Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 16. mai 2007 31 Sparigrísurin Fræið. Bólkur frá Dramaverkstaðnum í Havn Samrøða við Eyð Matras, sjónleikara, MáF Hvat er Sparigrísurin fyri ein leikur? Leikararnir vóru 9 – 11 ár. Søgan er um gentu sum finnur pengar frá bankaráni heima hjá sær sjálvari. Og eftir hetta hendir nógv spennandi. Hvussu var pallurin? Hann var einfaldur eins og flestu av hinum pallinum á stevnuni. Hetta er jú snilt á einari slíkari stevnu, tá skiftini millum leikirnar skulu ganga skjótt. Tað serliga við pallinum var, at har var ein stórur ljósareyður sparigrísur, sum jú var sera hóskandi til navnið á leikinum. Hvussu dámdi tær leikin? Mær dámdi væl leikin, tí hetta var bæði ein øgiliga fitt søga og ein væl spældur leikur. Harumframt var stemningurin í salinum sera góður. Eyð gevur Elin Siv Káradóttir og hinum leikarunum úr Sparigrísinum diplom Dansiteatur Spurningar settir 5.a Hvørjir vóru persónarnir? Í dansileikinum Eitt einasta orð dansaðu og tosaðu og sótu, klemmaðust og skeldaðust ein ung genta og ein ungur drongur. Hvussu var pallurin gjørdur? Tey dansaðu ikki uppi á scenuni, men niðri á gólvinum. Á gólvið høvdu tey lagt svartar dansimáttur. Har stóðu tveir stólar. Har vóru eisini tveir flatskermar, men bara annar var tendraður og vísti myndir. Á vegginum hekk ein violin. Annars var pallurin nokk so tómur, har vóru ikki so nógv ting, men tað var ok. Hvussu var ljósið? Eitt sindur myrkt. Tað skifti ímillum at vera myrkt og ljóst, gult og svart.Tað vóru tvær lampur á vegginum, ið lýstu vakurt, og tá ið gentan kom inn ímóti teimum, varð tað ein flottur skuggi. Og tá alt rúmið var myrkt, og ljósið lýsti á violinuna á vegginum, var tað ótrúliga flott. Hvussu var tónleikurin? Tað var violin- og klavertónleikur. Ein genta spældi violintónleik uppi á balkongini, og tað ljóðaði ógvuliga væl. Tað var ein friðarligur sangur, sum kom hvørjaferð, bíløtini á skerminum vórðu víst. Tónleikurin var syrgiligur og eitt sindur óhugnaligur, tá tað var myrkt. Onkur helt eisini at tónleikurin var í so seinur og gammeldags. Hvat var dansileikurin um? Um menniskju og at allar søgur koma úr tí eina orðinum, sum kann broyta okkum. Ella um meg og teg og lív og bangilsi. Hvat dámdi tykkum dansileikin? Eitt sindur væl, tí tey dugdu væl at dansa og at minnast orðini, og har var nógv flott, men hann var meira til vaksin enn til børn og ikki altíð so lættur at skilja, og so kundi hann verið stuttligari. Har var ov lítið av litum, og tað gekk ov seint, sjálvt um hann var dramatiskur. Lítli Prinsurin Bólkur III. Skúlin í Sjónleikarhúsinum í Havn Lítli Prinsurin var ein sjónleikur, sum er um nógvar gongustjørnur og ein prins, ið hevði eina blómu, sum vardi gongustjørnu sína. Vit hava tosað við Hedvig Westerlund Kapnas, leikstjóra. Hon segði okkum, at hetta var ein leikur, sum er bygdur á eina heimskenda bók hjá Antoine de Exupery. Jacques Ardoin var vinmaður hja rithøvundanum og skrivaði leikin í 1944. Leikurin hevur verið framførdur í nógvum londum líka síðani. Tað vóru 16 leikarar úr 10 til 13 ár, sum royndu sítt besta, og tað gekk nokk so væl. Leikurin vardi ein knappan tíma. Vit geva teimum 2 av 5 stjørnum, tí leikurin fangaði okkum ikki. Annars var tað gott!! Bergur Mikkelsen og Ernst D. Remmel Lítli Prinsur á føroyskm palli