mikudagur 16. mai 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 • 16. mai 2007
MIÐvikan
22
Lea minnist eisini, at tað hendi
seg, at hon fór í song og visti,
at tað var ikki breyð í húsinum.
Hon fylgdi væl við og bar orð fyri
at vera stúrin sum barn. Men tá
ið vit komu upp um morgnarnar
at fara í skúla var altíð okkurt til
matna. Mamma fór tíðliga upp,
so hon hevði bakað okkurt, ein
drýl, ein pannudrýl ella okkurt
tílíkt. So vit fingu altíð okkurt til
matna, áðrenn farið varð í skúla.
Eitt, sum nógv varð etið av, var
rotaði seyðabein. Tað minnist eg
væl. Vit tóku nakað av spiltum
hoyggi, sum vit skavaðu upp
av gólvinum í hoyggjhúsinum
og løgdu beinini í hetta vána
hoyggið. Tá tey høvdu ligið
passaliga leingi, mátaliga rotin,
so ullin var leys av beinunum,
vórðu tey strokin og vaskað. Og
so vórðu tey nýtt til bót í súpan
og mjøl út í. Eini fýra til seks bein
fóru í pottin hvørja ferð, so ótu
vit skinnið av beinunum afturvið.
Hetta hildu vit vera góður matur,
Meðan Johan Dávid, abbi, livdi,
manglaði ongantíð døgurðamatur.
Lea minnist, at hann hevði tunnu
við grind og spik í hjallinum, sum
vit fingu loyvi at taka av. Hann
doyði bara alt ov ungur í 1933,
bert 68 ára gamal.
Omman orkaði ikki
fleiri jarðarferðir
Lea minnist eisini dagin, tá ið
abbi fór til gravar. Hon sá, at
omma sat í trappuni í gongini
hjá teimum. Tvær av døtrum
hennara stóðu hjá henni. Hon
var so ússalig, og hon bønaði
tær um at lata seg vera eftir.
Hon orkaði ikki út á Glyvrar, har
kirkjan og kirkjugarðurin vóru.
Tær báðar systrarnar tóku kortini
undir hvønn sín arm á henni. Tær
mestsum bóru hana út og leiddu
hana oman á koyrivegin.
Ei undur í, at hon var ússalig.
Hon hevði mist eina dóttir, Elsu
Mariu, í 1924, bert 32 ára gamla.
Hon doyði eftir at hava átt tví
burðar. Annar var deyðføddur.
Umleið 14 dagar seinni doyði
Elsa Maria, og upp aftur tríggjar
vikur seinni doyði hin tvíburðin. Í
1932 missir hon tríggjar synir, og
í 1933 doyði maðurin knappliga
av blóðeitran. At síggja ommuna
so veika, setir seg í minnið á
einum barni sum hjá Leu. Tað var
ikki nóg mikið við tí. Í 1939 doyði
sonurin Meinhard av nýrasjúku.
Eftir sat einkja við tveimum
børnum. Og í 1941 doyði enn ein
sonur, Christian, sum fórst við
Mariu Mærsk. Hon misti níggju
av sínum nærmastu, mann, børn
og ommubørn eftir 17 árum.
Eg haldi, at Sunnuva omma
var serliga góð við meg. Kanska
tí, at eg æt eftir abba. Mangan
rópti hon meg inn til teirra. Eg
minnist serliga rómastampin, eg
fekk frá henni. Kúgv høvdu bæði
húsini. Tær stóðu í kjallaranum.
Vit kallaðu tað í fjósinum, tá ið vit
sópaðu.
Tilda fastir, sum var ógift, hevði
seymistovu beint yvir fjósinum,
so tað luktaði rættiliga illa uppi
hjá henni. Hon róptu mangan á
okkum, Leif og meg, tað vóru vit,
ið sópaðu, at skunda okkum og at
lata hurðina standa opna út í tún.
Hetta hildu vit vera fjas, vit føldu
ongan ringan lukt!
Fyrsti skúladagur
Mín fyrsta skúladag minnist eg
sum tað var í gjár. Eg fylgdist við
Leif og Edmund í Grund. Tað kann
verða nevnt her, at Leif var sonur
Elsu Mariu, dóttir Sunnuvu, sum
doyði í 1924, sum áður greitt frá.
Teir vóru fýra ár eldri enn eg. Eg
gekk millum teir báðar eftir gomlu
bygdargøtuni, vegur var eingin,
heim til Húsar (Heimbø), og so
niðan gøtuna í skúla. Eg minnist
bara gott aftur á skúlaárini. Vit
høvdu Helenu Bjarnadal til lærara
øll míni skúlaár. Eg kann ikki
annað enn rósa henni.
Vaskaðu í landi
Innanhýsis vóru tað mamma,
Elmar og eg. Mamma bant
troyggjur, vøttur og hosur, sum
hon seldi í handlinum fyri at fáa
nøkur oyru at keypa fyri. Elmar og
eg skuldu so karða og spinna. Eg
haldi, at ullina mundi hon fáa frá
Óla Jákup, mammubeiggja, sum
var bóndi. Ullin skuldi vaskast,
tað gjørdi hon altíð sjálv. Lúturin
var heitt vatn, land, soda og
grønsápa. Baljan stóð tætt við
ánna sunnan fyri húsini. Roykurin
av landi og skitnari ull stóð upp
úr baljuni. So varð ullin kastað
á eina hellu í ánni, og so vit
at ganga uppi í henni, meðan
vatnið rann gjøgnum hana, inntil
ikki sást, at nøkur sápa kom úr
henni. Og rein var ullin! So varð
hon hongd á ein stóran stein, ið
stóð tætt við ánna at turka. Eg
skuldi blanda, mest samfingið.
Tað gekk so sum so. Eg royndi
at karða til spinningar, men tað
gekk verri. Elmar spann, tað dugdi
hann sera væl, sum alt hann
hevur tikið sær fyri. Men tað sum
eg karðaði klagaði hann um. Tað
var ikki spinnandi, og tað endaði
við, at mamma mátti karða alt
um aftur. Elmar hevði eitt sjáld
samt hegni at spinna. Hann var
ikki meira enn 9-10 ár, tá ið hann
spann alt tað, sum mamma bant.
Hann spann við ”lítlastrá”. Stóð
við køksborðið, stráið var fest í
kantin, og so stóð hann og spann.
Ikki hevur hann verið stórur
maður. Líkur pápanum í vøkstri
siga tey, sum minnast hann. Sum
hann stóð og spann, var nøsin
árakað borðkantin. Tað var eitt
serligt forhold millum mammu og
hann, og tað var tað, líka til hon
doyði.
Elmar hevur eisini víst sítt góða
handalag sum grótlagari, og tað
eru nógvir garðar, sum eru minni
um hann. Hetta hegnið hevði
hann ikki frá fremmandum. Jóhan
Dávid, abbi, var tiltikin góður
grótmaður og somuleiðis góður
træsmiður.
Sild
Á Skálafjørðinium var tá ofta
nógv sild, og sild áttu vit oftast,
tað eg kann minnast. Vit ótu
feska sild og saltaða sild. Okkum
dámdu so ómetaliga væl speygu
sild. Lea sigur, at sær dámdi so
væl sild, at um sildin var gomul
og var farin at trána, át hon
kortini sildina við góðari lyst.
Ynskti pápan hjá
Martin og Páll
Eitt sindur um ein býttan smá
drong. Eg øvundaði Páll og Martin
inni í Grund. Martin var hálvt ár
eldri enn eg, og Páll var eitt ár
yngri, so vit vóru oftast saman.
Teir sluppu við pápa sínum til
mangt, sum eg ikki slapp. So
sum at fara í bát. Teir áttu tveir
bátar, ein lítlan árabát og ein
stóran maskinbát. Mangt annað
sluppu teir eisini við pápa sínum.
Eg veit, at eg hugsaði meira enn
eina ferð um, hvussu tað hevði
verið um Sámal Petur, pápi teirra,
var pápi mín. Sámal Petur var í
mínum eygum alt tað, sum ein
pápi átti at vera. So var tað eisini
nærmasta hús, har hann búði,
og eg sá hann dagliga, tá hann
var heima frá skipi. Men eg rendi
meg altíð í ein trupulleika. Skuldi
Sámal Petur vera pápi mín, so
mátti Hansina, kona hansara,
vera mamma mín. Tað kom ikki
upp á tal. Mammu vildi eg ikki
býta um við nakað, so mátti eg
Jóan Karl Joensen og Lisa Maria, Lambareiði við øllum børnunum: Jørgin, Betty, Carolina, Sigrid, Edith og
Hanna. Tann gamli maðurin er Jørgin, pápi Lisu Mariu. Jóan Karl og tann yngri Jørgin vóru við Immanuel.
Oluffa saman við børnunum
Sonju og Rasmusi
➙