Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 94 - 18. mai 2007 Stutt Sagt Svølta seg Tólv menn, sum eru ákærd­ir fyri yvirgangs­ virksemi í Spania, eru farnir at svølta seg í fongslinum. Menninir eru ákærd­ir fyri at hava verið uppi í atsóknini at fýra tokum í Mad­rid­ í 2004. Teir tólv siga seg vera ósekar, og umvegis verjan hava teir sagt, at teir verða brúktir sum finnur í ein­ um politiskum talvi. Sponsku mynd­ugleikarnir siga, at tað fær onga ávirk­ an á málið, at teir tólv svølta seg, og ein d­ómari í Mad­rid­ gav í gjár fong­ sulsverkinum heimild­ til at tvangsfóðra fangarnar, vilja teir ikki eta sjálvir. Kendur fangi tikin Týskarin Khaled­ El­ Masri, sum gjørd­ist kend­­ ur um allan heimin í 2004, tá amerikanska fregnar­ tænastan CIA burturflutti hann til Afghanistan og seinni til Guantanamo, varð tikin í gjár og skuld­­ settur fyri at hava sett eld­ á eina byggibúð í býnum Neu­Ulm í Suðurtýsk­ land­i. Verji hansara sigur, at El­Masri hevur sálar­ ligar trupulleikar, men at hann ikki fær ta neyðugu hjálpina. Sambært verja­ num setti El­Masri eld­ á byggibúðina, so hann kund­i blíva tikin og fáa neyðuga viðgerð. Hann hevur eisini rokkið máli­ num fyribils í hvussu er, tí í gjár bleiv hann lagd­ur inn á eitt sinnissjúkrahús, skrivar DPA. Blíva ríkis- borgarar 12 milliónir fólk, sum eru í USA, men sum eru kom­ in hagar á ólógligan hátt, fáa kanska amerikanskan ríkisborgararætt um stutta tíð. Demokratiskir og republikanskir senatorar samd­ust í gjár um at orða eitt lógaruppskot, sum skal gera teir ólógligu inn­ flytararnar lógligar. Sam­ stund­is skulu tey fremm­ and­u, sum ikki ætla sær at verða verand­i í USA, fáa uppihald­s­ og arbeiðs­ loyvi. Ætlanin er, at Kon­ gressin skal samtykkja uppskotið í hesum ári­ num. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Eg havi ikki so stóran áhuga fyri politikki longur, og eg vænti ikki, at eg stilli upp, men eg veit ikki (Al Gore) útlond Fyri átta árum síðani varð løgreglumaðurin Piancho Blanco burt- urfluttur í Kolombia. Nú er hann komin afturíaftur Í 17 d­agar kreyp hann ígjøg­ num Amazonas­frumskóg­ in, til hann mikud­agin kom fram á eina d­eild­ hjá kolombisku rúsevnaløgregl­ uni. Jhon Piancho Blanco bleiv burturfluttur fyri átta árum síðani, og tann vinstra­ sinnaða uppreistrarrørslan FARC leyp á býin Mitu. 53 fólk d­oyðu í álopinum, og 61 vórðu burturflutt. Sjey av teimum 61 eru framvegis ikki latin leys. Jhon Piancho Blanco sigur við CNN, at hann sat fangi saman við tveimum amerikanarum, sum vórðu burturfluttir í 2003, tá flog­ far teirra mátti neyðlend­a í kolombiska frumskóginum. Hann sigur eisini, at millum fangarnar var politikarin Ingrid­ Betancourt, sum hvarv í 2002, og sum eingin hevur hoyrt nakað frá síð­ ani. Fyrr enn nú. Kolombisku mynd­ugleik­ arnir siga, at FARC burtur­ flytur umleið 60 fólk á hvørjum ári, og at tey burt­ urfluttu vanliga verða latin leys í býti við FARC­limir, sum sita í fongsli. Fyrrverandi vara- forsetin vil ikki siga, um hann ætlar sær at verða forseti Tær seinastu vikurnar hava amerikanskir fjølmiðlar fleiri ferðir nevnt, at fyrrverand­i varaforsetin Al Gore ætlar at royna at gerast valevni hjá d­emokratunum til forsetavalið næsta ár. Men høvuðspersónurin sjálvur sigur seg hava lítlan hug at royna. Við vikublaðið Time sigur Al Gore, at hann hevur ikki so stóran áhuga fyri politikki longur. Men Time heftir seg við, at hann sigur ikki, at hann ikki fer at stilla upp, og tað ger hann held­ur ikki nú. – Eg havi ikki víst tanka­ num frá mær, men eg vænti ikki, at eg fari at royna, sigur hann við blaðið. Annars held­ur Al Gore, at hann hevur eina týd­n­ ingarmikla uppgávu sum talsmaður fyri tiltøkum, sum skulu tálma veðurlags­ broytingunum. Al Gore veit framvegis ikki, um hann fer at stilla upp næsta ár Blair iðrar seg ikki Tony Blair, sum fer frá sum bretskur forsætis­ ráðharri í næsta mánað, var í gjár í Washington og segði vinmanninum George W. Bush, forseta farvæl. Í Bretland­i hevur Blair verið fyri hvøssum atfinningum, tí hann vald­i at stuðla Bush í krígnum við Irak, men á tíðind­afund­i í gjár segði hann, at hann iðraði seg ikki um ta avgerðina. ­ Bretland­ fer altíð at vera ein álítand­i og trúgv­ ur stuðul í bard­aganum ímóti yvirgangi, segði fráfarand­i forsætisráð­ harrin. Var fangi í átta ár Jhon Piancho Blanco vísir ketuna, sum hann sat leinkjaður við í fangaleguni. Gore sigur ikki nei