mikudagur 21. mars 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 21. mars 2001
13
12
Nr. 56 - 21. mars 2001
Bergur
Hanusson,
djóralækni
Heri Joensen,
prestur
Heri Krage-
steen, sálar-
frøðingur
Ingi Højgaard,
løgfrøðingur
Jens Andre-
assen, lækni
Jóhanna á
Tjaldrafløtti,
føðslu/húsar-
haldsfrøðingur
Jón Klein
Olsen,
politistur
Jón Krage-
steen. Ferðslu-
trygd
Julianna Næs,
pedagogur
Sjúrður
Johannesen,
sosialráðgevi
Turid Thom-
sen, lestrarveg-
leiðari
Marius
Staksberg,
málfrøðingur
TIT SPYRJA VIT SVARA
DJÓRALÆKNIN
Ov nógv kraftfóður
óhepnar fylgjur
Hjá øllum, sum hava seyð,
er spurningurin um heima-
seyð eitt afturvendandi
kjakevni. Nógv vilja hava
seyðin heima um veturin,
sjálvsagt tí at tey meina at
gera væl við seyðin. Hin-
vegin eru tey mong, sum
halda, at hetta er at gera
seyðinum eina bjarnartæn-
astu. Tey vísa á, at seyður er
skaptur til at klára seg úti
um veturin, og stúrt verður
fyri, at við at hava seyðin
heima um veturin, verður
hann meiri og meiri for-
vandur og erkvisin. Sum
ein bóndi norðanfyri seyði í
Sosialinum
herfyri
»Heimaseyðurin er so for-
vandur, at hann tímir ikki
so frægt sum at skava í kav-
anum«. Avleiðingin av tí er,
at hann klárar seg verri og
verri úti og at hann tí at
enda als ikki klárar seg í
haganum, men noyðist at
vera heima. Hevur djóra-
læknin nakra meining um
hetta?
Ullin á føroyskum seyði
er tiltikin góð. Summi
halda, at eginleikarnir í ull-
ini broytast – til tað verra
skilst – av at seyðurin er so
nógv heima? Hevur djóra-
læknin nakrar royndir av tí?
Tað eru eisini tey, sum
halda uppá, at teir trupul-
leikar, sum eru av seyði,
eitt nú í lembing, teir eru
bara av heimaseyðinum
ímeðan hagaseyðurin klárar
seg nógv betur? Er hetta
so?
Tann føroyski seyðurin hev-
ur, síðani hann kom til
hetta landið, lagað seg til
umstøðurnar, sum her eru.
Hetta hevur ført við sær, at
seyðurin bjargar sær væl í
haganum, eisini um vetur-
in. Mark er tó fyri, hvussu
lítið seyður kann klára seg
við. Hann má hava nakað
at bíta, og veðrið hevur
sjálvandi eisini ávirkan á,
um seyðurin hórar undan.
Vit síggja, serliga frá eldri
tíðum, tá allur seyðurin
gekk úti alt árið, at fellisár
vóru. Sovorðnar vetrar er
lítið at ivast í, at seyðurin
hevur nógv betur av at
standa inni, ella at hann
hevur møguleikan at ganga
út og inn og at givið verður
hoyggj, so hann ikki missir
jótrið.
Hinvegin eigur at vera
ansað eftir, at ikki verður
gjørt ov gott við seyðin.
Royndirnar eru, at um
seyðurin fær ov nógv av
kraftfóðri, kann hetta hava
óhepnar fylgjur við sær.
Vandin fyri, at ærnar verða
raktar av ávísum sjúkum, er
størri.
Nevnast
kunnu
mjólkarfepur og júgur-
bruni. Men verður farið
fram við skili og seyðurin
fær, fyrst og fremst gott
hoyggj og nakað av kraft-
fóðri aftrat, so er ivaleyst,
at fyrimunir eru við at hava
seyðin inni um veturin.
Dygdin á ullini kann
broytast, tá seyðurin stend-
ur inni. Hinvegin eru hetta
ikki broytingar, sum standa
við, ella sum arvast til
lombini undan óm, sum
standa inni. Vandin fyri, at
trupulleikar kunnu stinga
seg upp í samband við
lembing, er størri hjá óm,
sum eru heima og sum eru í
ov góðum holdum, enn hjá
hagaseyði.
LØGREGLAN
Skavið kavan av
Nú kavi liggur, síggjast
nógvir bilar í ferðsluni, í
øllum førum í Havn, koyra
á vegnum, uttan at kavin er
skavaður av bilinum. Á
onkrum bili eg havi sæð er
bert eitt lítið hol á forrútin-
um, soleiðis at førarin sær
eitt evarska lítið sindur
fram, men hvørki aftur ella
til síðuna. Hetta er púra á-
byrgdarleyst eftir mínum
tykki. Hvat kann løgreglan
gera við slíkar førarar, ella
hvat kunnu vit, sum ferðast
í ferðsluni hvønn dag og
eru í vanda, tá ið slíkir før-
arar eru á vegnum, gera?
Vit geva spyrjaranum full-
komiliga rætt. Tað er á-
byrgdarleyst av bilførarum
at seta seg við rættið í ein-
um bili og koyra, uttan at
hava frítt útsýni til allar
síður. Áðrenn farið verður
við bili, skal kavi, ísur ella
døgg, ið er lagstur á bilrút-
arnar, burturbeinast.
Sambært § 4 stk. 1 í
ferðslulógini skal eitthvørt
akfar vera soleiðis útgjørt
og hildið í tílíkum standi, at
tað kann nýtast uttan ó-
neyðugan vanda og ónáðir
hjá øðrum.
Politiið hevur ákært fleiri
bilførarar, sum ikki hava
gjørt hetta. Í slíkum føri,
har bert eitt lítið »hol« er í
kavanum á forrútinum,
kann politiið leggja spurn-
ingin fyri rættin um frá-
døming av koyrikortinum.
Tað, sum spyrjarin og ein
og hvør kann gera í slíkum
føri,
sum
hava
rætta
ferðsluhugburðin, er evt. at
tosa við fólk og fáa tey at
skilja, hvussu ábyrgdarleys
henda koyring er. Eisini er
neyðugt at ansa sær fyri
slíkum bilførarum og ann-
ars at boða politinum frá.
Í Hetlandi verður
fylgt væl við, hvussu
føroyingar fyrireika
seg til eina komandi
oljuvinnu, og tað er
eingin loyna, at het-
lendingar fegnir
síggja, at føroysk olja
verður flutt til risa-
stóra oljuterminalin í
Sullom Voe heldur
enn at verða flutt til
lands í Føroyum
OLJUSAMVINNA
Jan Müller
Nú um dagarnar vitjaði ein
av teimum embætismonn-
unum í Shetland Island
Council,
sum
umsitur
grunnar við oljupengum.
Endamálið við vitjanini var
m.a. at kunna seg við før-
oysk viðurskifti og at fáa
innlit í, hvussu langt føroy-
ingar eru komnir á oljuøk-
inum og hvørjar framtíðar
ætlanir eru her.
Jeff Goddard er úr Kent í
Bretlandi og hevur búð í
Hetlandi seinastu seks ár-
ini. Hann arbeiðir fyri Shet-
land Island Council, sum
umsitur eina ørgrynnu av
grunnum við oljupengum.
Sosialurin skilur, at tað í
umrøddu grunnum í dag
eru nógvar milliardir krón-
ur. Hagtøl vísa, at talan er
um einar 5 milliardir men
helst er rætta talið nærri
teimum 10 milliardunum.
Talan er so um bæði váða-
fúsar grunnar, ið stuðla
ymsum vinnulívsverkætl-
anum, og síðani grunnar,
sum lata pengar til sosial-
og ymisk vælferðarenda-
mál. Grunnarnir hava eingi
starvsfólk sum so, men tað
er fyrisitingin í Shetland
Islands Council, sum um-
situr teir ymsu grunnarnar.
Ein av høvuðsuppgávun-
um hjá Jeff Goddard er at
umsita ein av grunnunum,
nevndur
»Charitable
Trust«. Pengarnir í teimum
ymsu grunnunum stava all-
ir frá oljuinntøkum.
Herfyri skrivaðu vit,
hvønn týdning hetlendingar
meta ein nýggj Norrøna
kann hava fyri Hetland. Jeff
Goddard segði við blaðið,
at hetlendingar vilja fegnir
knýta tættari bond við Før-
oyar, ikki minst nú ein
komandi oljuvinna stendur
fyri framman. Sjálvir hava
teir livað við oljuni nú í 25
ár og halda seg tí hava góð
ráð at geva føroyingum.
Men hetlendingar hugsa
sjálvandi eisini um, hvat
teir kunnu fáa burtur úr eini
komandi føroyskari olju-
vinnu.
Verður olja funnin við
Føroyar, er tað eingin
loyna, at hetlendingar fegn-
ir síggja, at oljan verður
flutt til oljuterminalin í Sul-
lom Voe heldur enn í land í
Føroyum. Tað er umleið
sami teinur til Hetlands
sum til Føroya frá møgu-
ligum føroyskum oljufelt-
um og við at flyta oljuna
beinleiðis
til
Hetlands
sleppa føroyingar undan at
skula brúka stórt uppland
til eina oljuhavn og at gera
tær neyðugu íløgurnar sam-
an við oljufeløgunum. Har-
aftrat slepst undan vandan-
um fyri møguligari dálking,
um tangaskip skulu flyta
olju til lands í Føroyum.
Spurningurin er eisini,
hvussu nógv slætt uppland
er til at byggja ein stóran
oljuterminal í Føroyum.
Eisini vil eitt slíkt arbeiði
hava við sær, at nógvir
útlendingar mugu flyta til
Føroya at gera arbeiðið, so
hetlendingar
halda
tað
hevði verið skilagott fyri
kanska bæði føroyingar og
hetlendingar, um øll oljan
frá Atlantsmótinum endaði
í goymslutangunum í Sul-
lom Voe. Tá sluppu føroy-
ingar heilt undan teimum
trupulleikum, sum ein før-
oyskur oljuterminalur vildi
havt við sær. Í dag verður
bert helvtin av goymsluork-
uni har brúkt.
Hetlendingar
síggja
annars fram til, at BP og
onnur oljufeløg fara at seta
á Clairfeltið, sum liggur
stutt frá Hetlandi og at
lagdir verða rørleiðingar til
Sullom Voe. Tá vil hetta
tryggja arbeiði í Sullom
Voe í hvussu er 20 ár aftrat.
Fyri so ikki at tosa um,
verða tað funnin størri olju-
felt aftrat á Atlantsmótin-
um, tvs. eisini á føroyskum
øki. Tað er greitt, at hjartað
í hetlendsku oljuvinnuni
er stóri oljuterminalurin
Sullom Voe. Hann er størsti
av sínum slag í Europa og
stendur júst nú fyri eini
útbygging. Herfyri ljóðaði
annars,
at
oljufeløgini
høvdu minni og minni á-
huga í at brúka terminalin,
men síðani BP og onnur
stór oljufeløg eru farin at
vísa bæði Norðsjónum og
Atlantsmótinum størri ans,
er Sullom Voe aftur komið
til sín rætt.
Drúgvar royndir
– Hetlendingar hava livað
við oljuvinnuni í 25 ár. Hon
hevur ávirkað samfelagið
nógv. Hetlendingar halda
seg kenna oljuvinnuna og
hava harvið kanska nakað
av geva føroyingum, tá tað
kemur til ráðgeving og
innlit í hesa vinnu sigur Jeff
Goddard, sum undir vitjan
síni í Føroyum eisini hitti
umboð fyri føroyskt olju-
felag.
– Tað er ringt hjá mær at
tosa vegna hetlendingar,
hvussu oljuvinnan hevur
broytt samfelagið til tað
betra og verra, nú eg bert
havi búð í Hetlandi í nøkur
ár. Tað verður tó ringt at
finna nakran her, sum ikki
vil góðtaka, at Hetland er
nógv betur fyri búskapar-
liga við oljuvinnuni. Ikki
bert kemur væl av peningi
til Shetland Islands Coun-
cil. Tað eru eisini mong
væl lønt arbeiði í hesi
vinnu, sum hetlendingar
sita á. Nógvir hetlendingar
hava skiftiarbeiði eitt nú í
sambandi við nógva virk-
semið í havnini í Sullom
Voe. Tað kemur væl við at
arbeiða á henda hátt, tí tá
kunnu teir eisini taka sær
av seyði o.ø. sum eisini
hevur stóran týdning.
Jeff Goddard sigur víð-
ari, at tað uttan iva vil vera
onkur, sum heldur, at oljan
hevur einki gott gjørt fyri
Hetland, men tað kemst
ikki uttan um, at hon hevur
skapt størri vælferð. Fólk
vilja hava sín egna bil, hita
í húsinum ol.
Jeff Goddard heldur ikki,
at oljuvinnan hevur hava
ringa ávirkan á mentan og
samfelag sum so. Hetland
hevur altíð havt nógv vitj-
andi og harvið verið eitt
rættiliga blandað samfelag.
Nógv fólk uttanífrá eru
flutt til Hetlands, tá nógv
arbeiði hevur verið, so
mentanin verið rættiliga
fjøltáttað. Nógv er annars
broytt seinastu 15 árini til
tað betra. Tað er líkasum at
upprunamentanin og málið
hava verða raðfest hægri.
Hetta sæst m.a. aftur í bók-
mentunum og dansinum.
Týdning
fyri fiskivinnu
Jeff Goddard heldur ann-
ars, at oljupengarnir eru
komnir væl við í fiskivinn-
uni.
Fiskivinnan
hevur
sjálvandi verið bæði upp-
og niðurgangandi. Meðan
flestu kvotur í Bretlandi eru
seldar av landinum, so hev-
ur tað eydnast hetlending-
um við oljupengum at
keypa kvoturnar, soleiðis at
tær í dag hoyra til lokal-
samfelagið heldur enn til
einstakar hetlendingar, og
harvið er ikki vandi fyri, at
tær verða seldar til útlend-
ingar eins og galdandi er í
Onglandi. So ein kann siga,
at her kemur oljupeningur
væl við hjá fiskivinnuni í
Hetlandi.
Annars er størsta inn-
tøkan frá oljuni oljuskatt-
urin, sum eru risastórar inn-
tøkur, ið enda hjá skatta-
myndugleikunum
í
London. Hetland fær sum
so bert ein lítlan part av
hesum inntøkum, einar 10
mill. pund um árið. So er
eisini ein lokalur oljuskatt-
ur, sum ikki gevur so nógv.
Men oljufeløgini gjalda
Shetland Islands Council
eina ávísa upphædd á
hvørjum ári. Aðrar inn-
tøkur, sum Hetland fær frá
oljuni, er so leiga fyri term-
inalin, tað er eisini umsit-
ing av sjálvari havnini í
Sullom Voe og raksturin av
5 sleipibátum, ið Shetland
Island
Council
eigur.
Nógvar av umrøddu olju-
inntøkum enda í teimum
grunnum, sum Shetland Is-
land Council umsitur.
Hetlendingar ynskja olju-
samvinnu við føroyingar
Jeff Goddard frá Shetland Island Council sær stórar
møguleikar í oljusamvinnu millum Føroyar og Hetland
Mynd Jan Müller
SullomVoe er størsti oljuterminalurin í Europa. Hann kann taka 1,2 mill. tunnur av olju um dagin, men í løtuni tekur hann um
600.000 tunnur. Útlit eru kortini út til at oljuhavnin fer at verða nógv meira brúkt
Ætlanin er at leggja eina gasleiðing úr Foinaven og Schie-
hallion oljufeltunum beint við markið til Sullom Voe. Henda
leiðing kann koma at fáa týdning fyri føroysk olju- og gassfelt
við markið í framtíðini
Spyrjið
serfrøðingarnar
Hava tit spurningar til
serfrøðingarnar,
kunnu tit senda teir til:
Sosialin
postsmogu 76
110 Tórshavn
ella á fax: 314720
og teldupostadressuna:
spyr@sosialurin.fo
Boðanesgøta • FO-188 Hoyvík
Tel. 31 54 78 • Fartel. 28 21 00 • Fax 32 04 78
• Grasvøllir • Planting • Viðlíkahald
• Seta gravsteinar upp v.m.
• Gera tún við flisum ella oljugrúsi
• Grevstur í sambandi við olljutangaskifti o.a.
Spyr - tað kostar einki!
Við 25 ára royndum hava vit roynt tað mesta