Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 20. mars 2001 17 16 Nr. 55 - 20. mars 2001 Tað sást týðiliga, at talan var um fyrsta veruliga dystin á árinum, tá B36 og GÍ hittust í Gundadali leygardagin LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Heilt fitt av fólki høvdu leitað sær oman í Gunda- dal, tá GÍ kom á vitjan hjá B36 í fyrsta veruliga dyst- inum hjá feløgunum hetta kappingarárið. Ivaleyst gjørdi stillføra veðrið sítt til, at somikið nógv høvdu leitað sær om- an, men ikki minst mundi tað fyri heimaáskoðararnar telja við, at nú fingu tey høvi til at síggja stjørnu- setta B36 liðið, sum mong rokna við fer at spæla við í oddinum í ár. Skeivur hugburður Lat tað bara verða sagt beinan vegin. Tað er væl hugsandi, at B36 fer at hava ein leiklut í oddinum í ár, men skulu teir tað, skal hugburðurin hjá leikarun- um vera ein heilt annar, enn hann var leygardagin. Spælið gekk sera seint fyri seg stóran part av tíðini. Ikki bert hjá heima- liðnum, tí hjá gestunum gekk tað heldur við tí tí øgiligu ferðini. Teir tóktust tó nakað betri skipaðir í útgangsstøðnum, men tað var tó heimaliðið, sum kom á odda, tá knappur hálvur tími var farin, og tað var vorið sum mál. Hans Pauli Petersen tveitti seg fram um Jákup á Borg, tá ein bóltur varð sendir innfyri, og hann gjørdi ikki mætari enn at stútað bóltin upp í mál- hornið. Við tveimum tøttum mál- um eydnaðist tó GÍ at venda dystinum fyri steðg- in. Fyrst kunbdi Óli Hansen gera sær dælt av eini misskiljin millum Rene Torgarð og Andrzej Pacek, og síðani var B36 leikari óheppin at beina bóltin í egið mál. Fleiri hildu, at Bartal Eliasen átti seinasta fótin á, men dómarain skrá- setti hendingina sum sjálv- mál. Deydligt Í seinna hálvleiki hendi millum lítið og einki størsta partin av tíðini. Heimaliðið megnaði ikki at koma fram við væl skipaðu gestunum, og GÍ tóktist hinvegin ikki so ógvuliga áhugað í at skapa nakað. Teir høvdu eina leiðslu, og hesa hildu teir eisini fast um í 35 minuttir. Tá eydnaðist tað júst innskifta Bjarna Prior at sneiða fram við málverjan- um, og trilla bóltin móti málinum, har Jákup á Borg gav kúluni seinasta skump- ið. GÍ leikarar vóru ónøgd- ir, tí teir mettu talan vera um rangstøðu, men málið stóð í øllum førum við. Nakað seinni vildu GÍ hava brotsspark, men dómarin tóktist ikki ansa armin hjá Bjarna, og so kundu liðini býta stigini ímillum sín. Kanska ikki heilt óhósk- andi, tí hvørgin parturin vísti nakað serligt hendan dagin, og fyri áskoðararnar hjá báðum er at vóna, at liðini bæði fara at spenna seg væl meira, tá bólka- spælið í steypakappingini er av, og dystirnir av álvara gerast týdningarmiklir. Dysturin í tølum: 1-0: Sjálvmál 27. 1-1: Óli Hansen 33. 1-2: Sjálvmál 40. 2-2: Jákup á Borg 80. Dómari: Oddmar Andreas- sen Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið Bólkur 1 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B68 1 1 - 0 - 0 2 1 1 3 2 KÍ 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 3 B71 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 4 ÍF 1 0 - 0 - 1 1 2 -1 0 Bólkur 2 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 1 1 - 0 - 0 14 3 11 3 2 B36 1 0 - 1 - 0 2 2 0 1 3 GÍ 1 0 - 1 - 0 2 2 0 1 4 TB 1 0 - 0 - 1 3 14 -11 0 Bólkur 3 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 1 1 - 0 - 0 5 1 4 3 2 NSÍ 1 1 - 0 - 0 2 0 2 3 3 EB/Streymur 1 0 - 0 - 1 0 2 -2 0 4 FS Vágar 1 0 - 0 - 1 1 5 -4 0 Bæði John Petersen og Sámal Joensen hava fingið álitis- størv, nú teir eru komnir aftur úr Íslandi FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað hevur leingi ligið í luftini, at hvørgin av lands- liðsleikarunum, John Peter- sen og Sámal Joensen, skuldu fara aftur til Íslands, har teir í fjør vóru við á liðnum hjá Leiftri. Tíðindini eru ongan tíð blivin váttaði, men leygar- dagin var so sjón fyri søgn, at teir nú eru aftur at finna í teimum feløgum, haðani teir fóru til Íslands. Álitisstørv Tað tykist eisini greitt, at í báðum feløgum er gleðin um at hava leikararnar aftur sjónlig. Báðir høvdu teir nevnliga 10-talið á ryggin- um, og báðir vóru teir eisini liðformenn, tá teir í fyrsta veruliga dystinum á árinum skuldu royna seg. Tað er nú heldur einki at ivast í, at tað fyri bæði liðini er ein veruligur styrkur at hava leiakararnar á liðnum. GÍ hevði eitt hitt vánaligasta kappingarár í fyrstu deild í fjør, men fekk tó bjargað sær løgmans- steypið, sum teir nú eru í ferð við at verja. Hjá B36 gekk hóast alt nakað betri, men stórur partur av stigunum hjá teimum varð fingin til vegja, áðrenn John Petersen eftir fimta umfar takkaði fyri seg. Bæði John Petersen og Sámal Joensen eru nú aftur í ávíkavist B36 og GÍ Mynd: Álvur Haraldsen B36–GÍ 2–2 (1–2) Sovandi byrjan Mong hildu at Bartal Eliasen skuldi verið skrásettur fyri seinna málið hjá GÍ Mynd: Álvur Haraldsen Tveir 10’arar Tað var staðfest, at TB er so nógv tað veik- asta liðið í bólkinum, tá HB vitjaði á Sev- mýru um vikuskiftið LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Ikki kann sigast annað enn, at HB leikararnir fingu eina sera bleyta byrjan upp á kappingarárið, tá teir í fyrsta veruliga dystinum skuldu royna seg móti TB. Munurin millum tær báð- ar bestu deildirnar er vorð- in alt meira sjónligur seinnu árini, og við stór- sigrinum hjá HB varð hann staðfestur við sjey-tumma seymi. Teir ungu gera um seg Sum skilst á leikarunum hjá HB, so var talan um ein dyst, sum fult út samsvarar við úrslitið. Tað vil siga at HB fyri tað mesta sat á øll- um, men tá so allir á liðn- um vildu sleppa fram at í málveitsluni, gjørdist eitt sindur rúmligari hjá heima- liðnum, sum sostatt fekk pyntað nakað um úrslitið. Annars mundi tað vera hugaligt hjá HB viðhalds- fólkunum, at Rókur F. Jes- persen eisini kom á mál- skjúttaralistan í hesum dystinum. Hann hevur er júst fyltur 16 ár, og hevur sostatt loyvi at spæla vaksnamannafótbólt, og eftir úrslitunum í venjingar- dystunum at døma, er so avgjørt talan um ein áleypara, sum fer at geva teimum reyð/svørtu við- haldsfólkunum nógvar góð- ar løtur komandi árini. Líkt er sostatt til, at tann aldan av ungum leikarum, sum í fjør setti sín dám á HB liðið bara tykist at halda fram. Tað varð beinan vegin mett, tá luturin um bólkar- nar varð kastaður, at tað fóru at verða HB, B36 og GÍ sum skuldu kappast um atgongumerkini, og einki í dystinum á Sevmýru tykist at broyta nakað upp á hesa meting. Dysturin í tølum 0-1: Bárður Mortansson 2. 0-2: Bárður Mortansson 12. 0-3: Jón Rí Jacobsen 14. 1-3: Eystein Jacobsen 15. 1-4: Hallur Danielsen 22. 1-5: Rógvi Jacobsen 29. 1-6: Jón Rói Jacobsen 42. 1-7: Bárður Mortansson 52. 1-8: Rógvi Jacobsen 54. 1-9: Rúni Nolsøe 64. 1-10: Rókur Jespersen 70. 1-11: Vagnur Mortensen 73. 1-12: Rókur Jespersen 74. 2-12: Kai Roest 78. 2-13: Rógvi Jacobsen 83. 3-13: Dan Mortensen 83. 3-14: Bárður Mortansson 90. Dómari: Birgir Sondum Spælandi venjarin hjá VB kom á vøllin sein- asta hálva tíma og skoraði trý mál LØGMANSSTEYPIÐ Eyðun Klakstein Føroyameistararnir úr VB vunnu stóran sigur á FS Vágum, sunnudagin, men tá hálvur tími var eftir at spæla, vóru vágamenn á odda 1-0. Smáskaddi Krzysztof Popczynski setti seg sjálvan á vøllin, og so fekk VB hol á beinanvegin. Krzysztof javnaði til 1-1, og løtu seinni legði VB seg fram um við brotssparki, sum Krzysztof eisini tók sær av. Robert Cieslewicz skor- aði síðani til 3-1, áðrenn Krzysztof enn einaferð var á rætta staðnum og gjørdi tað til 4-1. Palli August- inussen skoraði seinasta málið í dystinum til enda- liga úrslitið 5-1 til VB. Nýggjar útlendingar FS Vágar løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki, tá nýggi útlendski spælarin hjá teimum, Vlad, teir rópa, sendi eitt fríspark beinleið- is í málið. Vágamenn høvdu tríggj- ar nýggjar útlendskarar spælarar á liðnum, og teir eru ættaðir út Letlandi og Litava. VB hevði sum dysturin leið greiða yvirvág í spæl- inum, og teir spældu til tíð- ir væl. Tað gekk tó strilti hjá teimum at fáa nakað mál, og ikki fyrr enn spæl- andi venjarin kom á vøllin, koma glið á við málskjót- ingina. Dysturin í tølum 0-1: Vlad 1-1: Krzysztof Popczynski 2-1: Krzysztof Popczynski, br. 3-1: Robert Cieslwicz 4-1: Krzysztof Popczynski 5-1: Palli Augustinussen TB-HB 3-14 (1-6) Munurin millum deildirnar økist Tað var ikki ofta, at TB var fyrri á bóltinum, men hesa ferð eydnaðist so myndamanninum at fanga eina slíka støðu Mynd: SjH VB-FS Vágar 5-1 (0-1) Krzysztof vendi dystinum EB/Streymur-NSÍ 0-2 (0-1) Runavíkingar onga lætta uppgávu Ungu spælararnir hjá EB/Streymi stríddust óføra væl, men NSÍ vann dystin 2-0 LØGMANSSTEYPIÐ Eyðun Klakstein Leygardagin var NSÍ á vijan á Mølini á Eiði. Dysturin ímóti nýggja liðn- um í 1. deild, EB/Streymi, gjørdist júst so trupul, sum runavíkingar høvdu roknað við frammanundan. Ungu spælararnir á liðnum hjá EB/Streymi eru ídnir, stríðast væl og spæla stundum góðan fótbólt. NSÍ kom á odda eftir eitt lítið korter, tá Christian Høgni Jacobsen legði ein bólt inn fyri úr síðuni. Eddie Mikkelsen var klárur inni við málið, og hann sendi bóltin høgt í málið. Hálvleiksstøðan var 1-0, og fyrri hálvleikur hevði verið javnur í spælbýti. Heimaliðið trýsti NSÍ byrjaði væl í seinna hálvleiki, og teir øktu eisini til 2-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hetta málið líktist tí fyrra málinum, men hesaferð var tan Ian Højgaard, sum hevði seinasta fótin á. Eftir at NSÍ hevði lagt seg fram um 2-0, tók EB/Streymur yvir. Teir trýstu fyri at fáa eitt mál, men tað eydnaðist teimum ongantíð, hóast teir høvdu tveir stórar kjansir, og eisini spældu seg til fleiri hornaspørk seinasta partin av dystinum. Dysturin endaði sostatt við sigri til runavíkingar, sum harvið fingu góða byrjan í bólkaspælinum í steypakappingini. Dysturin í tølum: 0-1: Eddie Mikkelsen 0-2: Ian Højgaard Ikki fyrrenn venjarin kom á vøllin fingu vágbingar nakað at fegnast um EB/Streymur tapti 2-0 í fyrsta heimadystinum á árinum