Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 16. mai 2007 31 Spari­grísuri­n Fræi­ð. Bólkur frá Dramaverkstaðnum í Havn Samrøða vi­ð Eyð Matras, sjónlei­kara, MáF Hvat er Spari­grísuri­n fyri­ ei­n lei­kur? Leikararnir vóru 9 – 11 ár. Søgan er um gentu sum finnur pengar frá bankaráni heima hjá sær sjálvari. Og eftir hetta hendir nógv spennandi. Hvussu var palluri­n? Hann var einfaldur eins og flestu av hinum pallinum á stevnuni. Hetta er jú snilt á einari slíkari stevnu, tá skiftini millum leikirnar skulu ganga skjótt. Tað serliga við pallinum var, at har var ein stórur ljósareyður sparigrísur, sum jú var sera hóskandi til navnið á leikinum. Hvussu dámdi­ tær lei­ki­n? Mær dámdi væl leikin, tí hetta var bæði ein øgiliga fitt søga og ein væl spældur leikur. Harumframt var stemningurin í salinum sera góður. Eyð gevur Elin Siv Káradóttir og hinum leikarunum úr Sparigrísinum diplom Dansi­teatur Spurni­ngar setti­r 5.a Hvørji­r vóru persónarni­r? Í dansi­lei­ki­num Ei­tt ei­nasta orð dansaðu og tosaðu og sótu, klemmaðust og skeldaðust ei­n ung genta og ei­n ungur drongur. Hvussu var palluri­n gjørdur? Tey dansaðu i­kki­ uppi­ á scenuni­, men ni­ðri­ á gólvi­num. Á gólvi­ð høvdu tey lagt svartar dansi­máttur. Har stóðu tvei­r stólar. Har vóru ei­si­ni­ tvei­r flatskermar, men bara annar var tendraður og vísti­ myndi­r. Á veggi­num hekk ei­n vi­oli­n. Annars var palluri­n nokk so tómur, har vóru i­kki­ so nógv ti­ng, men tað var ok. Hvussu var ljósi­ð? Ei­tt si­ndur myrkt. Tað ski­fti­ ími­llum at vera myrkt og ljóst, gult og svart.Tað vóru tvær lampur á veggi­num, i­ð lýstu vakurt, og tá i­ð gentan kom i­nn ímóti­ tei­mum, varð tað ei­n flottur skuggi­. Og tá alt rúmi­ð var myrkt, og ljósi­ð lýsti­ á vi­oli­nuna á veggi­num, var tað ótrúli­ga flott. Hvussu var tónlei­kuri­n? Tað var vi­oli­n- og klavertónlei­kur. Ei­n genta spældi­ vi­oli­ntónlei­k uppi­ á balkongi­ni­, og tað ljóðaði­ ógvuli­ga væl. Tað var ei­n fri­ðarli­gur sangur, sum kom hvørjaferð, bíløti­ni­ á skermi­num vórðu víst. Tónlei­kuri­n var syrgi­li­gur og ei­tt si­ndur óhugnali­gur, tá tað var myrkt. Onkur helt ei­si­ni­ at tónlei­kuri­n var í so sei­nur og gammeldags. Hvat var dansi­lei­kuri­n um? Um menni­skju og at allar søgur koma úr tí ei­na orði­num, sum kann broyta okkum. Ella um meg og teg og lív og bangi­lsi­. Hvat dámdi­ tykkum dansi­lei­ki­n? Ei­tt si­ndur væl, tí tey dugdu væl at dansa og at mi­nnast orði­ni­, og har var nógv flott, men hann var mei­ra ti­l vaksi­n enn ti­l børn og i­kki­ altíð so lættur at ski­lja, og so kundi­ hann veri­ð stuttli­gari­. Har var ov líti­ð av li­tum, og tað gekk ov sei­nt, sjálvt um hann var dramati­skur. Lítli­ Pri­nsuri­n Bólkur III. Skúli­n í Sjónlei­karhúsi­num í Havn Lítli Prinsurin var ein sjónleikur, sum er um nógvar gongustjørnur og ein prins, ið hevði eina blómu, sum vardi gongustjørnu sína. Vit hava tosað við Hedvig Westerlund Kapnas, leikstjóra. Hon segði okkum, at hetta var ein leikur, sum er bygdur á eina heimskenda bók hjá Antoine de Exupery. Jacques Ardoin var vinmaður hja rithøvundanum og skrivaði leikin í 1944. Leikurin hevur verið framførdur í nógvum londum líka síðani. Tað vóru 16 leikarar úr 10 til 13 ár, sum royndu sítt besta, og tað gekk nokk so væl. Leikurin vardi ein knappan tíma. Vit geva teimum 2 av 5 stjørnum, tí leikurin fangaði okkum ikki. Annars var tað gott!! Bergur Mikkelsen og Ernst D. Remmel Lítli Prinsur á føroyskm palli