áðrenn VÍF hevur
staðfest
meistaraskapin.
Dysturin sunnudagin
sýndi greitt, hvussu
einaráðandi tær eru í
deildini
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Ivaleyst hevði VB ætlað, at
okkurt munagott skuldi
koma burturúr, tá tær nýttu
alt vikuskiftið norðanfyri.
Dysturin í Klaksvík
leygardagin kastaði tó einki
av sær, og hóast talan tá
hevði verið um ein javnan
dyst
móti
verandi
meistarunum, so mundu
vónirnar fyri stigum ikki
vera av teimum allarbestu,
tá farið varð á vøllin í
Vestmanna. Eru tær úr
Klaksvík verandi meistarar,
so mugu tær úr Vestmanna
vera komandi, og sunnu-
dagin stðafestu tær enn
einaferð, hví so er.
Skiftu gear
At byrja við var annars talan
um ein hampuliga javnan
dyst sunnudagin. Liðini
bæði fylgdust væl teir fyrstu
20 minuttirnar, og VB hevði
eisini í løtum nevið framm-
an fyri heimaliðið, sum ikki
tóktist at vera komið í rættað
gearið frá byrjan.
Hetta fekk tó eina vend,
tá farið var um miðjuna av
hálvleikinum. Ioana Rápa,
sum fram til tá hevði verið
rættilga einsamøll um mál-
skjótingina, fekk nú brádl-
iga hjálp frá liðfeløgunum.
Sóleyð hótti úti frá, Fríða og
Nicolina fóru at stríðast
sum vant, og tá verjan eis-
ini fekst at rigga, kundi
Manuela soleiðis av og á
seta nøkur skjótálop í
gongd. Alt fyri eitt tóktist
hetta at gerast møtumikið
hjá VB, og seinastu tíggju
minuttirnar undan steðgin-
um, fekk VÍF soleiðis økt
um munin.
Eftir at heimaliðið hevði
fingið togað seg fram um,
var sigurin hjá teimum í
roynd og veru ongan tíð
hóttur. Onkun tíð slapp VB
at nærkast eitt lítið sindur,
men oftast var hetta tá tær
hjá VÍF royndu at spæla
heldur fikst. Eitt nú tá Sól-
ey einar tvær ferðir royndi
seg við smørtum fríspæl-
ingum, sum ístaðin endaðu
við VB álopum. Í roynd og
veru kundi sigurin hjá VÍF
verið størri, men Guðrun í
Lágabø stóð seg gjøgnum-
gangandi væl í dystinum,
og ikki minst tók hon sær
av nógvum royndum frá
Jacklin.
Eru best
Sum sagt, so gjørdist talan
enn eina ferð um eina upp-
vísing frá VÍF, sum sostatt
bert er eitt stig frá at
tryggja sær meistaraheitið.
Umframt stóra munin í
stigum, er málmunurin hjá
VÍF eisini somikið góður, at
tað skal meira enn eitt vanl-
iga gott hugflog til at
ímynda sær, at VÍF ikki
verður meistari.
Orsøkirnar til hetta eru
eisini fleiri, men tær munnu
nú vera viðgjørdar somikið
ofta, eingin orsøk er til at
taka saman um aftur hesar.
Bert kann staðfestast, at
VÍF í ár hevur verið klárt
besta liðið í landskapping-
ini. Tær hava eitt lið, sum er
sterkari enn hini, hevur
betri bóltførleika og ikki
minst eru tær í góðari venj-
ing. Har umframt hevur lið-
ið eisin individualistar sum
Sóley og Ioanu, og hesar
megna nærum hvørja ferð at
taka yvir, um kollektivið
svíkur.
Fyri VB er ikki nógv
annað at gera enn at stað-
festa, at tað so heldur ikki
varð í ár, at tær gjørdust
meistarar. Einki er tó at iv-
ast í, at liðið hjá VB skuldi
gingið eini bjartari framtíð í
møti. Leikaratilfarið er gott,
fyri tað mesta ungt, og verð-
ur rætt borið at, eigur liðið
eisini í komandi árum at
seta sín dám á føroysku
hondbóltstindarnar.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Ioana Rapa 10(4),
Fríða Marjunardóttir 4, Sól-
ey Mikkelsen 4 (1), Niko-
lina
Eyðbjørnsdóttir
3,
Jacklin Durhuus 3(1), Alis
Høghamar 1, Randi Kúr-
berg 1.
VB: Christina Holm 7(2),
Ragina Radó 4, Andrea
Lütz 3, Gurið Mortensen 2,
Eyðis Kjærbo 1, Mary
Krosslá 1.
Brotskøst: VÍF 7, VB 3
Útvísingar: VÍF 3, VB 4.
Dómarar úr H71: Petur
Skeel Dahl & Bárður Brim-
vík. Stýrdu við myndug-
leika tí, sum fyrifórst úti á
vøllinum, men tað vildi tó
verið ynskiligt, at nógva
togaríið varð revsað harðari.
KÍF-Kyndil 29-29 (16-15)
KÍF vinnur ikki á Kyndli
Triðju ferð í ár høvdu
kollfirðingar at kalla
sigurin móti Kyndli í
pottinum, og triðju
ferð í ár eydnaðist
kortini Kyndli at toga
ein javnleik til høldar
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Ikki kann sigast annað enn,
at kollfirðingar í ár hava
verið til stóran ampa fyri
silvurvónrinra hjá Kyndli.
Fýra ferðir hava liðini hitst,
og av hesum hevur tað í
trimum førum eydnast koll-
firðingum at vunnið sær
annað stigið.
At teir í Kyndli hava iðra
seg um hetta, er ikki so
nógv at iðra seg um, men
hinvegin munnu tað tó vera
kollfirðingar, sum hava
størri orsøk at iðra seg um
hetta. Í teimum trimum før-
um, har javnleikur hevur
verið úrslitið, hava kollfirð-
ingar nevnliga havt leiðsl-
una fram til tað bert hava
resta fáir minuttir ella sek-
und av dystinum, og júst
hetta var eisini talan um
sunnudagin.
Javnt allan vegin
Ikki tí, tá var ongan tíð sol-
eiðis, at nakar stóru rmunur
skilti liðini. Í fyrra hálvleiki
gekk alla tíðina javnt á, og
var tað nakar av pørtunum,
sum átti munin, so var tað
Kyndil. Hetta einamest tí
kollfirðingar høvdu við at
byrja upp fyri skotunum frá
Bjarna Wardum.
Fram móti endanum av
hálvleikinum eydnaðist tó
kollfiðingum at toga seg
framum, men fyrsta korter-
ið av seinasta hálva tíman-
um leikaði tó framvegis
javnt á.
Tá fekk KÍF knappliga
eina stak góða periodu, har
teir við fýra málum á rað
syrgdu fyri, at teir rættiliga
fingu lagt sjógv millum seg
og mótstøðuliðið. Ikki minst
var hetta takka veirð Óla
Christiani í málinum, men
eisini teir báðir útlending-
arnir gjørdu nógv um seg
úti á vøllinum.
Somikið nógv fingu teir
burtur úr, at Kyndil eftir
hetta fór út at mansverja
báðar, í eini roynd at venda
dystinum. Tað eydnaðist
teimum eisini á hendan hátt
at toga seg inn á mótstøð-
una. Jónleif Sólsker tóktist
púra órørdur av trýstinum,
sum nú lág á kyndilsmonn-
um, og við fríspælingum til
Janus Einar, umframt onkr-
um máli frá egnari hond,
hevði hann eftir stuttari løtu
togað Kyndil upp aftur á lið-
ina á heimaliðinum.
Hetta viðførdi eisini, at
trýstið á KÍF leikararnar
gjørdist sera stórt. Teir
fingu tillutað eitt brotskast,
men hetta varð misnýtt av
leikandi venjaranum, og tá
Bjarni so skoraði upp á sína
rond frá sjey metrum, hevði
Kyndil knappliga lagt seg á
odda.
Tað eydnaðist kollfirðing-
um at javna, men við 50
sekundum eftir, skuldu
kyndilsmenn havt góðar
stundir at gera eina seinastu
álopsroynd. Kollfirðingar
løgdu tó alt í verjupartin
hesa løtuna, og hóast tað
kostaði tvær útvísingar, so
kom stigið til høldar, tá Óla
Christian vardi fyri seinastu
kyndilsroyndini.
Silvurdysturin
Hvat stigamissurin hevur at
siga fyri silvurvánirnar hjá
Kyndli, er ilt at siga, men í
øllum førum munnu tær
vera viknaðar nakað. Hin-
vegin hava kollfirðingar
eisini hjálpt Kyndli, við at
vinna á útivølli móti StÍF.
Avgerðin um hetta fellur
helst partvíst mikukvøldið,
tá Kyndil tekur móti strand-
ingum, og meðan hetta fer
fram, kunnu kollfirðingar
bert sita og iðra seg um, at
teir ikki fóru undir stiga-
savnanina
nakað
fyrr.
Høvdu teir tað, er einki at
ivast í, at teir vóru ein part-
ur av stríðnum, men sum
støðan er nú, so eru teir í
einum slag av ongamanna-
landi, har tað hvørki ger til
ella frá, hvørt teir vinna ella
tapa, men treiskir sum teir
eru, so sæst hetta tíbetur
ikki aftur í avrikum teirra.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
KÍF: Durica Tomic 8(4),
Iljan Topic 8, Jákup Dam 5,
Petur M. Johansen 5, Petur
M. Poulsen 2, Kristjan
Madsen 1
Kyndil:
Bjarni Wardum
10(5), Jónleif Sólsker 6,
Hans Áki Dal Christiansen
5, Regin Petersen 3, Janus
Einar Sørensen 3, Hanus
Jensen 1, Heini Bendtsen1
Brotskøst: KÍF 5, Kyndil 5
Útvísingar: KÍF 7, Kyndil 5
Dómarar úr H71: Petur S.
Dahl og Bárður Brimvík.
Hóast talan var um ein
rættliga rótutan dyst, so
høvdu teir fyri tað mesta
tamarhald
á
tí,
sum
fyrifórst á vøllinum.
VÍF-VB 26-18 (13-9)
Eitt stig eftir á mál
Tá tað sá svartast út hjá Kyndli, var tað fyrst og fremst Jónleif Sólsker, sum syrgdi fyri, at tað
hóast alt gjørdist talan um eitt stig til teir grønu
Mynd: Álvur Haraldsen
Hevði tað ikki verið fyri eina væl spælandi Guðrun í VB
málinum, kundi talan lættliga verið um ein størri sigur hjá
VÍF
Mynd: Álvur Haraldsen