Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 16. mai 2007 Tað lítla barnið lá í fonnini, sveipt í reinsdjóraskinn og hugdi at stjørnunum,.....og stjørnurnar hugdu at barninum, .....og tær litu so leingi at barninum og barnið so leingi at teimum, at stjørnuglæman var verandi í eygum barnsins. Stjørnueyga (Zacharias Topelius 1818-1898) Sigurð Joensen 1911 – 1993) Bólkur II. Skúlin í Sjónleikar- húsinum í Havn Leikurin er eftir Selmu Lagerlöf, sum er ein kendur svenskur rithøvdur. Leikurin er um eina røvarafamillju, sum býr í Jøringsskógi. Leikararnir vóru úr 8 til 11 ár. Ein dagin fara mamman og børnini oman í bygdina at bidda. Tey koma til eitt kleystur og fara inn í vakra urtagarðin hjá munkunum við rósum, liljum og anemonum uttan at spyrja nakran eftir. Røvaramamman fortelur munkunum, at hvørja jólanátt umskapast Jøringsskógur til vakrasta urtagarð av øllum urtagørðum. Hans Abbati vil sleppa at síggja henda vakurleika og fer jólaaftan niðan til røvarafamiljuna. Jólanátt bræddi summarlýkkan kavan, og sjáldsamar rósur og hvítar liljur vuksu allastaðni. Jólaaftan árið eftir gav Absalon erkabispur røvarapápanum frælsisbrævið, og røvarafamiljan flutti omanaftur í bygdina. Vit halda, at hetta var ein góður leikur, og blómubørnini í Jøringsskógi vóru vøkur. Friðarligi tónleikurin var svenskt fólkalag frá Dalarna í Svøríki. Vivianna Hansen og Súsanna Mouritsen Røvarafamiljan tosar saman Livandi sjónleikarasøgur Makkitararnir, ból kur I. Skúlin í Sjónleikarhúsinum í Havn Leikararnir vóru 13-16 ár. Hesin bólkur framførdi tvær ferðir á stevnuni. Fyrru ferðina spældu tær Antigone uttandura, sum er ein elligamal grikskur leikur. Seinni spældu tær Mumming úr miðøld á Meiarínum. Her spældu tær tveir leikir, eitt brot úr kenda sjónleikinum Hamlet eftir Shakespeare, og hin leikurin var um eina prinsessu. Nógv rím vóru í leikinum. Vit fóru at flenna, tá tey søgdu: “fara tey at fríggja, so vil eg spýggja”. Prinsessuleikurin var syrgiligur, men samstundis ógvuliga stuttligur. Hann var um eina prinsessu, mammu hennara og fýra riddarar, sum allir vildu fríggja til prisessuna. Men hon vildi bara hava riddaran Georg, tí hann var tann djarvasti. Ein riddari, sum prinsessan ikki skoytti um, burturførdi hana. Tá kom Georg og drap allar riddararnar. Men áðrenn burturflytarin doyði, drap burturflytarin prinsessuna, tí eingin skuldi fáa hana. Vit hava valt at geva framførðsluni fimm stjørnur. Elisabeth Andreasen, Sára Kvilt Lindberg og Krista Heiðriksdóttir Georg syrgir prinsessuna ➘ Løgnar bøkur Sprotin. Bólkur frá Drama- verkstaðnum í Havn Løgna bókin var ein sera stuttligur leikur við góðum sjónleiki. Vit halda, at sjónleik- ararnir dugdu sera væl at spæla, og tey snakkaðu eisini hart og tíðiliga.Tey vóru úr 10 til 13 ár. Leikurin var um, at bøkur eru vandamiklar. Dømi um hetta var, tá ið ein genta, sum lesur ævintýrið Øskufía heldur, at hon er Øskufía. Og ein drongur er um at doyggja av at lesa eina bók, tí tað ber ikki til hjá honum at lesa og ganga samstundis. Drongurin dettur nevniliga um ein stein og doyr næstan av hesum. Áskoðararnir flentu og vóru væl við. Og vit halda, at sjónleikurin skal fáa 4 av 5 stjørnum. Pætur H. Vestergaard og Tummas D. Mohr Gentan heldur seg vera Øskufía 29