Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 21. mars 2001 11 10 Nr. 56 - 21. mars 2001 FISKIVINNUTÍÐINDI Jústinus Leivsson Eidesgaard Tað liggur greitt í loyv- inum hjá nýggju rækju- skipunum, at teir koma inn fyri at brúka avlops- dagar, tann dagin tað strammmar í, so fara hesi skip úr aftur flot- anum eftir tí skipan, at tað seinasta fer fyrst, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri. Hann vísir aftur kritikkinum um at tað er ein skeiv av- gerð, at landsstýrið hevur givið fleiri rækju- loyvi. – Tað er júst tí talan er um avlopsdagar, at vit hava tryggja okkum, at nýggju rækjuloyvini ikki skulu taka frá teim- um skipum, sum hava verið leingi í flotanum. Vit hava tryggja okkum, at tann sum kemur síðst inni fer fyrst útaftur. Í hesum førinum er Ocean Pride tann fyrsti sum hevur fingið loyvi at nýta hesar avlopsdagar og hann verður sostatt eisini tann seinastu sum fer út aftur, um fleiri avmarkingar koma, sigur Jørgen Niclasen. Bretska fyritøkan Marks & Spencer hevur boðað frá, at hon fer at seta víðgongd tiltøk í verk, ið hava til endamáls at noyða alarar at brúka minni mongdir av skaðakyktaeitri í aliringunum GÓÐSKUKRØV Stefan í Skorini Enska blaðið Sunday Herald skrivar í vikuni, at fyritøkan Marks & Spencer fer at seta umfatandi tiltøk í verk fyri at tryggja sær, at alilaksur, ið fyritøkan keyp- ir, ikki inniheldur stórar mongdir at kemiskum evn- um ella skaðakyktaeitri. Hesi krøvini kunnu eisini raka føroyskar alarar. Tiltøkini skulu hava við sær, at alivinnan fer at taka annað skinn um bak og levera eina reinari vøru í framtíðini. Hetta er serliga galdandi fyri ta skotsku alivinnuna. Funnist hevur verið at alivinnuni í Bretlandi sein- astu mánaðirnar, tí stórar mongdir av eitrandi kemi- kalium eru funnar í aldum laksi, sum hevur gingið í ringum í Bretlandi. Marks &Spencer sigur seg ikki kunna bjóða sínum við- skiftafólki laks, har ivamál er um, hvørt hann er fullur av kemiskum evnum. Tí fer Marks & Spencer í framtíðini bara at keypa laks frá alibrúkum, ið fara væl við umhvørvinum og ikki brúka eitrandi kemisk evni í viðgerðini av laksin- um. Andrew Mallinson, ið stendur fyri innkeypinum av laksi hjá Marks & Spen- cer, sigur, at fyritøkan ikki fer at keypa laks frá øllum alibrúkum, men bara frá teimum, ið framleiða tann reinasta laksin og annars hava tað besta alibrúkini. Hann sigur, at fyritøkan má seta strangari alarunum strangari góðskukrøv. Marks & Spencer fer tí at seta á stovn egna góðsku- meting av laksinum fyri at tryggja sær, at ongar restir av kemiskum evnum eru í laksinum. Skotska alivinnan hevur ein stovn, ið tekur sær av góðskukanning av laksin- um, men fyritøkan sigur, at fólk hava mist álitið á hesum stovni. Tí er tað neyðugt at fremja egnar góðskukanningar. Fyritøkan hevur eisini boðað frá, at fiskur, ið var ov gamal at eta, varð sendur á marknaðin við hægsta góðskugóðkenning. Tí er neyðugt við egnum eftirliti. Marks & Spencer sigur, at fyritøkan í framtíðini bara fer at keypa frá ali- brúkum, ið lata laksin hava gott pláss í ringunum og annars reka alibrúkið á nøktandi hátt. Andrew Mallinson vónar, at vinnan hevur sæð skrift- ina á vegginum og tekur sær um reiggj í framtíðini. Bretsk stórfyritøka setir alarum hørð krøv Marks & Spencer hevur tikið í herðatoppin á alarum, ið nýta stórar mongdir av skaðakyktaeitri og eitrandi kemiskum evnum ið viðgerðini av laksinum. Fyritøkan fer bara at keypa frá alibrúkum, ið ikki brúka stórar mongdir av kemiskum evnum Nýggj rækjuloyvi trýsta ikki verandi skip – Politikski myndug- leikin hevur hvørja ferð høvi býðst mótmælt at norð- menn einvíst skóru fiskdagatalið við Svalbard og tað fari eg aftur at gera í vikuni, tá eg hitt norska fiskimálaráð- harran Otto Greger- sen í Lofoten, sigur Jørgen Niclasen Jústinus Leivsson Eidesgaard Jørgen Niclasen sigur, at tað var undir stórum mót- mælum frá føroyskari síðu, at norðmenn einvíst í 1998 skóru fiskidagarnar niður við Svalbard. Hetta hevur verið mótmælt undir hvørj- um fiskiveiðusamráðingum síðan. Løgmaður hevur mótmælt yvir fyri norska statsministaranum. – Vit hava harðliga mót- mælt hesari einvísu niður- skeringini. Tað er ikki ein spurningur um hvat vit brúka av døgum, men hvat vit hava rætt til. Tað sum er óheppið hjá norðmonnum er, at teir hyggja eftir hvussu nógvar fiskidagar eitt skip hevur brúkt í eitt tíðarskeið upp á fimm ár. Tað diskriminerandi í hes- um er, at norðmenn einsa- mallir velja út hetta fimm ára skeið og seta so fiski- dagatalið hjá tí einstaka landinum eftir tí árinum, tá landið nýtti mest í hesum tíðarskeiði. Tað er misjavnt nær londini veiða við Svalbard. Vit nýttu einstøk ár í áttatiárunum nógvar ferðir fleiri fiskidagar enn vit nýta nú. Tí gevur tað eina heilt skeiva mynd, at Noreg soleiðis einvíst pilkar ein periodu burtur úr, sigur Jørgen Niclasen, sum í gjar fór til Noregs at hitta norska fiskimálaráðharran á fundi í Lofoten. – Vit krevja framvegis 2500 fiskidagar og ikki 1300 og undir politisku samrøðunum við Otto Gregersen og rækjurnar er eitt av málunum, sum eg ætli at seta frammalaga undir hesum samráðingum, sigur hann Norðmenn argumentera við at teir hava sett øll lond niður. Men føroyingar eru teir einastu sum rættuliga eru diskrimineraður, tí føroyingar hava ongantíð havt loyvi at roynt við meira enn 11 trolarum við Svalbard. – Fiskidagar hava staðið í okkara avtalu, men vit eru avmarkaðir sum einasta land við skipatali og tað er órættvíst. Norðmenn hava kunna nýtt nógv fleiri fiskidagar, tí teir hava ikki verið avmarkaðir í tali av skipum, sigur Jørgen Nicla- sen, fiskimálaráðharri. Eg fari aftur at mótmæla niðurskerdu fiskidøgunum – Myndugleikarnir áttu at verið meira á vakt. Havt betri eyga við lýsingunum, og á tann hátt steðgað teimum. Í Føroyum er øll lýsing fyri rús- drekka bannað. Tað stendur púra klárt í rúsdrekkalógini, sigur Ásbjørn Jacobsen, blaðstjóri á Blákrossblaðnum RÚSDREKKALÝSING Birita Andreasen Í oddagreinini í Blákross- blaðnum skrivar Ásbjørn Jacobsen, at lýsingarher- ferðin hjá øl- og rúsdrekka- ídnaðinum er farin út um alt mark. Ikki bert í útland- inum, men nú eisini her heima hjá okkum. WHO Í Blákrossblaðnum, sum júst er komið út, vísir Heilsustovnurin WHO á álvarsomu støðuna í brennivínsídnaðinum. Gjøgnum bløð, útvarp, sjónvarp og internet roynir ídnaðurin at sannføra og lokka tey ungu at drekka, sigur leiðarin í WHO, Gro Harlem Brundtland. Peningahæddirnar til lýsingarnar, sum hava til endamál at fáa fólk at drekka, eru so stórar, at torført er at fáa eitt rímuligt samband millum rúsdrekka og tey ungu, sigur hon. Ásbjørn Jacobsen finst í greinini á, at vit ikki hoyra nakað um hetta í fjølmiðl- unum her á landi, tá ið nú sjálvt WHO er vaknað við kaldan dreym. Hann setir spurnartekin við, hví summi kunnu lýsa sum teimum lystir, hóast øll lýsing fyri rúsdrekka er bannað í Føroyum. Lýsingar fram við veg- num er vorðin dagligur kostur í landi okkara, og hetta má steðgast, heldur Ásbjørn Jacobsen. – Myndugleikarnir áttu at verið meira á vakt. Havt betri eyga við lýsingunum, og á tann hátt steðgað teim- um. Snildisliga innpakkað Lýsingarnar eru mangan so snildisliga innpakkaðar, at trupult er at seta fingur á tær, sum eru ólógligar. – Serliga eru tað út- lendsku sjónvarpsrásirnar, ið lýsa við øl og rúsdrekka. Tey flestu síggja TV3, sum lýsir við Carlsberg og Tuborg. Men rákið er eisini her heima, sigur Ásbjørn Jacobsen. Eitt nú sendingin “Okkara kokkar” í Sjón- varp Føroya. Eg havi ikki sæð tað sjálvur, men tað eru fólk, ið halda, at tað er óbeinleiðis reklama fyri rúsdrekka. Ítrótturin Ítrótturin átti at gingið undan, og ikki latið seg tøla av øl- og brennivínsídn- aðinum, sigur Ásbjørn Jacobsen at enda í greinini. – Tú kemur neyvan til ein fótbóltsvøll, har tað ikki eru lýsingarskelti fram við vøllinum. Ítróttarfelags- skapurin skal vera meira varin, og tey ungu áttu ikki at gingið við reklamum á klæðunum. Heldur tú at ítrótturin reklamerar fyri rúsdrekka? – Tað vil eg ikki siga. Navnið er problematiskt, tá ein sodavatnsframleiðari eisini framleiðir øl. Á Kambsdali fer nú at bera til at taka eina trý ára HF útbúgving, har skúlagongdin verður fyrrapart, meðan næmingarnir sjálvir ráða yvir seinnapartinum. Henda útbúgving er serlgia ætlað eldri næmingum ÚTBÚGVING Eirikur Lindenskov At HF útbúgvingin serliga er ætlað teimum tilkomnu, hava vit hoyrt aftur og aftur. Men nú ætlar Studenta- skúlin og HF-Skeiðið í Eysturoyr at gera nakað ítøkiligt fyri at gera um- støðurnar hjá teimum meiri tilkomnu at taka HF-prógv uppaftur lagaligar, enn tær higartil hava verið. Komandi summar ætlar skúlin at taka inn ein HF- flokk, sum serliga verður lagdur til rættis eftir um- støðunum hjá hesum fólkum. At skúlin hevur gjørt av at taka hetta stigið er grundað í veruleikanum, sum hann hevur sæð út nógv tey seinastu árini. Síðsta summar vóru átta av 29 næmingum, sum luku HF prógv 24 ára gomul ella eldri enn tað, og í 1997 vóru 11 av 26 næmingum í hesum aldursbólkum. Hevur volt trupulleikar Á Kambsdali halda tey seg hava ábendingar um, at tað eru fleiri tilkomin, sum hava áhuga í at ganga í HF, men tey setast aftur, kanska tí at tað tykist strævið at hava 30 skúlatímar um vikuna, umframt heima- arbeiði og aðrar ábrygdir og skyldur. Úrslitið er, at nógvir næmingar gevast á leiðini – ikki tí, at teimum ikki hugaði at ganga í skúla, men tí, at tey ásannaðu, at bitin var ov stórur – eisini tí, at tey ikki vóru von við at ganga í skúla, sigur Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy í tíðindaskrivi. Viðhvørt kemur fyri, at mammur við smáum børn- um leggja sær útbúgvingina soleðis til rættis, at tær toyggja hana yvir trý ár í staðin fyri tað tvey ára skeiðið, sum hevur verið vanligt. Trupulleikin við hesum hevur ofta verið, at tað ofta koma stór hol í tímatalv- una. Hesir – um vit kunnu kalla tað serligu næming- arnir – lesa lærugreinarnar saman við vanligu flokkun- um, og tá ber ikki altíð til at leggja upp fyri serligu ynskjunum. Eitt samlað tilboð Fyri at sleppa undan trupul- leikum av sovorðnum slag og fyri eina ferð at geva tilkomnum fólki ein møgu- leika, sum tey serliga skulu kenna sum sítt tilboð, hevur Studentaskúlin á Kambs- dali gjør av til komandi skúlaár at bjóða út eitt samlað tilboð, har felags- tímarnir liggja saman, t. d. fyrrapartar, soleiðis, at tey lesandi kunnu hava flestu seinnapartarnar at ráða yvir og harvið at hava møgueika at røkja aðrar skyldur, meðan tey útbúgva seg. Í trý ára útbúgvingini verður tímatalið 22-23 um vikuna. Næmingarnir, ið taka fult HF prógv, halda ofta, at skrivliga arbeiðsbyrðan er tung. Tá HF prógvið verður tikið yvir trý ár, kann leggj- ast upp fyri hesum, soleiðis at skrivliga arbeiðsbyrðan verður býtt næstan javnt út á øll trý árini. Studentaskúlin á Kambs- dali lýsir nú við hesum í bløðunum, og seinasta freist at søkja er 26. mars, og umsóknarbløð fáast á skúlanum, har lestrarveg- leiðararnir eisini eru tøkir at veita ráð og vegleiðing, sigur tey á Studenta- skúlanum á Kambsdali. Trý ára HF flokkur fyri tey tilkomnu Á studentaskúlanum á Kambsdali fyrreika tey nú eina trý ára HF-útbúgving, sum serliga er ætlað eldri fólki Gólvsølan var ikki klár, tá blaðið fór til prentingar, og verður tí prentað í blaðið í morgin. Eiga at hava vakið eyga við lýsingum