Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007 Vikuskifti 18 Her hava vit eini eldri sethús, sum standa í einum serligum umhvørvi og sum hava sera gott útsýni suður gjøgnum Nólsoyarfjørð og norðureftir. Innan eru húsini gjørd hugnalig við einum blandingi av gomlum og nýggjum, m.a. eru tey gomlu trægólvini pussað niður. Húsini eru sera rúmlig, við nógvum kømrum, 2 baðirúmum og 2 stovum, umframt lítlari íbúð í kjallar. Økið uttan um húsini er stórt og rúmar nógvar møguleikar fyri urtagarðsvirksemi og hevur sera góðar parkeringsmøguleikar. Hugnalig eldri hús við frálíkum útsýni Fakta Húsini, sum standa Yviri við Strond 29 í Tórshavn, eru bygd í 1934, men eru so við og við dagførd. Tey eru í trimum hæddum, íalt 210 fermetrar, og grundøkið er heilar 898 fermetrar. Sí meira í lýsingini á hinari síðuni. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Tú fært meira at vita frá InnI, eins og tú kanst biðja um at síggja tey á tel. 354200.