mikudagur 21. mars 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 21. mars 2001
9
8
Nr. 56 - 21. mars 2001
Í Porkeri situr ein
maður í rullistóli. Hjá
honum er lívið so
tvørligt, at hann
sleppur ongan veg,
uttan at plága onnur
um hjálp. Frá Al-
mannastovuni og frá
Hjálpartólamiðstøð-
ini er so trupult at fáa
hjálp, at hevði hann
ikki verið so sálarliga
sterkur, hevði hann
langt síðani givið upp
ALMANNASTOVAN
OG HJÁLPARTÓLA-
MIÐSTØÐIN
Áki Bertholdsen
– Hevði eg ikki verið so
sálarliga sterkur, sum er eri,
hevði eg langt síðani havt
givið skarvin yvir. Tí om-
aná skaðan eg havi fingið,
havi eg eisini fingið eina
Almannastovu
og
eina
Hjálpartólamiðstøð
at
berjast ímóti.
Odd Eið Knutsen í Por-
keri og væl og virðiliga
troyttur av Almannastovuni
og Hjálpartólamiðstøðini.
Á
økisfundinum
hjá
Javna, sum var í Vági her-
fyri, greiddi hann frá,
hvussu ringt tað var hjá
honum at fáa hjálp nakra-
staðni frá, hóast hann hevði
meiðslað seg illa og mátti
sita í rullustóli alt lívið.
Á fundinum vóru nógvar
søgur um, hvussu út av lagi
illa
Almannastovan
og
Hjálpar tólamiðstøðin
virkaðu og ónøgdin við
hesar báðar stovnarnar var
tann reyði tráðurin á øllum
fundinum.
Søgan um Odd Eið í
Porkeri er eitt gott dømi
um, at fólk, sum eru illa
fyri, hava ikki bara brekið
at dragast við. Tí afturat
brekinum, fáa tey eisini
almannaverkið at dragast
við og tað er ikki tann
minsti bardagin.
Odd Eið datt niður úr
einum stiga á sumri í 1990.
Hann kom tvørur niður á
eitt snóratræð og breyt
ryggin. Avleiðingin er, at
hann varð lammaður og
verður noyddur at sita í
rullustóli tað, hann hevur
eftir at liva.
Tað var beinanvegin eftir
at hann hevði meiðslað seg,
at hann fekk varhugan av,
hvussu stívt , óliðiligt og
trekt almannaverkið í Før-
oyum er og, hvussu trupult
tað er at berja seg ígjøgnum
pappírsveldið hjá teimum
almennu stovnunum í Før-
oyum.
Og hann staðfestir turris-
liga, at tíverri er støðan púrt
onki batnað síðani tá.
Mátti hava wc í
fýrrúminum
– Eg lá eitt hálvt ár á
Ríkissjúkrahúsinum og tað
varð rættiliga skjótt, at tað
varð greitt, hvør lagna mín
bleiv.
– At enda í rullustóli
kollveltir alt títt lív. Eitt nú
uppdagar tú skjótt, at hús-
ini, tú hevur bygt, eru betur
egnað til fólk á tveimum
beinum enn á tveimum
hjólum. So har mátti nógv
innrættast av nýggjum,
hurðar máttu gerast breið-
ari, gáttir takast burtur og
eitt nú mátti eisini wc
innrættast til av nýggjum so
at eg fekk brúkt tað, hóast
eg varð lammaður.
– Fyri at alt skuldi vera
klárt, tá ið eg kom heim-
aftur, fóru góðar kreftir
ígongd við almannaverkið
beinanvegin ímeðan eg lá á
Ríkissjúkrahúsinum.
– Fyri at alt skuldi ganga
skjótt, sendi Ríkissjúkra-
húsið eina frágreiðing um
mína sjúkrasøgu upp til
Føroyar.
– Men nei. Hendan frá-
greiðingin varð ikki góð-
tikin. Tað skuldi vera mín
egni kommunulækni, sum
skrivaði hana.
Odd Eið sigur, at avleið-
ingin av tí var, at onki
kundi henda, fyrrenn hann
var heimafturkomin og
kommunulæknin
kundi
koma upp í málið.
Av tí sama varð onki
gjørt við húsini, fyrrenn
hann var komin heim aftur.
Úrslitið var, at hóast hann
kom heim í november
mánaða, slapp hann ikki
inn til sín sjálvs, fyrrenn í
til jólar, tí tá varð lyftan
loksins sett upp.
– WC varð ikki gjørt,
fyrrenn eitt heilt ár aftaná
Og líka til tað var liðugt,
mátti Odd sostatt taka til
takkar við einum wc-stóli
úti í fýrrúminum, tí hann
fekk ikki brúkt wc í hús-
unum.
– Annars fortaldi ein av
timburmonnunum, sum var
við at umbyggja húsini, at
tað tók honum eitt heilt ár
at fáa peningin fyri arbeiðið
frá Almannastovuni.
So at arbeiða fyri Al-
mannastovuna í Føroyum,
tað gjørdi hann ikki aftur,
sigur Odd Eið Knutsen.
Bíðaði hálvtannað ár
Tað gekk eisini ómetaliga
striltið hjá Odd at fáa av-
lamisbil.
– Eg søkti um avlamisbil
beinanvegin í 1990. Men
tað tók hálvtannað ár at av-
greiða umsóknina, so bilin
fekk eg ikki, fyrrenn í
november í 1991.
– Í mai mánað varð tað
loksins komið so langt, at
eg slapp at royna bilin. Men
so steðgaði málið fullkomi-
liga upp aftur.
Odd Eið sigur, at onki
hendi í málinum, hóast
hann spurdi og spurdi, sá
hann ongan annan útveg,
enn at fara til hægsta mynd-
ugleika á økinum, nevniliga
sjálvan landsstýrismannin í
almannamálum, sum tá var
Jóannes Eidesgaard.
– Men hóast hann var
hægsti myndugleikai á øk-
inum, tók tað honum sam-
fullar tveir tímar at ringja
runt í almenna frumskóg-
inum, áðrenn málið varð
loyst.
Odd Eið sigur, at hóast
hann sat í lammaður í rulli-
stóli, tók tað sostatt hálvt-
annað ár at viðgera um-
sóknina um avlamisbil. So
seint mala hjólini hjá al-
mannaverkinum.
Men trupulleikarnir hildu
ikki uppat fyri tað, at hann
hevði fingið bilin.
– Bilasølan, fekk ikki
tann partin av pengunum,
sum almannaverkið skuldi
betala. Tí fekk eg rokning-
ina.
– Eg fekk onki gjørt, utt-
an at senda rokninga aftur
til Almannastovuna, tí tað
var hon, sum átti at betala
hana. Men tað hjálpti onki.
Almannaverkið betalti ikki
sín part av upphæddina, so
tað endaði við, at eg fekk
rykkjara omaná rykkjara
eftir hesum somu pengum,
sum Almannastovan skuldi
betala.
Odd Eið sigur, at tað
gingu fleiri mánaðir, áðr-
enn almannaverkið betalti
sín part av upphæddini fyri
bilin.
Hann sigur, at sjálvur
skuldi hann betala 600
krónur um mánaðin fyri bilin
og tá ið bilurin so var seks
ára gamal, átti hann hann.
– Men hóast bilurin nú er
næstan 10 ára gamalur,
hevur Almannastovan ikki
enn strikað lánið, sum
stendur skrásett í trygg-
ingarskjølunum hjá bilin-
um. Eg havi ferð eftir ferð
roynt at fingið Almanna-
stovuna at boða Trygging-
ini frá, at lánið skuldi strik-
ast, tí bilurin var goldin.
Men eisini tað hevur verið
til fánýtis - og nú tími eg
ikki meir, tí nú er bilurin
farin so illa av elli, at hann
skal skiftast út.
Hann minnist eisini, at tá
ið hann fekk bilin, søkti
hann eisini um stuðul til
eina elektriska hurð til
bilhúsið.
– Men svarið eg fekk, var
hart og kontant: ”Du kan
blive våd ligesom alle de
andre” var svarið eg fekk
frá tí danska málsviðgerar-
anum, sum hevði umsókn-
ina. Hetta var mátin, sum
Almannaverkið
noktaði
umsókn mínari upp á.
Hevur ikki fingið svar
Avlamisbilurin, sum Odd
Var eg ikki so sterkur, hevði eg
langt síðani havt givið upp
– Eg havi so ringar royndir av Almannastovuni og Hjálpartólamiðstøðini, at tað er at øtast yvir. Og viðhvørt eru tey beinleiðis
ófólkalig ímóti mær, sigur Odd Eið í Porkeri
Eið fekk á sinni, fór fyri
einum ári síðani at av
álvara at vísa tekin um
ellisbrek.
– Í mai mánaða í fjør fór
girkassin. Eg søkti beinan-
vegin um Almannastovuna
um fíggjarliga hjálp til at
rætta brekið. Tað er nú
skjótt eitt ár síðani, men
enn havi eg ikki fingið so
mikið sum eitt svar frá
Almannastovuni.
Hevði
hon enntá havt sagt “nei”,
so visti eg tað. Men ikki at
fáa so mikið sum eitt svar,
tað haldi eg vera tað ring-
asta av øllum.
Men júst hetta er ein
høvuðstrupulleiki hjá Al-
mannastovuni, sigur Odd.
– Eg fái ongantíð svar
uppá teir fyrispurningar eg
havi sent Almannastovuna.
Hann sigur, at fyrst í
januar í ár, gekk bilurin
heilt fyri. Stutt eftir fór
hann við holt við at søkja
um ein annan bil.
Men tað hevur gingið
líka striltið, sum alt annað,
ið hevur við almannaverkið
at gera.
Hann sigur, at hóast tey
vita, at hann er lammaður
og at støðan ikki broytist,
skal
umsóknin
kortini
ígjøgnum nógvar hendur
einaferð afturat, áðrenn hon
verður játtað.
– Eg hevði væntað, at
umsóknin um bilin fór at
vera skjótt avgreitt hesu-
ferð, tí eg eri longu væl og
virðiliga skrásettur hjá al-
mannaverkinum.
– Men eg gjørdust skjótt
klókari, tí tað er blivin
akkurát sami vavgreytur,
sum alt annað hjá teimum.
Fleiri ferðir hevur verið
ætlanin, at umsóknin skuldi
koma til viðgerðar.
– Men ta einu ferðina,
umsóknin skuldi viðgerast,
mátti hon kortini leggjast
til viks aftur, tí tey høvdu
gloymt at biðja um eitt
tilboð uppá ein bil.
– Eina aðru ferð fekk eg
at vita fyri heilt vist, at
dagin eftir skuldi umsóknin
kom fyri. Men tá ið eg so
ringdi aftur dagin eftir, fekk
eg at vita, at málsvið-
gerðarin var farin til Dan-
markar at ferðast sama
morgun og at umsóknin
kundi ikki verða viðgjørd,
fyrrenn hann kom aftur.
– Tað haldi eg er tekin
um eina ótrúliga líkasælu
mótvegis viðskiftafólkun-
um hjá Hjálpartólamið-
støðini. Men soleiðis er ein
vika fyri og onnur eftir,
farin.
Odd Eið sigur, at tað er
ikki fyrrenn í farnu viku, at
hann fekk boð um, at nú er
bilurin játtaður.
– Men tá høvdu nógv
ymisk fólk hjálpt mær og
roynt at toga í træðrirnar.
Bæði sjúkrasystrar, og onn-
ur, hava ringt aftur og aftur
á Hjálpartólamiðstøðina og
spurt og plága og fortalt
teimum, hvat tey hildu um
slíka viðferð, sum eg hevði
fingið. Høvdu t ey ikki havt
hjálpt mær, var málið verri
enn so avgreitt enn.
– Vit vóru eisini hjá
sjálvum landsstýrismannin-
um og kærdu okkara neyð.
Alt hetta tykist so at hava
fingið glið á málið.
Men hóast bilurin nú er
játtaður, skal Odd ikki
vænta, at hann fær nakran
bil at koyra í, fyrrenn ímóti
sumri, um alt gongur heilt
væl.
– Tí nú bilurin er játtaður,
skal hann byggjast um og
broytast, so at eg fái brúkt
hann. Onki verður gjørt við
bilin, fyrrenn hann er játt-
aður, so serútgerðin, sum
skal í hann, verður ikki
bíløgd fyrrenn nú, og so
skal hon setast í . Tað skal
nokk taka sína tíð, sigur
Odd.
Eg plági og plági
Odd Eið plagar at vera á
sjúkrahúsinum á Tvøroyri
einaferð um vikuna at fáa
viðgerð í tí heita hylinum.
Viðgerðin er ein tíma
hvørja ferð og hann sigur,
at viðgerðin ger honum
ómetaliga væl.
Men síðani bilurin gekk
fyri, er hann ikki sloppin til
hesa viðgerðina.
– Tá ið bilurin gekk fyri
fyrst í januar, søkti eg
Almannastovuna um hjálp
til flutningin úr Porkeri,
norður á Tvøroyri. Við um-
sóknini fylgdi læknaváttan
frá kommunulæknanum.
Tað, sum Odd hugsaði
um, var at fáa stuðul til ein
bil norður á Tvøroyri eina-
ferð um vikuna.
Hóast tað nú eru meir
enn tveir mánaðir síðani, er
onki svar komið frá Al-
mannastovuni enn.
–
Og Hjálpartólamið-
støðin gav mær ein og greið
boð um, at skuldi er brúk
bil, kundi eg leiga hýru-
vogn og gjalda hann sjálv-
ur.
Odd Eið sigur, at frá
Hjálpartólamiðstøðini fekk
hann tó so mikið at vita, at
hann kundi fáa ein bil í
umbýti til umsóknin um
um bil varð avgreidd.
– Eg kannaði málið, og
tað vísir seg, at tað kostar
10.000 krónur um mánaðin
at leiga ein bil. Og tað segði
Hjálpar tólamiðstøðin
kortanei til, tí tað var ov
dýrt.
– Eg veit ikki, hvat tey
koma við slíkum til, tá ið
tey vita frammanundan, at
tað letur seg ikki gera.
Hann sigur, at hesa tíð-
ina, hann ongan bil hevur
havt, er hann ongan veg
sloppin, uttan við vælvild
frá øðrum.
– Bussurin hjá Bygda-
leiðum hevur onga lyft, so
tað er bara av vælvild, at
bussførarin lyftir meg upp í
bussin og úr honum aftur.
Út sleppi eg ikki sjálvur, eg
fái ikki so frægt sum keypt
mær ein margarinpakka. Eg
føli meg sum eina ordiliga
plágu, tí eg noyðist alla
tíðina at biðja fólk um at
rætta mær eina hond við
einum ella øðrum.
Alt ov stirvið
Á fundinum hjá Javna varð
ført fram, at hjálpartóla-
miðstøðin umbar seg við, at
tey vóru so illa mannað, tí
gekk tað so drúgv tíð at
viðgerða umsóknirnar.
Men fólk hildu ikki, at
hetta var einasta orsøkin.
– Tað kann heldur ikki
kallast annað enn líkasæla
mótvegis viðskiftafólkin-
um, tá ið Odd fær at vita, at
umsóknin skuldi verða
avgreidd dagin eftir, men at
málsviðgerðarin kortini fer
at ferðast so at málið aftur
verður lagt til viks.
– Tað kann heldur ikki
vera meiningin, at einasti
máti at fáa eina umsókn
avgreidda skal vera at
ringja og ringja upp í sam-
an til teir ymsu stovnarnar
at fregnast og skeldast og
gera seg ómøguligan, ella
at blanda sjálvan lands-
stýrismannin upp í.
– Skipanin er eisini ov
stirvin, tá ið ein sum Odd
skal ígjøgnum alla um-
sóknar-mylnuna
hvørja
ferð, hann hevur brúk fyri
onkrum, tí hann endaði í
rullistóli, tá hann meiðslaði
seg fyri skjótt 11 árum
síðani, og har verður hann
sitandi, tað hann hevur eftir
at liva .
– Tá ið hann longu er væl
og virðiliga skrásettur í
almannaverkinum og øll tí
vita, hvussu støðan hjá
honum er, átti hansara
umsóknir at ikki at verið
annað enn ein avgreiðslu-
spurningur.
– Høvdu ikki øll møgulig
fólk havt hjálpt mær við at
fáa umsóknina um hendan
nýggja
bilin
ígjøgnum
skipanina, hevði bilurin
verri enn so verið játtaður
enn, leggur Odd Eið afturat
– Frá Hjálpartólamiðstøðini er lítil hjálp at fáa. Tað kann Odd Eið í Porkeri skriva undir upp á. Nú sleppur hann ikki út fyri
dyr, uttan at hann noyðist at plága fólk um at hjálpa sær, tí tað gongur so leingi at fáa svar upp á umóknir um hjálpt frá
Hjálpartólamiðstøðini og Almannastovuni
Rætti bilurin til mong endamál.
Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri.
2.9 Dohc Turbo-Diesel16 V, 126 HK, 5 hurðar
CARNIVAL
Sosialurin - 311820
Tel. 310 600
KETLAR
Teir væl-
umtóktu ketlarnir
eru á goymslu
Bæði dupultir
og einkultir
Skulu tygum hava nýggjan
ketil, so tosið við okkum
og fáið eitt gott tilboð.
Vit hava serkøn fólk, ið geva
eina skjóta og góða tænastu.
- Alt tilfar til hitaverk og
sanitet fæst hjá okkum
MARIA POULSEN & CO
Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000
• Cafédrykkir og súpan í termokrússum
• Bakað epli o.a. heitir rættir
• Sandwich o.m.a.
Broyttur matarseðil
Vit selja allir
rættir út av húsinum t.d.
Nógv nýtt leskiligt er
komið á matarseðilin, t.d.
av víni og cafédrykkum.
Nógv nýggj sløg av sand-
wich.
Tlf. 31 26 25
livandi tónleikur
Livandi tónleikur
*Hans Petur í Brekkunum
Bjarki Meitel
og
Herluf Sørensen
Spæla 23. og 24. mars*