Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 • 16. mai 2007 MIÐvIkaN 22 Lea minnist eisini, at tað hendi seg, at hon fór í song og visti, at tað var ikki breyð í húsinum. Hon fylgdi væl við og bar orð fyri at vera stúrin sum barn. Men tá ið vit komu upp um morgnarnar at fara í skúla var altíð okkurt til matna. Mamma fór tíðliga upp, so hon hevði bakað okkurt, ein drýl, ein pannudrýl ella okkurt tílíkt. So vit fingu altíð okkurt til matna, áðrenn farið varð í skúla. Eitt, sum nógv varð etið av, var rotaði seyðabein. Tað minnist eg væl. Vit tóku nakað av spiltum hoyggi, sum vit skavaðu upp av gólvinum í hoyggjhúsinum og løgdu beinini í hetta vána hoyggið. Tá tey høvdu ligið passaliga leingi, mátaliga rotin, so ullin var leys av beinunum, vórðu tey strokin og vaskað. Og so vórðu tey nýtt til bót í súpan og mjøl út í. Eini fýra til seks bein fóru í pottin hvørja ferð, so ótu vit skinnið av beinunum afturvið. Hetta hildu vit vera góður matur, Meðan Johan Dávid, abbi, livdi, manglaði ongantíð døgurðamatur. Lea minnist, at hann hevði tunnu við grind og spik í hjallinum, sum vit fingu loyvi at taka av. Hann doyði bara alt ov ungur í 1933, bert 68 ára gamal. Omman orkaði ikki fleiri jarðarferðir Lea minnist eisini dagin, tá ið abbi fór til gravar. Hon sá, at omma sat í trappuni í gongini hjá teimum. Tvær av døtrum hennara stóðu hjá henni. Hon var so ússalig, og hon bønaði tær um at lata seg vera eftir. Hon orkaði ikki út á Glyvrar, har kirkjan og kirkjugarðurin vóru. Tær báðar systrarnar tóku kortini undir hvønn sín arm á henni. Tær mestsum bóru hana út og leiddu hana oman á koyrivegin. Ei undur í, at hon var ússalig. Hon hevði mist eina dóttir, Elsu Mariu, í 1924, bert 32 ára gamla. Hon doyði eftir at hava átt tví­ burðar. Annar var deyðføddur. Umleið 14 dagar seinni doyði Elsa Maria, og upp aftur tríggjar vikur seinni doyði hin tvíburðin. Í 1932 missir hon tríggjar synir, og í 1933 doyði maðurin knappliga av blóðeitran. At síggja ommuna so veika, setir seg í minnið á einum barni sum hjá Leu. Tað var ikki nóg mikið við tí. Í 1939 doyði sonurin Meinhard av nýrasjúku. Eftir sat einkja við tveimum børnum. Og í 1941 doyði enn ein sonur, Christian, sum fórst við Mariu Mærsk. Hon misti níggju av sínum nærmastu, mann, børn og ommubørn eftir 17 árum. Eg haldi, at Sunnuva omma var serliga góð við meg. Kanska tí, at eg æt eftir abba. Mangan rópti hon meg inn til teirra. Eg minnist serliga rómastampin, eg fekk frá henni. Kúgv høvdu bæði húsini. Tær stóðu í kjallaranum. Vit kallaðu tað í fjósinum, tá ið vit sópaðu. Tilda fastir, sum var ógift, hevði seymistovu beint yvir fjósinum, so tað luktaði rættiliga illa uppi hjá henni. Hon róptu mangan á okkum, Leif og meg, tað vóru vit, ið sópaðu, at skunda okkum og at lata hurðina standa opna út í tún. Hetta hildu vit vera fjas, vit føldu ongan ringan lukt! Fyrsti skúladagur Mín fyrsta skúladag minnist eg sum tað var í gjár. Eg fylgdist við Leif og Edmund í Grund. Tað kann verða nevnt her, at Leif var sonur Elsu Mariu, dóttir Sunnuvu, sum doyði í 1924, sum áður greitt frá. Teir vóru fýra ár eldri enn eg. Eg gekk millum teir báðar eftir gomlu bygdargøtuni, vegur var eingin, heim til Húsar (Heimbø), og so niðan gøtuna í skúla. Eg minnist bara gott aftur á skúlaárini. Vit høvdu Helenu Bjarnadal til lærara øll míni skúlaár. Eg kann ikki annað enn rósa henni. Vaskaðu í landi Innanhýsis vóru tað mamma, Elmar og eg. Mamma bant troyggjur, vøttur og hosur, sum hon seldi í handlinum fyri at fáa nøkur oyru at keypa fyri. Elmar og eg skuldu so karða og spinna. Eg haldi, at ullina mundi hon fáa frá Óla Jákup, mammubeiggja, sum var bóndi. Ullin skuldi vaskast, tað gjørdi hon altíð sjálv. Lúturin var heitt vatn, land, soda og grønsápa. Baljan stóð tætt við ánna sunnan fyri húsini. Roykurin av landi og skitnari ull stóð upp úr baljuni. So varð ullin kastað á eina hellu í ánni, og so vit at ganga uppi í henni, meðan vatnið rann gjøgnum hana, inntil ikki sást, at nøkur sápa kom úr henni. Og rein var ullin! So varð hon hongd á ein stóran stein, ið stóð tætt við ánna at turka. Eg skuldi blanda, mest samfingið. Tað gekk so sum so. Eg royndi at karða til spinningar, men tað gekk verri. Elmar spann, tað dugdi hann sera væl, sum alt hann hevur tikið sær fyri. Men tað sum eg karðaði klagaði hann um. Tað var ikki spinnandi, og tað endaði við, at mamma mátti karða alt um aftur. Elmar hevði eitt sjáld­ samt hegni at spinna. Hann var ikki meira enn 9­10 ár, tá ið hann spann alt tað, sum mamma bant. Hann spann við ”lítlastrá”. Stóð við køksborðið, stráið var fest í kantin, og so stóð hann og spann. Ikki hevur hann verið stórur maður. Líkur pápanum í vøkstri siga tey, sum minnast hann. Sum hann stóð og spann, var nøsin árakað borðkantin. Tað var eitt serligt forhold millum mammu og hann, og tað var tað, líka til hon doyði. Elmar hevur eisini víst sítt góða handalag sum grótlagari, og tað eru nógvir garðar, sum eru minni um hann. Hetta hegnið hevði hann ikki frá fremmandum. Jóhan Dávid, abbi, var tiltikin góður grótmaður og somuleiðis góður træsmiður. Sild Á Skálafjørðinium var tá ofta nógv sild, og sild áttu vit oftast, tað eg kann minnast. Vit ótu feska sild og saltaða sild. Okkum dámdu so ómetaliga væl speygu­ sild. Lea sigur, at sær dámdi so væl sild, at um sildin var gomul og var farin at trána, át hon kortini sildina við góðari lyst. Ynskti pápan hjá Martin og Páll Eitt sindur um ein býttan smá­ drong. Eg øvundaði Páll og Martin inni í Grund. Martin var hálvt ár eldri enn eg, og Páll var eitt ár yngri, so vit vóru oftast saman. Teir sluppu við pápa sínum til mangt, sum eg ikki slapp. So sum at fara í bát. Teir áttu tveir bátar, ein lítlan árabát og ein stóran maskinbát. Mangt annað sluppu teir eisini við pápa sínum. Eg veit, at eg hugsaði meira enn eina ferð um, hvussu tað hevði verið um Sámal Petur, pápi teirra, var pápi mín. Sámal Petur var í mínum eygum alt tað, sum ein pápi átti at vera. So var tað eisini nærmasta hús, har hann búði, og eg sá hann dagliga, tá hann var heima frá skipi. Men eg rendi meg altíð í ein trupulleika. Skuldi Sámal Petur vera pápi mín, so mátti Hansina, kona hansara, vera mamma mín. Tað kom ikki upp á tal. Mammu vildi eg ikki býta um við nakað, so mátti eg Jóan Karl Joensen og Lisa Maria, Lambareiði við øllum børnunum: Jørgin, Betty, Carolina, Sigrid, Edith og Hanna. Tann gamli maðurin er Jørgin, pápi Lisu Mariu. Jóan Karl og tann yngri Jørgin vóru við Immanuel. Oluffa saman við børnunum Sonju og Rasmusi ➙