Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Maria Jacobsen: Sam­anhald og tollyndi Umframt tað, sum fyrr er skrivað um hendingina við Immanuel, greiddi Maria frá, at verfaðir hennara, Napoleon á Glyvrum, plagdi at siga, at hann var sjálvur í Íslandi við Sannu. Hann segði, at høvdu Immanuel og Laura havt radio og hoyrt veðurtíðindini vóru teir avgjørt ikki farnir at sigla heim. Tað vóru bert fá skip sum yvirhøvur høvdu radio. Maria heldur áfram: Tað sigur seg sjálvt, at ein slíkur tilburður hevur samansjóð­ að bygdina nógv. Tað eru nógvar søgur um, hvussu væl tey eintust, eisini á tí andaliga økinun. Eg minnist í mínum uppvøkstri, at møtir vóru hildin í turkihúsinum hjá Petur Weihe, har beinkir vóru tiknir úr salinum og missións­ húsinum, og so fóru øll á møti í turkihúsinum. Av góðum grundum minnist eg ikki tríatíárini, men eg minnist fýratiárini. Tá mann hugsar um Søldarfjørð sum eina bygd at vaksa upp í, má eg siga, at her var gott at vaksa upp. Vit áttu nógv ættarfólk. Pápi og tey vóru átta systkin, seks systrar og tveir brøður. Bert tvær av systrununm fóru av bygdini. Mamma og tey vóru 13 systkin, har tveir dreingir doyðu sum smáir. Av systkjunum hjá mammu vóru bert tvær systrar, sum ikki búðu í Søldarfirði. Tær fóru tó ikki so langt. Onnur fór yvir á Gjaranes og hin út á Lambareiði. Millum øll hesi næstrafólk vuksu vit upp. Gingu inn og út sum vit vildu og kendu okkum heima so nógva staðni. Tá var ikki nógv tosað um ung­ dómshús og slíkt. Vit vóru inni í ymiskum húsum um kvøldarnar, serliga nógv vóru vit inni hjá Thoru mostir, sum var gift við Hans David Øregaard. Kvinnan Eg eri vís í, at tann føroyska sjómanskonan eigur ikki sín líka í heiminum. Einkjurnar, sum stríddust fyri síni børn og síni heim, tær framdu avrik. Hesar kvinnur sótu einsamallar sum forsyrgjarar. Tær høvdu ein stóran leiklut í samfelagnum og hava eisini víst nógvar eginleikar. Tær vóru barnauppalarar, sálarfrøðingar, høvdu øll fíggjar­ viðurskifti um hendur, høvdu kríatúr, kúgv og summar høvdu seyð. Tær settu niður epli og hoyggjaðu. Umframt hetta var alt tað, sum varð gjørt til matna og klædna. Tær bundu skipstroyggjur fyri at fáa mat í munnin. Alt hetta stríðið varð gjørt fyri at yvirliva. Til seinast vil eg nevna nøkur orð um mammu. Tá eg sigi mammu meini eg Luffufastur, har eg vaks upp. Hon misti mannin við Immanuel og sat eftir við átta børnum. Tann elsti drongurin var bara 11 ár. Yngsta barnið var reiðiliga ársgamalt. Gjøgnum hana veit eg um stríðið, vøkunæturnar og óttan fyri børnunum, og ongan at deila hendan óttan við. Hon og Gusta fastur, mamma Dáva, sótu onkuntíð og tosaðu. Eg minnist, at mammu dámdi ikki hendan sangin um Lauru og Immanuel, har m.a. varð sagt: »Tær sluppir sukku í Íslands hav í stormi blant ódnarsjógvar. Teir lótu har lív, hvør fann sína grøv blant ótaldar gravir nógvar.« Tær vildu heldur hugsa um menninar sum verandi heima hjá Gudi. Yngsta barnið hjá Oluffu og Sámal var Sonja, sum var ársgomul, tá pápin fórst. Tá tað var greitt, at Immanuel ikki kom aftur, kom presturin á Nesi, Fibiger­Jensen, at vitja. Hann vildi so fegin troysta, og spurdi um tað ikki var okkurt, sum hann kundi gera fyri hana. Luffa segði, at hon var so kedd um, at ikki eitt av børnunum var uppkallað eftir pápanum. Tað vóru ráð fyri tí, helt prestur, og spurdi um hennara ynski hesum viðvíkjandi. Jú, Luffa kundi hugsa sær, at yngsta dóttirin Ingibjørg, ið var næstan tvey ár, hevði fingið navnið Sonja afturat eftir pápanum Sámali. Prestur skuldi royna. Ikki vardi leingi, fyrr enn Fibiger Jensen kom inn aftur til Oluffu við einum kongabrævi, sum segði, at Ingibjørg æt nú Sonja Ingibjørg. Síðan kom hon at vera kallað Sonja. Hetta gloymdu Luffa ikki presti. Sámal hevði annars ætlað sær at vera heima hendan túrin. Hann kundi vera heima og gera koyriveg, men hann helt so, at hendan túrin skuldi hann gera afturat… So kundi eisini henda tað mótsetta. Søga er um ein ungan drong, sum skuldi við. Hann kom til skipið, har tað lá við bryggju. Hann blakaði klæðsekkin inn á dekkið og leyp sjálvur aftaná. Men í klæðsekkinum var ein knívur í ongum slíðra og í fallinum fekk drongurin knívin upp í búkin og meiddi seg so illa, at hann slapp ongan veg, og hetta bjargaði lívi hansara. Eg skal skoyta upp í, at hóast eg kalli Luffu fyri mammu var tað ikki dagur, at eg ikki var heima hjá mínum biologisku foreldrum og systkjum, so tað var sum eitt hús. Dávur Jacobsen: Støðan í einum­ heim­i sum­ hevði m­ist pápan Í teirri fyrru Miðvikuni um van­ lukkuna við Lauru og Immanuel høvdu vit part av frásøgn hjá Dáva Jacobsen um hansara minnir, tá pápin Per gekk burtur við Immanuel. Á samkomuni 17. apríl hevði Dávur eina framløgu, sum lýsir hetta enn betur. Tann Lea, sum Dávur vísir til, er eldra systirin. Dávur segði millum annað: Nú eingin pápi var máttu vit øll hjálpa til í húsinum. Sum dømi um hetta byrji eg við biskuitkass­ anum. Mamma gjørdi mær fetil í kassan at bera kol frá vegnum niðri við missiónshúsið og niðan til okkara. Eg var tá umleið sjey ár og kundi á hendan hátt eisini gera eitt sindur av nyttu. Hvat fingu vit at eta? Lea minnist ilt aftur á rugmjøls­ greytin. Tá einki var til matna, var tað rugmjølsgreytur. Vit, sum áttu mjólk, og tað áttu vit næstan altíð, fingu mjólk útyvir. Men Leu dámdi ikki mjólk. Tað lá til Niðaragerðisslagið, so hon fekk sirupsvatn í staðin. miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Sunnuva misti mann, seks børn og tvey ommubørn Søren og Anna Margretha vóru eisini hart rakt. Tey mistu fimm og tvey verbørn Sum vit hava greitt frá fyrr vóru tann 9. apríl liðin 75 ár síðan vágssluppirnar Laura og Immanuel gingu burtur við tilsamans 38 monn­ um. Í hesum sambandi høvdu vit í Miðvikuni tann 4. apríl eina frásøgn um hesa vanlukku. Tann 14. apríl var eitt minningarhald í Søldar­ firði, har 200 fólk vóru til staðar. Sosialurin hevur havt frásøgn frá hesum minningarhaldi. Her kom tó ymiskt forvitnisligt fram, sum vit halda eigur at verða prentað og goymt. Vit koma tí at endurgeva framløgur við tilfari, sum ikki hava verið frammi fyrr. Afturat tí er nakað av kendum tilfari, sum er ein partur av hesi søgu Jóhan David og Sunnuva vóru hart rakt.Tey mistu seks børn í besta aldri 75 ár síðan Immanuel fórst: