týsdagur 20. mars 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 55 - 20. mars 2001
Nr. 55 - 20. mars 2001
25
Eftir at grundspælið
bert hevur givið
Sóljuni ósigrar,
eydnaðist loksins
vágagentunum at
bjarga sær tvey stig, tá
Kyndil vitjaði
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað hevur verið tungur
burður hjá Sóljuni, nú liðið
hetta kappingarárið hevur
roynt seg í bestu kvinnu-
deildini. Alla tíðina hevur
setningurin verið at bjarga
plássinum í deildini, og
størsta partin av tíðini
hevur verið líkt til, at hetta
stríðið fór at vera til fánýtis
hjá teimum.
Eftir at tær í grundspæl-
inum vunnu heimadystin
móti Tjaldri, hevur talan
bert verið um ein einstakan
javnleik í Runavík, men
meðan runavíkingar síðani
hava fingið styrk, hava tær í
Vágunum mist toppskjútt-
an. Síðani tá hevur tað alla
tíðini líkst einari niðurflyt-
ing, og ikki minst varð
hetta staðfest, tá tær vitjaðu
hjá Tjaldrinum.
Høvdu tak á
Møguliga er tó ikki øll vón
sløkt hjá Sóljuni. Sunnu-
dagin høvdu tær vitjan av
Kyndli, og hóast tað var eitt
sera óvæntað úrslit, so var
tað kortini ikki óuppiborið,
skilst.
Sóljan var alla tíðina tað
av liðunum, sum hevði
munin á máltalvuni, tó at
talan ikki var um nakran
stóran mun. Fyrra hálva
tíman vóru eitt og tvey mál
mesti munurin, fram til
Sóljan seinastu løtuna skeyt
trý mál á rað.
Hetta skuldi eisini vísa
seg at verða ein sera avger-
andi løta, tí eftir hetta
megnaði Kyndil ongan tíð
at stríða seg heilt upp ímóti
heimaliðnum. Heldur ikki
tá hesar tvær reisur við
stuttum millumbildi vórðu
raktar av tveimum útvísing-
um.
Stríddust
Ein av leikarunum á liðnum
hjá Sóljuni er Sólja Niel-
sen, og einki er at taka seg
aftur í, at hon var fegin um
tey bæði stigini, sum vága-
genturnar høvdu bjargað
sær.
– Orsøkin til sigurin var
fyrst og fremst tann, at vit
tóktust meira uppsettar til
hendan dystin, enn vit hava
verið fleiri av undanfarnu
dystunum. Vit stríddust
meira enn vit plaga,. og tá
vit so eisini høvdu leiðsl-
una nær um alla tíðina, so
skumpaði hetta sjálvandi
eyka undir okkum.
– Vit fingu tó nakað av
trupulleikum, tá tær móti
endanum skiftu til eina 5-1
verju, men tíbetur eydnað-
ist tað okkum kortini at
halda fast, sigur hon um
dystin.
Móti Tjaldri
Spurd, hvussu tað ber til, at
úrsltiini kunnu vera so-
mikið óstøðug, sum tey
hava verið hjá Sóljuni í
seinastuni, vísir hon aftur á,
at tær mugu stríðast í hvørj-
um dysti.
– Tá vit vóru í Klaksvík,
vistu vit undan dystinum, at
vit
ongan
møguleika
høvdu, og úrslitið varð
eisini hareftir, var svarið vit
fingu til hetta.
At úrslitið móti Kyndli
hevur givið Sólju og Sólj-
uni betri mót til komandi
dystirnar, sum helst skulu
tryggja liðnum móti nið-
urflyting, er einki at ivast í.
Sólja ivast tó ikki í, at tað
verður í seinasta dystinum
móti Tjaldrinum, at hetta
skal gerast.
– Eg rokni ikki við, at vit
koma at hava nakran ser-
ligan møguleika móti VB
og Neistanum, so hesir
dystir verða helst nýttir
sum eitt slag av venjing,
har vit fyririeika okkum til
dystin móti Tjaldrinum,
sigur hon at enda.
Tað er eisini líkt til, at
talan fer at verða um ein
altavgerandi dyst, tá Sóljan
á seinasta leikdegi fer at
takast við Tjaldur. Í løtuni
hava bæði liðini fýra stig,
men Tjaldur má tó sigast at
hava møguleika at rykkja
nakað frá, tá tær á heima-
vølli skulu royna seg móti
Kyndli. Undir øllum um-
støðum verður tað millum
Tjaldur og Sóljuna, at
stríðið um niðurflyting skal
standa, og so má tíðin vísa,
hvørt av liðunum skal
skifta um við StÍF, sum frá
komandi kappingarári aftur
verður at síggja í bestu
deildini.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Sóljan: Hertha Simonsen 7,
Louisa Jørgensen 4, Sólja
Nielsen 4, Marjun Jørgen-
sen 2, Jóhann i Horni 2,
Heidi Haraldsen 2, Heidi
Maria Akdselsen 1
Kyndil: Jórun Ludvic 7(2),
Lotte Sørensen 5(3), Jensia
Petersen 3, Ingrid Petersen
1, Kristbjørg Petersen 1,
Erla Smith 1, Óluvá Dals-
gaard 1
Brotskøst: Kyndil 6
Útvísingar: Sóljan 2
Dómarar úr VÍF: Ingi Olsen
og Símun Olsen
Máltindurin:
Ioana Rapa
VÍF
167
(40)
Simona Dziugyte
Stjørnan
145
(34)
Regina Radó
VB
131
(34)
Sóley Mikkelsen
VÍF
123
(41)
Annika Thomsen
Neistin
122
(21)
Andrea Lütz
VB
111
(9)
Lotte Sørensen
Kyndil
105
(50)
Jórun Ludvig
Kyndil
99
(16)
Vesna Tomajek
Stjørnan
96
(27)
Nicolina Eyðbjørnsdóttir
VÍF
94
Fríða Marjunardóttir
VÍF
94
(9)
Gurið Mortensen
VB
92
(5)
Anna K. Samson
Stjørnan
91
(1)
Beinta Joensen
Tjaldur
77
(12)
Annika Ljósstein
Stjørnan
70
(7)
Halgir D. Olesen
H71
189
(37)
Bjarni Wardum
Kyndil
159
(48)
Dorica Tomic
KÍF
127
(34)
Ingi Olsen
VÍF
123
(32)
Artur Johansen
StÍF
123
(44)
Sverri Justinussen
Tjaldur
121
(16)
Sámal Joensen
VÍF
108
(9)
Áki Olsen
VÍF
103
(8)
Costin Dumitrescu
StÍF
102
(27)
Jónleif Sólsker
Kyndil
99
(23)
Martin Hummeland
VÍF
95
Mortan Hansen
Tjaldur
80
(3)
Alexandur Johansen
StÍF
78
(2)
Kári Mortensen
Neistin
78
(16)
Zoran Sarcevic
Tjaldur
78
(38)
Støðan 1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
9
9 - 0 - 0
632
339
293
30
2 Stjørnan 8
6 - 0 - 2
544
420
124
22
3 VB
9
5 - 0 - 4
548
438
110
19
4 Neistin
7
5 - 0 - 2
414
404
10
15
5 Kyndil
8
1 - 1 - 6
461
558
-97
8
6 Tjaldur
8
1 - 1 - 6
307
512
-205
4
7 Sóljan
9
1 - 0 - 8
340
575
-235
4
Støðan 1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
8
7 - 0 - 1
644
482
162
26
2 StÍF
9
6 - 1 - 2
614
542
72
21
3 Kyndil
8
4 - 2 - 2
563
512
51
18
4 Neistin
8
5 - 0 - 3
491
499
-8
16
5 KÍF
8
3 - 2 - 3
486
534
-48
11
6 H71
9
1 - 0 - 8
533
617
-84
6
7 Tjaldur
8
0 - 1 - 7
458
603
-145
4
Sóljan–Kyndil 22–19 (12–9)
Endiliga vann Sóljan
Sólja Nielsen fegin um sigurin á Kyndli, og nú tykist møguleikin kortini at vera til staðar hjá vágagentunum
KONSERT
Elinborg Joensen
Leygarkvøldið
skipaði
HeimaMissiónsUngdómur
(HMU), fyri einari gospel-
konsert í Runavík. Hetta er
fyrstu ferð at HMU skipar
fyri slíkum tiltaki. Og sig-
ast má, at tað var væl-
eydnað. Eini 1000 fólk
høvdu leitað sær inn í
Ítróttarhøllina at lurta eftir
VOX, MMM og I Am
Fyrst á pallin var ung-
dómskórið VOX, ið fyri tað
mesta er mannað við ung-
dómi úr Eysturoynni. Men
eisini eru nakrir sangfuglar
aðrastaðni frá. Og sang-
fuglar er rætta orðið um
kórið. Rútmisku gospeltón-
arnir saman við hesum
frálíku røddum, bergtóku
áhoyrarafjøldina. Tónleik-
ararnir, saman við kórleið-
aranum Ásbjørn Berthel-
sen,
hava
eisini
rós
uppiborið. Lógvabrestirnir
hoyrdust,
bæði
meðan
kórið sang, og ikki minst
aftaná. So væleydnað var
framførslan, at tey vórðu
rópt uppaftur á pallin.
Kórið hevði bert enskar
sangir á skránni, men tað
hevði tó ongan týdning, tí
áhoyrarafjøldin fyri tað
mesta var ungdómur.
Næst vóru MMM úr
Vágunum, sum eisini hava
luttikið í Prix Føroyum. Tey
framførdu alt frá gospel/
rock tónleiki til ein pepp-
aðan ”Tú alfagra land
mítt”! Summi løg ið tey
spældu, vóru kend løg, ið
aðrir bólkar hava givið út,
t.d. ”Testify” hjá Avalon,
This little light of mine, og
aðrir. Men eisini vóru
nýggir sangir, ið fyrstu ferð
vóru framførdir á Prix
Føroyum. Heldur ikki her
sluppu áhoyrararnair at
standa hendur í lumma. Um
teir ikki hoppaðu áður, so
máttu teir nú røra seg
kortini. MMM gjørdi ikki
mætari enn at tríva í
”Høvur, akslar, knø og
tær”, meðan áhoyrararnir
gjørdu tekn til. Tey duga
framúr væl at improvisera.
Tað var t.d. neyvan ætlanin
at syngja tjóðsangin. Her
komu teirra tónleikaligu
evni rættiliga til sjóndar.
Tey eru óføra góð, til at fáa
áhoyrararnar at liva seg inn
í tónleikin. Ein sera væl-
eydnað framførsla.
Ein steðgur var, har ein
kundi ogna sær fløgur og
bøkur. Eisini vóru vaflur og
ein kaffimunnur til keyps.
Og allatíðina kundi ein
keypa sær sodavatn, og
annað at leska seg við
Áðrenn I Am fór á pallin,
hevði Finn Johannesen úr
Klaksvík eina andakt. Hann
legði út við at vísa eitt
kynstur, har hann fekk fyrst
ein, og síðani tveir og
tríggjar gullfiskar - úr
pappíri væl at merkja - at
hoppa ímillum trý bond.
Hann snýtti okkum øll. Vit
skiltu ikki, hvussu hann
fekk fiskarnar at hoppa
ímillum bondini.
Somuleiðis er tað ein
annar ið roynir at snýta
okkum. Hann eitur Illi-
maður. Hann roynir alt hvat
hann kann at fáa okkum
burtur frá okkara kristnu
trúgv. Síðani vísti hann
okkum eitt brot úr einum
sangi hjá DC-talk, við
videokanón. Brotið ljóðar
soleiðis:
”What
if
I
stumble, and what if I fall?
What if I lose my step, and
I make fools of us all? Will
the love continue, when my
walk becomes a crawl?
What if I stumble, and what
if I fall? Á føroyskum
ljóðar hann nakað soleiðis:
”Hvat um eg snávi og falli,
hvat um eg missi fótafestið,
og geri øll til neyðardýr?
Heldur kærleikin fram, tá
ið eg krúpi ístaðin fyri at
ganga? Hvat um eg snávi,
og hvat um eg falli
Hann helt fram: ”Fyri
tveimum árum síðani, var
eg nær deyðanum. Lívs-
tráðurin kundi verið kvett-
ur, tá eg var 21 ára gamal.
Eg lá í briminum í Mikla-
dali, tí eg var áhaldsin og
datt. Vinmaður mín sá meg
koma undan, men so var eg
undir aftur. Tá bað eg til
Guð, og segði at nú kundi
eg ikki meira, men tú kanst.
Tá fekk eg føturnar á
klettin, men alt í einum
kom brimið, og tók meg
útaftur. Vinmaður mín sá
meg ikki longur, men Guð
misti meg ikki úr eygsjón.
Tá klintraði eg upp í
gjøgnum bergið, og eg var
bjargaður. Heimafturkomin
opnaði eg bíbliuna á einum
tilvildarligum stað. Tað
fyrsta eg lesi, eru orðini úr
sálma 40. ”Eftir Harranum
eg havi trúliga bíðað, og
hann seg boygdi til mín og
hoyrdi mítt róp. Hann dró
meg upp úr undirgangsins
djúpi, úr tí botnleysa díki;
hann setti mínar føtur á
klettin og gjørdi føst míni
fet.”
Á sama hátt, bjargar Guð
okkum tá Illimaður hevur
snýtt okkum, og vit snáva
og falla. Tá setir hann
okkara føtur á klettin sum
eitur Jesus. Og tá hevur
Illimaður einki vald. Tað
kann vera so skjótt at okk-
ara lívstráður verður av-
kvettur. Tá er tað umráð-
andi, at okkara føtur standa
á klettinum Jesus.”
Eftir andaktina kom I Am
á pallin. Og nú ”flippaðu”
áhoyrararnir rættiliga út.
Lógvabrestirnir hoyrdust
frá fyrsta til síðsta minutt.
Og serliga tá sangurin
”Alla leið” varð spældur. Ei
undur í, hann hevur jú ligið
á ovastu rók í 15 teimum
bestu. Og ikki bert tað.
Orðini eru persónlig, og
kristni boðskapurin kemur
til sín rætt. Tað er eisini eitt
pluss, at sangurin er før-
oyskur, so at øll kunnu
skilja tekstin. Annars vóru
ølll løgini á enskum. Í
løtuni er I Am, helst tann
fremsti gospelbólkurin í
landinum. Teir komu víð-
ari í innleiðandi Prix Før-
oyar umfarinum á Strond-
um.
Tá
I
Am-manningin
hevði spælt eina løtu, kom
VOX upp aftur á pallin.
Hesaferð saman við I Am.
Tað ljóðaði vakurt tá tey
sungu ”Kærleiki er tað eg
gevi tær..”. Ein slóðbrótan
innan gospelrock- og rút-
miskan kórtónleik
Allir bólkarnir komu væl
frá tí, hóast tað átti at verið
ein skrá, so ein lættari
kundi hildið skil á, og eisini
aftaná kundi minst til, hvat
var á skránni. Samanum-
tikið var hetta eitt væleyd-
nað tiltak, ið vit vónandi
fara at síggja meira til í
framtíðini.
Væleydnað gospelkonsert
Tey syngja Harranum prís
Frálík gospelløta í Runavík
Tey sungu og Harrin var mitt ímillum teirra