Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 21. mars 2001 7 6 Nr. 56 - 21. mars 2001 Landsstýrismaðurin við vinnumálum, ætlar at yvirtaka og leingja flogvøllin. Hann heldur, at tað er nokk at leingja vøllin við 200 metrum. Men borgarstjórin í Sørvági er ósamdur SAMFERÐSLA Edvard Joensen Flogvøllurin í Vágum skal yvirtakast og leingjast, sig- ur landsstýrismaðurin við vinnumálum. Men hansara tøl samsvara ikki við tøl, hjá Statens Luftfartsvæsen, sum enn eigur vøllin. Sambært landsstýris- manninum við vinnumál- um, Bjarna Djurholm, fer tað at kosta 137,4 milliónir krónur at leingja flogvøllin í Vágum við 200 metrum og seta ta keyptu glíðibreyt- ina upp. Tað undrar Eivind Jacob- sen, borgarstjóra í Sørvági, hvaðani landsstýrismaðurin hevur fingið tey tølini frá. Tí hann vísir á, at í 1988 varð gjørd ein umfatandi ætlan fyri útbyggingum av flogvøllinum. Hendan ætl- anin umfataði tríggjar møguleikar. 200 metrar, 400 metrar og 600 metrar. Og tá kostaði tað 185 milliónir at leingja vøllin 200 metrar, sigur Eivind Jacobsen. Til tað sigur Bjarni Djur- holm, at tað er tí, at talan er um tvær ymiskar »trygdar- sonur« í samband við leingingina. Ymiskar fyritreytir »Trygdarsonan« er stutt og greitt breiddin á vøllinum frá miðjuni út á kantin hvørjumegin við, greiðir Niels Witnher, fulltrúi í Vinnumálastýrinum, frá. Og prísmunurin, sum er millum 1988 ætlanina og ta, sum nú er gjørd, er tann, at nú verður roknað við 75 metra trygdarsonu, meðan tað í 1988 varð ætlað at vera 150 metra trygdar- sona. Tann fyrra er í grundini tann rætta, sigur Niels Winther, men hendan, sum nú verður roknað við, verður gjørd við undantaks- loyvi frá altjóða loftferðslu- myndugleikunum. Prísmunurin stendst tó ikki bara av sjálvari breidd- ini, sigur Niels Winther. Men eisini av, at í 1988 ætl- anini var neyðugt at flyta fleiri bygningar fram vil flogvøllinum, um ætlaða breiddin upp á hálvtannað- hundrað metrar skuldi haldast. Ikki bara bygning- ar inni á sjálvum flogvallar- økinum, uttan eisini bygn- ingar uttan fyri økið. Skeivir upplýsingar – Tá Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at tað bara ber til at leingja flogvøllin við 200 metrum, er tað beinleiðis skeivt, sig- ur Eivind Jacobsen, borgar- stjóri í Sørvági. Hann vísir aftur til kanningarnar og ætlanina frá 1988, sum siga, at tað ber væl til at leingja vøllin við 600 metrum heilt upp til 1850 metrar. Fáa vit ein flogvøll upp á 1850 metrar, lýkur hann øll tey krøv, føroyingar yvir- høvur fara at seta til flog- ferðslu, sigur Eivind Jacob- sen. Tá fáa øll flogfør, sum kunnu vera aktuel at brúka her, lent og lætt. Hann væntar ikki, at vit nakrantíð fara at hava brúk fyri »Jumbo Jet ella flogførum av slíkum dimensiónum« til okkara ferðslu, sum hann tekur til. Men Bjarni Djurholm vísir hinvegin á, at tá hann tosar um 200 metrar, er tað tann longdin, sum vit fáa mest gagnnýtslu burturúr. Fysiskt er einki í vegin fyri at leingja flogvøllin til 1850 metrar, sigur lands- stýrismaðurin. Men so fáa vit ikki brúkt teir seinastu 600 metrarnar til nakað kortini orsakað av inn- flúgvingarvinklinum, sigur hann, uttan tó at duga at greiða nærri frá, hvat tað er við vinklinum, sum ger, at vøllurin ikki kann brúkast. Men Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri kann geriða frá tí, hann heldur, lands- stýrismaðurin meinar við. Tað, sum hendir har, sigur Finnbogi Niclasen, er, at vøllurin kemur so langt út, at flogfarið fær minni pláss at flúgva millum fjøll- ini og vøllin. Sostatt noyð- ist flogfari at stoyta seg eitt sindur krappari, enn um tað kundi flogið longri tein inn móti vøllinum í beinari linju. Men hann dugir ikki at siga, um tað fer at hava nakra ávirkan yvirhøvur á tey flogfør, sum koma at verða brúkt, sigur flogvall- arstjórin. Hann nevnir, at verður flogvøllurin longdur við 200 metrum til 1450 metr- ar, ber til at brúka Boing 737 flogførini, sum Maerks Air brúkar í dag, við fullum stólatali. Sum er, er vøll- urin so mikið stuttur, at neyðugt er at taka nøkur setur úr flogfarinum orsak- að av vektini. Eisini hevði borið til hjá Atlantsflog at fingið eitt størri flogfar, um 200 metrar komu aftrat vøllin- um. Flogfarið, sum í dag verður nýtt, er eitt BAE- 200, meðan eitt BAE-300 flogfar hevði havt eini 20- 30 setur aftrat. Finnbogi Niclasen sigur annars, at hann hevur onga viðmerking til hetta málið, tí hann veit einki um tað. Eingi myndugleiki hevur vent sær til hansara. Tað hann veit, hevur hann hoyrt og lisið í pressuni, sigur hann. Annað aftanfyri Eivind Jacobsen, borgar- stjóri í Sørvági, hevur einki álit á hesi ætlanini hjá landsstýrismanninum so- leiðis. Hann óttast, at okk- urt heilt annað enn bara ein yvirtøka og leingjan av vøllinum í Vágum liggur aftanfyri, sigur hann. – Eg eri bangin fyri, at tað verður arbeitt við at flyta flogvøllin. Eivind Jacobsen vísir á, at í ætlanini, sum nú fyri- liggur, er bara talan um at leingja vøllin og seta glíði- breytina upp. Einki verður nevnt um ta alneyðugu út- byggingina av terminal- inum, har alt ov lítið pláss er. – Tað er ein vánalig ætlan bara at tosa um at flyta eina grótrúgvu úr Gásadals- tunnlinum suður um endan á flogvøllinum fyri síðan at gera meira, tá tað liggur fyri, sigur Eivind Jacobsen. Nei, hann metir, at tað, sum veruliga liggur aftan fyri er, at nú skal fólk fáa ta fatan, at tá hesir 200 metr- arnir eru gjørdir, ber ikki til at gera meira. Og tá so allir møguleikar eru brúktir í Vágum, má ein nýggjur, stórur flogvøllur til nógva ferðslu gerast aðrastaðni. Men so er ikki, sigur Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við vinnumál- um. Men hann ásannar, at hetta er tað, sum gerast kann, sum støðan er nú, og tá tosað verður um hendan flogvøllin. – Men verður tosað um at gera størri flogvøll, er støðan ein onnur. Og tað er ikki tikin støða til, um tað skal gerast nakar annar flogvøllur aðrastaðni, sigur hann, og tekur aftur í aftur, at tað, sum kann gerast í Vágum, eru hasir 200 metr- arnir, um full gagnnýtsla skal fást burturúr. Ósemja um leinging av flogvøllinum Eivind Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, óttast fyri, at ætlanin hjá B jarna Djurholm, landsstýrismanni við vinnumálum, líka nógv er at flyta flogvøllin úr Vágum, sum bara at leingja hann við 200 metrum Mynd: Edvard Joensen Verður flogvøllurin longdur við 200 metrum, kann Atlantsflog brúka størri flogfar enn tað núverandi Milliardin, sum kemur úr Danmark til Føroyar er bara ein millumrokning millum Danmark og NATO, heldur Jenis av Rana úr Miðflokkin- um, sum finst at landsstýrinum, tí tað ikki torir at lata fólkið gera av spurn- ingin um fullveldi SJÁLVSTÝRISSEMJAN Eirikur Lindenskov – Fyri Miðflokkin hevur tað verið avgerandi, at tað er Føroya Fólk, sum á fólkaatkvøðu ger av spurn- ingin um fullveldi. Vit hava viðurkent rætt landsstýri- sins at virka fyri tí poli- tikki, teir vórðu valdir til. Miðflokkurin tók undir við avgerð teirra at fara til samráðingar við danir, men treytaðu okkum – og fingu lyfti um – eina fólkaat- kvøðu, ið skuldi verða bindandi. Hetta sigur Jenis av Rana, tingmaður fyri Mið- flokkin, í framsøgurøðu Miðfloksins undir viðgerð- ini av uppskotinum til Sjálvstýri Føroya Fólks, sum var til viðgerðar í løgtinginum hósdagin. Jenis av Rana harmaðist um, at eingin fólkaatkvøða verður og spyr, hví sam- gongan ræðist at lata Føroya fólk ráða í hesum máli. Hann vísir á, at vit í Føroyum flentu at dønum, tá teir ikki virldu góðtaka ES-fólkaatkvøðuúrslit dana, men hildu nýggja atkvøðugreiðslu fyri at fáa »rætta« úrslitið. – Hjá okkum er støðan verri. Landsstýrið torir ikki eingang at halda eina fólka- atkvøðu, tí teir tykast at óttast eitt úrslit, ið gongur teimum ímóti. Er hetta demokrati, spyr Jenis av Rana. Samgongan ræðist sítt egna uppskot Jensi av Rana spyr eisini samgongutingmenn, um nakar teirra hevði torað at atkvøtt um eina fólkaat- kvøðu við eini skiftistíð upp á fýra ár. Hann vísir á, at Miðflokkurin longu eftir fyrstsa samráðingarumfar mælti landsstýrinum til at skriva út fólkaatkvøðu um úrslitið. Men landsstýrið valdi heldur at fara bidd- aragongd til Danmark fleiri ferðir. Framsøgumaður Mið- floksins tók eisini saman um tað, sum er komið burt- ur úr hesi trý árini, sum farin eru av hesum val- skeiðinum. Hann helt, at tað, sum eftir stendur, er, at samgongan ræðist sítt egna »bara-fullveldi« uppskot. Í fyrstuni var einki óført. Ferð eftir ferð hoyrdu vit, at tað var ikki Poul Nyrup Rasmussen ella aðrir danir, ið skuldu gera av hesi viðurskifti. Men tá Nyrup hostaði fyrstu ferð, hoknaði landsstýrið. Og tá Nyrup hostaði aðru ferð, misti landsstýrið alt álit á før- oyingar, staðfestir Jenis av Rana. Desperat roynd at bjarga samgonguni Jenis av Rana lýsir upp- skotið sum eina desperata roynd at halda saman upp á samgonguna, heldur enn at halda givin lyfti. Hann spyr eisini, hvussu úrslitið man gerast, tá Poul Nyrup Ras- mussen hostar triðju ferð? Hvussu man tað uppskotið, samgongan kemur við, tá síggja út og eita? Hvat skal privatiserast? – Hvørjar ítøkjuligar ætlan- ir um privatisering eru gjørdar ella eru í umbúna, vildi Jenis av Rana hava at vita frá landsstýrinum. Hann helt fyri, at tá sam- gongan varð tikin úr re- spiratorinum ljóðaði, at orsøkin var, at annar landsstýrisflokkur vildi gera eyðmýkingina av hin- um fullkomna við at brúka nakrar mánaðir afturat fyri at fáa privatiserað Føroya Banka og Fiskavirking. Jenis av Rana vildi hava at vita, um hetta var so. Hann helt tað ikki vera rættvíst, at landsstýrið nú ætlar at taka banka Føroya fólks og luta hann út til teir fáu – kanska teir somu, sum í kreppuárunum fyrst fingu ognir sínar bjargaðar gjøgnum bankabjargingina, og síðani kanska vóru mill- um teir mongu, ið vórðu saneraðir. Milliardin úr Danmark er millumrokning Jenis av Rana vildi eisini hava at vita, um landsstýrið hevur gjørt nakað fyri at fáa greiðu á, um milliardin úr Danmark er ein gáva, sum fleiri vilja vera við, ella um talan bara er um eina millumrokning millum danir og NATO, har Grøn- land og Føroyar eru tey stóru aktivini. – Verður ongantíð tosað um hesi viðurskifti millum landsstýrismenn, ella velur landsstýrið at tiga við hesum av øðrum – okkum í dag loyndum – faktiskum grundum, vildi tingmaður Miðfloksins hava at vita – Ella trýr landsstýrið upp á danir, sum vælger- arar, uttan at teir fáa nakrar sømdir afturfyri, spurdi hann. – Støða Miðfloksins er púra greið: Vit føroyingar eiga hesa milliardina við rubb og stubb, og um so er, so er roknistykkið, sum m.a. verður sett upp í fyri- liggjandi uppskoti til sam- tyktar, óveruligt, segði Jenis av Rana. At enda segði Jenis av Rana, at fullveldismálið hevur yvirskuggað alt ov nógv í føroyskum politikki seinastu trý árini. Hetta helt hann vera spell, tí føroyska samfelagið og Føroyar fólk treingja so harðliga til at onnur mál verða priori- terað. Jenis av Rana, Miðflokkurin: Samgongan ræðist fólksins avgerð… – Hvørjar ítøkjuligar ætlanir um privatisering eru gjørdar ella eru í umbúna, vildi Jenis av Rana hava at vita – Vit kunnu harmast um, at samgongan ikki legði á hendan bógv beinanvegin, samgongan sá dagsins ljós í 1998 – tá vóru vit komin væl áleiðis, segði Helena Dam á Neystabø undir orðaskiftinum um Sjálvstýri Føroya Fólks, sum hon skírir eitt hóvligt og realistiskt uppskot SJÁLVSTÝRISSEMJAN Eirikur Lindenskov – Lurta vit eftir, hvat and- støðan hevur sagt um hetta mál, so eigur hendan ætl- anin ikki at vera í andsøgn við tað, teir hava ført fram. Bæði Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin hava sagt, at Føroyar skulu miða eftir at gerast fíggjarliga sjálv- bjargnar, og at Føroyar skulu taka alsamt størri ábyrgd av egnum málsøkj- um, segði Helena Dam á Neystabø, framsøgukvinna Sjálvstýrisfloksins undir viðgerðini av uppskotinum um Sjálvstýri Føroya Fólks hósdagin. Hon helt, at hetta er eitt gott og rætt endamál hjá øllum føroyingum at seta sær, og viðgekk, at tað sjálvandi verða tøk, sum skulu takast, serstakliga, tá ið hugsað verður um, at heildarveitingin skal minka og at enda hvørva. – Tó er tað munandi meira virðiligt, at vit føroy- ingar sjálvir seta okkum fyri at fremja hesa minking, tí vit vita, at gera vit tað ikki, so verður tað kortini gjørt eftir boðum frá donsku stjórnini. Tað eru greiðar fráboðanir komnar um tað longu nú, segði hon. Taka dekan ov rívan til…? Helena Dam á Neystabø helt tað vera umráðandi at seta á stovn Búskapargrunn Føroya, serliga nú, vit standa á gáttini til eina møguliga oljuvinnu, og tað er í tí sambaninum sera umráðandi, at inntøkur, sum kunnu standast av slíkari vinnu, koma kom- andi ættarliðum til góða, helt hon. Framsøgukvinna Sjálv- stýrisfloksins setti spurn- artekin við, um tað ikki var at taka dekan ov rívin til, at minka heildarveitingina við 3-400 milliónum krónum í 2002. – Vit í Sjálvstýrisflokk- inum vildu mælt til at byrja við eini minking upp á í mesta lagi 300 milliónir, og at vit vera sera varin, tá ið um sølu av almennum fyri- tøkum ræður, segði hon. Hon helt eisini, at tað er umráðandi, at tey í løg- tinginum semjast um, at tá ið føroyski búskapurin skal lagast til nýggjar umsøður, so skulu vit ikki fremja sparingar innan trivnaðar- málini, og tað eru heilsu- málini, almannamálini og skúlamálini. Fólkaatkvøða tryggjar øll áhugamál Helena Dam á Neystabø vísti eisini á, at fyri at tryggja áhugamálum hjá øllum flokkum, og ikki minst hjá Føroya fólki, er í løgtingssamtyktini ásett, at fólkaatkvøða skal vera, áðrenn Føroyar verða skip- aðar sum eitt sjálvstøðugt land, sum eitt fullveldisríki. – Tað er við teirri vón, at hendan løgtingssamtyktin – og tann ætlan, sum verður fráboðað í løgtingssamtykt- ini – átti at verið før fyri at savnað ein rættuliga breið- an meiriluta í Føroyum, í hvussu so er sum frálíður, at hetta uppskot verður lagt fyri løgtingið, segði hon. Helena Dam á Neystabø vísti eisini á, at Sjálv- stýrisflokkurin var tann fyrsti sjálvstýrisflokkurin í Føroyum, og at nógv kort- ini er broytt síðani tá. Nógv spjaðing um sjálvstýrismálið – Tíverri hevur tað verið nógv spjaðing politiskt um júst hetta mál. Henda spjaðing hevur sjálvsagt gjørt sítt til, at vit fram- vegis í dag 2001, smá 100 ár eftir, at Sjálvstýris- flokkurin varð stovnaður, ikki hava fingið so grund- leggjandi virðurskifti upp á pláss, sum sjálvsavgerðar- rætt Føroya. Hesin spurn- ingur um sjálvsavgerðar- rættin átti eisini at verið avgreiddur við hesum upp- skoti, tí tað byggir á tann veruleika og ta fatan, at Føroyar eru eitt land við sjálvsavgerðarrætti. Helena Dam á Neystabø heldur, at tað hevði verið ófyrigeviligt, um hetta sama stríð á sjálvstýris- veinginum í føroyskum politikki skuldi ført við sær, at heldur ikki hendan samgongan tók eitt veruligt stig fram á sjálvstýrisleið í føroyskum politikki. – Tað var jú eitt av høv- uðsendamálunum hjá hesari samgongu, at orða ein realistiskan sjálvstýris- politikk, segði hon. Skuldu lagt á hendan bógvin frá byrjan Helena Dam á Neystabø greiddi síðani frá gongdini í málinum frá november, tá samgongan ásannaði, at fullveldið ikki gjørdist veruleiki í hesum valskeið- inum. Síðani segði hon, at tráanin eftir at gerast sjálvbjargin og at taka ábyrgd av egnum viður- skiftum er sjálvur lívs- neistin hjá fólki okkara. At enda segði Helena Dam á Neystabø, at fyri- liggjandi uppskot til sam- tyktar er eitt hóvligt og realistiskt uppskot um, hvussu farast kann fram. – Vit kunnu harmast um, at samgongan ikki legði á hendan bógv beinanvegin, samgongan sá dagsins ljós í 1998 – tá vóru vit komin væl áleiðis. Helena Dam á Neystabø, Sjálvstýrisflokkurin: Skuldu lagt á henda bógvin longu í 1998 – Fyriliggjandi uppskot um sjálvstýrismálið er hóvligt og realistiskt. Hetta átti at verið gjørt frá byrjan, helt Helena Dam á Neystabø