mikudagur 16. mai 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 93 - 16. mai 2007
Loyniklubburin
Dáin. Bólkur frá
Dramaverkstaðnum í Havn
Loyniklubburin er ein sera
spennandi og stuttligur
sjónleikur. Leikararnir vóru 10-
13 ár.
Tá leikurin byrjar, er eldur í einum
húsum. Til tað brennandi húsið
brúktu tey eina roykmaskinu. Fólk
síggja royk og begynna at blíva
eitt sindur bangin, tí trý hús eru
brend upp á tríggjar vikur. Tá tey
hava lisið eina grein í Dimmu,
gera tey ein loyniklubba, tí tey
ætla at finna útav, hvør tað er, sum
brennur hús, og tey fóru til blaðið
og spurdu, um tey kundu sleppa
at tosa við tann, sum tekur
bíløtini. Skrivstovudaman svaraði,
at hann ikki var har, men tað
eyðnaðist loyniklubbanum at finna
brennivargin, og tey ringdu
beinanvegin 112. Politiið fangaði
hann og setti hann í fongsul.
Guðrið Hentze, Linda Jórun Poulsen
og Sissal Abrahamsen
Vælnøgdir leikarar eftir sýning
Stjørnueyga – besti skúladagur
Eftir hvønn leik fingu leikararnir hvør
sína reyða rósu. Blaðið Stjørnueyga fekk
16 reyðar rósur. Tá tann seinasta
framførslan, sum var dansiteatrið, var
liðug, helt Eyð Matras eina røðu og
handaði øllum teimum, sum høvdu
luttikið á barnasjónleikarastevnuni 2007
hvør sítt diplom.
Blaðbólkurin á sjónleikarastevnuni var
5.a í Sankta Frans skúla í Havn.
Blaðstovan var í skúlanum. Skúladagurin
byrjaði kl. 10.00 og endaði ikki fyrr enn
kl. 21.00, tí Sára skuldi rættlesa tekstirnar,
og myndirnar skuldu vera lidnar.
Stjørnueyga er ein hin besti
skúladagurin, vit hava havt.
Næmingar í 5. a í Sankta Frans skúla
Louisa Lamhauge og Sigga Vang, lærarar
… STJØRNUEYGA