Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 93 - 16. mai 2007 Loyni­klubburi­n Dái­n. Bólkur frá Dramaverkstaðnum í Havn Loyni­klubburi­n er ei­n sera spennandi­ og stuttli­gur sjónlei­kur. Lei­kararni­r vóru 10- 13 ár. Tá leikurin byrjar, er eldur í einum húsum. Til tað brennandi húsið brúktu tey eina roykmaskinu. Fólk síggja royk og begynna at blíva eitt sindur bangin, tí trý hús eru brend upp á tríggjar vikur. Tá tey hava lisið eina grein í Dimmu, gera tey ein loyniklubba, tí tey ætla at finna útav, hvør tað er, sum brennur hús, og tey fóru til blaðið og spurdu, um tey kundu sleppa at tosa við tann, sum tekur bíløtini. Skrivstovudaman svaraði, at hann ikki var har, men tað eyðnaðist loyniklubbanum at finna brennivargin, og tey ringdu beinanvegin 112. Politiið fangaði hann og setti hann í fongsul. Guðrið Hentze, Linda Jórun Poulsen og Sissal Abrahamsen Vælnøgdir leikarar eftir sýning Stjørnueyga – besti skúladagur Efti­r hvønn lei­k fi­ngu lei­kararni­r hvør sína reyða rósu. Blaði­ð Stjørnueyga fekk 16 reyðar rósur. Tá tann sei­nasta framførslan, sum var dansi­teatri­ð, var li­ðug, helt Eyð Matras ei­na røðu og handaði­ øllum tei­mum, sum høvdu lutti­ki­ð á barnasjónlei­karastevnuni­ 2007 hvør sítt di­plom. Blaðbólkuri­n á sjónlei­karastevnuni­ var 5.a í Sankta Frans skúla í Havn. Blaðstovan var í skúlanum. Skúladaguri­n byrjaði­ kl. 10.00 og endaði­ i­kki­ fyrr enn kl. 21.00, tí Sára skuldi­ rættlesa teksti­rnar, og myndi­rnar skuldu vera li­dnar. Stjørnueyga er ei­n hi­n besti­ skúladaguri­n, vi­t hava havt. Næmingar í 5. a í Sankta Frans skúla Louisa Lamhauge og Sigga Vang, lærarar … STJØRNUEYGA