týsdagur 20. mars 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 20. mars 2001
27
26
Nr. 55 - 20. mars 2001
Mannbjørn J.
Jacobsen
Føroyar er seinasta eftir-
verandi hjáland í Europa.
Hetta ger at støða okkara
verður
samanborin
við
minnilutar, upprunafólk og
frumfólk í øðrum londum.
Politikkarnir meintu tað
ikki
Fólkaatkvøða var í 1946,
sum vísti meiriluta fyri
loysing, men var hon ikki
sett í verk, men uppskotið
sum tapti, uppskotið hjá
donsku stórnini um Heima-
stýri, annað av tveimum.
Lóggildið hjá Heimastýr-
inum var at politikarir
aftaná valið søgdu, at teir
ongantíð høvdu meint at
uppskotið
um
loysing
skuldi setast í verk, vann
tað.
Eitt lógarbrot avtrat gav
grundarlag fyri at seta
tapandi uppskotið í gildi, at
kongur upploysti løgtingið
og undir hernaðarhøttan
útskrivaði nýval.
Tá upp var talt aftaná
hetta val, hildu teir seg hava
grundgeving fyri at strika
atkvøðuna í, at flokkar,
sum høvdu játta at taka
undir við Heimastýrislóg-
ina, íroknaður Gamla sjálv-
stýri, nú høvdu meiriluta í
tinginum.
Hendan løgna grundgev-
ing var so brúkt sum grund-
arlag fyri at flyta inn
Heimastýrislógina í 1948.
Óvanligt er at tingmenn
meina tað sama sum veljar-
ir í slíkum málum. Til døm-
is í dag er stórur meiriluti í
tingum í Europu fyri ym-
iskum málum, til dømis
EU, men fellur fólkaat-
kvøða uppskot um luttøku,
verður hon fyld.
Mark fyri
Heimastýrislógini
Heimastýrislógin, sum á
henda hátt var ttýst inn á
okkum, ger at vónleyst er at
finna fram til avmarkingar í
lógini.
Hugskotið við at neyð-
halda um tapandi uppskotið
var jú, at Føroyar vórðu
verandi partur av danska
statsøkinum.
Okkara støða í danska
statinum eru ymiskar mein-
ingar um.
Onkur lýsir okkara støðu
sum ein donsk kommuna,
sjálvstýrandi eind, partur
har serstøk viðurskifti gera
seg galdandi.
“Autonom republik”
Eitt ein hoyrir er “Autonom
republikk”,
sum
ljóðar
løgið, tí Føroyar gjørdist
ikki republikk, tjóðveldi, í
1946, sum fólkið ynskti.
Orðið er um serstøk øki í
forna Sovjetsamveldinum.
Til dømis er ein týsk auto-
nom republikk har, sum
hevur ávíst sjálvstýri. Hug-
skotið er, at fólkið skal
hava egnu ótálmaða mentan
á egna avmarkaða øki, ikki
so í Føroyum. Øki er allan
vegin umkring fólkað av
russum, ikki Føroyar av
dønum.
Politiski og mentunnar-
ligi spurningurin
samantvinnaður
Onkuntíð hoyrir ein at
føroyingar hava gjørt skeivt
í at samantvinna tað po-
litiska og tað mentanarliga.
At krav um politiskt sjálv-
ræði, suverenitet, er knýtt
at mentanarmenningini, so
seinkað menning á hesum
øki útihýsir sjálvstøðu.
Hetta er ikki í øðrum lond-
um.
Hetta skal tíðlja hava
útihýst framburðskreftum
úr tjóðskaparrørsluni, tí tær
ikki vóru hildnar at vera
tjóðskaparligar.
Í til dømis Írlandi strídd-
ust teir fyri óheftum stati,
uttan at krevja enskt ruddað
út úr landi teirra og egnað
mál ístaðin, høvdu lítlan
áhuga fyri tí.
Heft lond í triðja heimin-
um taka frælsi, í nógvum
førum hava tey yvirtikið
málið og part av mentanini
frá fyrrverandi hjálanda-
veldinum.
Atkvøða uttan grund
Eitt ein ofta hoyrir frá sam-
bandssíðu er, at ein fólka-
atkvøða um okkara stats-
rættarsligu støðu ongan
týdning skuldi hava, út-
lendingar mugu undrast.
Hvat var so endamálið við
atkvøðuni?
Skuldi
hon
kunna vísa á fólkahugsan,
sum ikki skuldi takast í
álvara ? Eftir hesi meting
skulu veljarir ikki takast
fyri fult. Teir siga, at teir
skuldu vegleiðast, men at
henda vegleiðing, um eftir
teirra meting skeiva upp-
skotið vann, ikki skuldi tak-
ast í álvara. Hetta lógloysi
og brot á fólkarætt og van-
virðing fyri fólkahugsan
byggja
tveir
føroyskir
flokkar á í hvussu so er.
Ein týdningmikil lutur,
sum ger hendan atburð
møguligan, er spjaðing av
føroyingum.
Sambandið
byggir, sum hjálandaskut-
ilsveinar allastaðir, á minni
mennt fólk, øki, bólkar,
spjaða ætt uppá henda
spurning.
Keypa føroyingar frá
tjóðskaparhugsan
Ein sálarfløkja, sum sam-
bandsflokkar hava dúva
uppá siðani kríggið, sum nú
rendi allan føroyska bú-
skapin á heysin, er at vit
skullu hava sama sosiala
støði, sama livifót sum aðri
skandinavisk lond, uttan
mun til hvussu hetta fíggj-
ast. Hetta hava teir síðani
kríggið gjørt til páskot til at
hefta danska statin og
Tjóðbankan at føroyska
vinnulívinum, ikki sum
aðra staðir, at lokka til
útlendskan kapital, sum
ongin er í Føroyum, á
vinnuligum
grundarlagi.
Hetta ómøguliga renningar-
lop, siga teir við hvørt skal
føra til sjálvstøðu, tá eitt
ella annað undarligt hendir.
Óneyðugt skuldi verið at
lagt avtrat, at aðra staðir í
heiminum samantvinna tey
ikki krav um sama livifót,
sum mest framkomnu tjóðir
í heiminum, við spurningin
um statsrættarliga støðu. So
vóru ongin lond í triðja
heiminum fræls í dag, fleiri
stór europeisk lond stýrd av
øðrum stati.
Veruliga endamálið við
hesum er at við biddarapen-
ingi úr Danmark at skapa
størri
peningaríkidømi
millum fólk í føroyska
samfelagnum enn í Dan-
mark, lágan inntøkuskatt,
so fólk keypist frá slíkum
hugsanum.
Danskar lúnir avgera
lagnu okkara
Tað alt hetta hevur ført til
nú, er at danskar lúnir
gjørdu, at alt føroyska
vinnulívið fór undir ham-
arin. At vit fáa ein nógv
lægri livifót, sum var
óneyðugt, sum nú skal til at
hála útlendskt vinnulív til
Føroya, lokkað av lágum
lønum.
Hetta var alt óneyðugt
um vit loystu, so fyldi okk-
ara menning tí íslendsku,
sum er høgt útviklað vinnu-
lív, góður livifótur, onki
arbeiðsloysi, stór virðing í
umheiminum. Lagnufund-
urin millum amerikanska
forsetan og sovjetiska á
sinni var í Íslandi.
Ongin útlendingur veit í
dag at Føroyar eru til, før-
oyingar verða roknaðir sum
danir.
Statsrættarligar
samanberingar
Vard øki
Ein støða, sum ikki átti at
verið frammi sum saman-
bering, er støðan vard økir,
protektoratir.
Hetta eru økir sum eru
undir hernaðarligari umsit-
ing av øðrum størri landi,
sum so hevur uppgávuna at
verja landið móti øðrum
størri granna.
Fólk, sum tosa um sjálv-
ræði undir danskari verju
eru ikki frammand fyri hes-
um.
Tað næsta ein her kemur
á er bíløgd økir, reservatir.
Fólk sum biðja føroyingar
fara í føroysk klæði, um teir
kenna seg føroyskar, eru
inni á hesum.
ST umboðsøkir
Eitt slag av vardum øki,
sum ikki er samaberiligt
við fyrrnevda, er økir undir
ST. Hetta er stutta tíð til
landið gerst sjálvstøðugt.
ST embætismenn umsita
landið. Hermen úr ymisk-
um londum hava vaktar-
tænastu. Ofta er landið høtt
av granna, sum krevur
økið.
Triði heimurin
Samanbering við Triðja
heimin er trupul, longu tí
øll eru fræls lond í dag.
Livifóturin er nógv lægri
enn okkara. Búskaparfram-
gondin, sum hevur verið, er
eftir at tey gjørdust sjálv-
støðug. Mentanarstigið er á
lægri støði enn okkara.
Meginparturin av fólkin-
um er litað, hava egin upp-
rune mál, ofta fleiri í sama
landi. Størri ella minni
partur er kristin, restin
hevur uppruna trúgvir. Í
øðrum av hesum londum
hevur muhamedstrúgv lutin
hjá kristindóminum.
Fólkið dugur í í dag
flestu førum eitt europeist
mál, tað hjá fyrverandi hjá-
landaveldinum.
Vanlig
samanbering
verður ikki her.
Skipan av gomlum
hjálondum
Dominions
Eitt, sum kanska er frammi
í huganum hjá onkrum, er
dominionsskipanin,
hjá
fyrrverandi bretskum hjá-
londum, við stórum parti av
fólkinum bretskum, einans
enskttalandi. Her er longu
ongin samanbering. Tey
fingu um aldarskiftið eitt
slag av sjálvræði, egin
parlamentir,
viðtøkufør,
egnan her og løgreglu, ein-
ans bundin til kongan og
skyldu til kríggslutøku um
Bretland kom í kríggj.
Commonwelth
Hendan støðan, sum longu
er sjálvræði í veruleikan-
um, var skjótt skift til tí
støðu, sum enn er, Comm-
onwealth. Hetta er full-
komuliga sjálvstøðug lond,
einans knýtt saman av
einari
personaluunión,
ensku krúnuni. Bonduni
eru reint mentannarlig.
Gomlu litaðu hjálondini
eru í flestu førum undir
hesari skipan í dag.
Frakland
hevur
hesa
skipan eisini við fleiri av
gomlu hjálondum sínum.
Lítil orsøk er hjá føroy-
ingum at umhugsa skipan,
sum í høvuðsheitinum er av
lítið framkomnum fólki í
Triðja heiminum, um tað
ikki er ensktalindi lond har
nógv størsti parturin av
fólkinum er eftirkomarir av
bretskum niðurseturmonn-
um, sum enn hava valt at
verða undir bretsku krún-
uni.
Aðrar
samanberingar
kunndu sjálvandi takast
fram, men líkjast tær, ella
eru ov langt av leið.
Vinning av egnu
umboðan
Lata føroyingar seg lokka
til eina av síðstnevndu skip-
anum, fáa vit støðugt stóra
trupuleikar við egnu um-
boðanum.
Umheimurin
vil
enn
kenna okkum sum part av
Danmark.
Tær umboðanir vit so
skulu hava verður støðugt
stríð um, eisini fer hugs-
anin um neyðturvuleika at
koma í vegin.
Vinningur av egnu um-
boðan gerst nógv minni,
ofta sum partur av donsku,
enn um vit koma í vanliga
sjálvstøðu.
Fyri skjótt tveimum ár-
um síðani varð ein
sokallaður
»Chapter«
undir »Full Gospel Bus-
iness Men’s Fellowship
I n t e r n a t i o n a l «
(FGBMFI), stovnaður í
Havn. Stovnararnir vóru
ein flokkur av monnum
frá ymiskum yrkjum og
samfelagstilknýtum.
Felagsnevnarin
hjá
FGBMFI-luttakarum er
trúgvin á teir bíbilsku
sannleikarnar, ikki bert
sum grundarlag undir
teirra egna lívi, men eis-
ini í vinnulívinum og
yvirhøvur í samfelags-
lívinum.
Á hesum grundarlagi
bjóðar FGBMFI kvinn-
um og monnum til skeið
í Havn komandi fríggja-
dag seinnapart og leyg-
ardag fyrrapart. Evnið á
skeiðinum er:
LEIÐARAVENJING -
GRUNDAÐ Á
SANNLEIKAR
BÍBLIUNNAR.
Millum umrøðuevnini
kunnu nevnast:
Støðið undir leiðslu
Lyklarnir til drívkreftir
menniskjans
Starvsfólkastrategisk
alliansa
Røttu persónar á røttum
støðum út frá
natúrgivnu eginleikum
Umrøðuevnini
verða
lýst út frá tí, ið Bíblian
sigur. Rúm tíð verður
givin til samskifti av
sjónarmiðum og roynd-
um innan tey einstøku
økini. Leiðaraskeiðið er
fyri øll, ið tekna seg, so
leingi pláss verður.
Tað var hin ameri-
kanski
mjólkavirkis-
framleiðarin
Demos
Shakarian, sum fyrst í
fimmtiárunum stovnaði
FGBMFI. Høvuðsbygn-
aðurin
í
arbeiðinum
vóru MORGUNMATA-
MØTINI, har limirnir
bjóðaðu arbeiðsfeløgum
sínum og øðrum kenn-
ingum frá gerandislív-
inum við. Her greiddu
teir hvør øðrum frá
praktiskum tilburðum úr
gerandislívinum,
har
trúgvin á innihald gleði-
boðskaparins var mið-
depilin. Morgunmatar-
nir vórðu sum oftast
fyriskipaðir á hotellum,
resturatiónum og kaffi-
stovum, har allir kundu
kenna seg »heima«.
Rørslan hevur breitt
seg kring alla heim.
Hvørja viku savnast
hundraðtúsundtals menn
við tí endamáli at bera
teim innbodnu og hvør
øðrum fram vitnisburð
um lívið saman við
Kristusi.
Í sambandi við Leið-
araskeiðið her í Havn,
verður
leygarkvøldið
skipað
fyri
døgurða
(Galla dinner) á Hotel
Hafnia við sangi og
vitnisburði.
Eins
og
Leiðaraskeiðið, er døg-
urðin eisini fyri allar, ið
tekna seg, annaðhvørt
teir
eru
einsamallir,
saman við hjúnafelaga,
vinum,
familju
ella
kenningum.
Orðið Buisness Men í
heitinum FGBMFI-fe-
lagskapinum má skiljast
við støði í tí ameri-
kanska týdninginum av
hugtakinum. Á føroysk-
um hevði »gerandis-
dagsins menn« verið ein
nøkulunda røtt týðing.
Hetta snýr seg sostatt
um púra vanlig menn-
iskju, sum nógva av tíð
síni eru upptikin við at
vinna til »hitt dagliga
breyðið«. Tað merkir,
menniskju, sum hava
nógv um at vera í ger-
andisdegnum, men sum
hóast tað, kenna ein
longsil
eftir
djúpari
meining í lívinum. Allir,
sum kenna tað soleiðis,
eru vælkomnir gestir til
døgurðan og luttakarar á
Leiðaraskeiðinum sigur
Mads A. Winther for-
maður í FGBMFI-Før-
oyar.
VIÐMERKINGAR
Sjáldsamt leiðara-
skeið í Føroyum
Síðsta hjálandi í Europa
Marita Matras,
Klaksvík
Eg skrivaði herfyri eitt
stutt lesarabræv um, at
Klaksvíkar
kommuna
átti at skipa soleiðis fyri,
at klaksvíkingar fingu
felags fylgisveinasjón-
varp, ístaðinfyri at fólk í
hvør sínum lagi seta
parabolir upp.
Eg fekk ikki nógvan
respons
uppá
hetta
brævið. Onkur býráðs-
limur hevur smílt til
mín, og hevði tað verið
val, høvdu teir ivaleyst
eisini komið at práta.
Eg kundi hugsað mær,
at býráðið tók hetta
málið upp, tí tað hevði
verið ein stór tænasta til
borgarar í Klaksvík, at
teir sluppu at velja
ímillum fleiri rásir, uttan
at seta eina óprýðiligar
parabol upp, soleiðis
sum so nógv hava gjørt.
Tað hevði eisini verið
ein tænasta, sum hevði
givið borgarunum kensl-
una av, at teir veruliga
fáa nakað fyri skatta-
peningin.
Eg gjaldi 1500 krónur
um árið til Sjónvarp
Føroya, men eg gleði
meg til at kunna skifta
millum fleiri rásir.
TÍÐINDASKRIV
Hvat kanst tú sjálv/ur
gera fyri at fáa tað góða
lívið? Og tað góða
arbeiðið?
Hvussu
kanst
tú
fyribyrgja sjúkum, og
halda
teg
unga/n,
fríska/n og altíð vera
sum fyrstan dagin, í
“vigør”?
Jú, svarini ber til at fáa
á einum vikuskiftis-
skeiði í Havn tann 24. og
25.mars, tá kendi danski
læknin og granskarin
Søren
Ventegodt,
á
Forskningscenter
for
Livskvalitet, kemur til
Føroya.
Søren Ventegodt und-
irvísir í tí nýggja rákin-
um í læknavísindini,
sum leggur størri dent á
upplivingar enn á objek-
tivar faktorar, sum legg-
ur størri dent á fyri-
byrging enn á viðgerð.
Hann tosar um lívs-
kvalitet, hvat lívskvali-
tetur er, og hvussu vit
brúka
okkum
sjálvi
privat og professionelt,
so vit gerast rættiliga
virðismikil fyri okkum
sjálvi og fyri onnur.
Høvuðstema er tín
egna, persónliga lívs-
filosofi - títt lívsper-
spektiv, sum kann vera
meira ella minni posi-
tivt, meira ella minni í
tráð við lívið. Hava vit
ein vánaligan lívskvali-
tet, kemst hann aloftast
av
grundleggjandi
áskoðan okkara á lívið.
Ein áskoðan, sum kann
betrast.
Og tá vit betra lívs-
kvalitetin, gerst heilsan
eisini betri. Hetta kalla
vit holistiskt medisin.
Tað er tikið úr griksk-
um: holos = heildin ella
sálin.
Tí byrjanarstøðið er
júst heildin í øllum lívi
okkara, tað, sum vit
plagdu at kalla sálin.
Søren
Ventegodt
byggir á og vísir á
nýggjar læknavísinda-
ligar kanningar í USA,
og á egna filosofiska og
vísindaliga gransking.
Søren Ventegodt hev-
ur skrivað tíggju bøkur
um tað góða lívið, tað
góða arbeiðið og ta góðu
heilsuna.
Bøkurnar hjá honum
eru á donskum, svensk-
um, norskum og á ensk-
um. Onkrar teirra eru á
bókasøvnunum í Havn.
Meira fæst at vita á
heimasíðuni hjá Forsk-
ningscenter for Livs-
kvalitet
www.fclk.dk
<http://www.fclk.dk>.
Skeiðið
kostar
1800,00 kr. - konto í
Føroya
sparikassa
1355223, og tey, sum
hava hug at vera við,
kunnu boða frá á tlf
317305 ella 311510 ella
221959 í seinasta lagi
fríggjadagin tann 16.
mars.
Eingin áhugi fyri
Rás Klaksvík
VIÐMERKINGAR
Betri lívskvalitet, betri
arbeiðskvalitet, betri
heilsu?
Allir partar, bæði tær
føroysku fyritøkur-
nar, oljuoperatørar-
nir og undirveitarnir
hjá oljuoperatør-
unum vóru væl
nøgdir við oljuráð-
stevnuna í Aberdeen
Oljuráðstevnan varð hildin
hósdagin í síðstu viku.
Fyrrapartin greiddi olju-
operatørarnir frá, hvat teir
kravdu av undirveitarunum
í sambandi við Føroya
økið. Og boðskapurin var
klárur:
undirveitarnir
skuldu geva føroyskum
fyritøkunum
veruligan
møguleika at sleppa uppí
part í oljuvinnuni, skrivar
Vinnuhúsið.
Koma til Føroya
Seinnapartin høvdu før-
oysku fyritøkurnar møgu-
leika at møta undirveit-
arunum. Allir teir týðandi
undirveitarnir, sum koma at
arbeiða í føroyskum øki,
vóru hjástaddir. Og sum
skilst á føroyingunum so
var boðskapurin um før-
oyska luttøku í fleiri førum
hoyrdur.
Undirveitarnir
vóru blíðir og fyrikomandi
og vístu veruligan áhuga.
Millum annað hava tveir
teir størstu undirveitarnir
Halliburton og Schlum-
berger nú ætlanir um at
koma til Føroya at vitja í
næstum fyri at kunna seg
um Føroyar, kanna hvørjar
fyritøkur eru og at hyggja
eftir infraskipanini. Hesar
ætlanir høvdu teir ikki
áðrenn ráðstevnuna.
Nú hava føroysku fyri-
tøkurnar møtt undirveitar-
unum. Nú byrjar so tað
meira harða arbeiði, at fáa
sáttmálar í hús, skrivar
Vinnuhúsið.
Í Aberdeen hósdagin
var m.a. kunnað um
nakað av tí, sum er
komið burtur úr
samstarvinum
millum oljubólkin hjá
Arbeiðsgevarafelagnu
m og oljufeløgini
seinastu mánaðarnar.
Ein veitaraskrá innan
oljuvinnuna á
føroyskum øki er ein
partur av hesum
Feløgini sum á sumri fara
undir boringar á landgrunn-
inum hava tørv á nógvum
ymiskum veitingum og
tænastum - alt frá vanligum
vørum til frálanda tænastur,
ið krevja serkunnleika og
royndir.
Nógvar av veitingunum
kunnu verða veittar av
føroyskum virkjum, men
tørvur er á, at oljufeløgini
og undirveitarar teirra hava
kunnleika
til
føroysku
vinnuna og hvat hon kann
bjóða.
Av hesi orsøk hevur olju-
bólkurin hjá Føroya Ar-
beiðsgevarafelag roynt at
finna bestu loysnina fyri
føroyska vinnu viðvíkjandi
skráseting í einum veitara-
grunni. Og stutt fyri ráð-
stevnuna
hósdagin
var
komi á mál, skrivar Vinnu-
húsið.
Góða loysn
Semja er gjørd millum
Arbeiðsgevarafelagið
og
oljufeløgini um eina loysn
sum tryggjar fleiri enda-
mál: - Oljufeløgini og und-
irveitarar teirra fáa neyðugt
innlit í føroysk virkir og
tænastur teirra. Føroysk
vinna fær kunning um allar
veitingar sum oljuvinnan
hevur tørv á og føroysk
vinna fær at vita hvørji
virkir hava fingið einstøku
veitingarnar
Skipanin tryggjar sostætt
holla kunning til allar
partar, og at gjøgnum-
skygni verður innan olju-
vinnuna.
1. mai
Tað verður Vinnuhúsið sum
kemur at umsita skipanina,
og hava kontaktina við
føroysku virkini sum verða
skrásett og útlendskar fyri-
tøkur sum gerast haldarar
av skipanini. Oljufeløgini
koma saman við føroyskari
vinnu at mynda ein stýr-
ingsbólk, sum eftir tørvi
skal viðgera skipanina og
møguligar tillæðingar av
henni.
Tekniski
parturin
av
skipanini verður gjørdur í
samstarvi við Fyrst Point
Assesment og Joint Quality
scheme, ið reka tilsvarandi
skipanir í Bretlandi, Noreg
og Danmark. Ætlin er, at
skipanin skal verða klár at
byrja 1. mai.
Á kunningarfundi fyrst í
apríl fer Arbeiðsgevara-
felagið at greiða oljuáhug-
aðum virkjum nærri frá
skipanini og hvørji skrá-
setingarkrøv verða sett til
føroyska vinnu, skrivar
Vinnuhúsið.
TÍÐINDASKRIV
Sandoyar Sýslu Vinnuráð
skipar fyri almennum fundi
um økismenning miku-
kvøldið 21. mars kl. 19.00
á Virkinum á Sandi, har
umboð fyri politisku flokk-
arnar luttaka.
Fundurin verður skipaður
á hendan hátt:
1. Eitt umboð fyri hvønn
politiskan flokk fær høvi at
svara spurningum, sum eru
settir frammanundan. Um-
boðini fáa í mesta lagi 10
min. í part.
2. Sakkønir frá Gransk-
ingardeplinum fyri økis-
menning í Klakksvík, seta
umboðunum fyri politisku
flokkunum spurningar.
3. Umboðini fyri politisku
flokkarnir svara spurning-
um frá teimum sakkønu.
4. Fundarsalurin fær høvi at
seta umboðunum fyri polit-
isku flokkunum spurningar.
Politisku flokkarnir verða
umboðaðir soleiðis:
Fólkaflokkurin - Eyðun M.
Viderø
Sambandsflokkurin -
Javnaðarflokkurin
-
Jóannes Eidesgaard
Sjálvstýrisflokkurin
-
Sámal Petur í Grund
Tjóðveldisflokkurin - Páll
á Reynatúgvu
Miðflokkurin - Jenis av
Rana
Teir sakkønu frá Gransk-
ingardeplinum fyri Økis-
menning verða:
Ólavur Waag Høgnesen
Bjarni Mortensen
Fundarstjóri verður Hilmar
Jan Hansen, útvarpsmaður
Væleydnað oljuráðstevnuni
í Aberdeen
Veitaraskrá sett í verk
Fundur um økismenning
á Sandi