mikudagur 21. mars 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 21. mars 2001
5
4
Nr. 56 - 21. mars 2001
Arbeiðið at byggja nýtt
krivjivirki í Klaksvík
skal eftir ætlan byrja
um fáar mánaðir
ALING
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Um stutta tíð
verður gongd sett á ar-
beiðið
at
byggja
nýtt
krivjivirki á vestara kaiøki í
Klaksvík.
Tað eru alifyritøkurnar
Faroe Salmon og East
Salmon, sum skulu byggja
virki.
Í januar mánaði játtaði
Klaksvíkar býráð prinsipi-
elt byggiloyvi til krivjivirki,
og í løtuni verður tilfarið til
útbjóðingina gjørt klárt. Í
næsta mánaði verður ar-
beiðið boðið út.
Økja virksemi
Faroe Salmon og East Sal-
mon, sum bæði hava stórt
alivirksemi í Norðoyggjum,
samstarva sum er um
krivjingina av laksinum,
men feløgini vilja hava
betri umstøður og størri
orku.
Faroe Salmon hevur ætl-
anir at økja sína framleiðslu
við fleiri túsund tonsum
komandi árini, og tí er
eisini brúk fyri størri orku
til at taka laksin.
Nýggja krivjivirki verður
góðar 2000 fermetrar til
støddar, og tað fer at kosta
umleið 30 milliónir krónur
at byggja.
Lítið pláss
Í sambandi við byggiloyvi
til nýggja krivjivirki hevur
verið tosað um, hvussu
stórt virkið kundi verða, og
hvar tað skuldi liggja á
havnaøkinum fyri ikki at
taka ov nógv frá nýggja
byngjuøkinum.
Tá nýggja krivjivirkið er
bygt, verður lítið pláss eftir
á vestara kaiøki at byggja á,
og Klaksvíkar býráð hevur
viðgjørt spurningin um,
hvat ætlanin síðani skal
vera á havnaøkinum.
Hugskot eru at útbyggja
vestara kaiøki norðureftir
ella at gera meiri við
nýggju
góðshavnina
í
Ánunum – stutt norðan fyri
Klaksvík.
Ungi sangarin, sum er
kendur frá Kulum
Rótum, kom víðari til
finaluna í Ársins
Songrødd
SANGRØDD
Eyðun Klakstein
Annað innleiðandi umfarið
í kappingin um at gerast
Ársins
Songrødd
varð
hildið í TB-húsinum á
Tvøroyri leygarkvøldið.
Seks fólk høvdu teknað
seg til kappingina í Suður-
oy, men tá tað vóru bara
fýra, sum vóru við í
kappingini, tá samanum-
kom.
Guðrun Sólja Jacobsen,
sum tvær ferðir áður hevur
staðið seg væl í kappingini,
vann umfarið í Suðuroy, og
ungi og evnaríki sangarin,
Brandur Enni, var nummar
2.
Brandur Enni er ein av
sangarunum hjá teimum
væl umtóktu Kulu Rótum.
Seks innleiðandi
umfør
Nú eru fýra luttakarar
funnir til finaluna, sum
verður 9. juni í Havn. Tveir
sangarar úr Norðoyggjum
og tveir úr Suðuroy eru nú
klárir til finaludystin.
Næsta innleiðandi um-
farið í songrøddkappingini
verður í Badmintonhøllini í
Havn leygarkvøldið 31.
mars. Í hesum umfarinum
er fullteknað, og tað vil
siga, at 10 fólk verða við.
Bara vinnarin kemur
víðari frá hesum umfar-
inum, tí eitt eyka innleið-
andi
umfar
verður
í
høvuðsstaðnum seinni, og
har sleppur ein luttakari
eisini við í finaluna.
Umframt høvuðsstaðin,
skulu Eysturoy og Vágar
eisini
hýsa
innleiðandi
umførum í kappingini.
Sjómenn hava nú
restina av árinum til
at taka trygdarskeið.
Æltaða freistin 1.
apríl er útsett, og tað
fegnast leiðarin á
Trygdarmiðstøðini
um
TRYGD
Eyðun Klakstein
Allir sjómenn, sum skulu
mynstra við føroyskum
skipum, skulu í framtíðini
hava trygdarskeið fyri at
sleppa til sjós.
1. apríl var freist sett fyri,
at sjómenn skuldu havt
tikið hetta skeiðið, men nú
hevur landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum, Jørg-
en Niclasen, útsett freistina
til við árslok.
Nógvir hundrað sjómenn
mangla framvegis at taka
trygdarskeiðið, sum bara
kann fáast á Trygdar-
miðstøðini í Klaksvík, og
tað var við hesum í huga, at
freistin varð útsett.
– Vit fegnast um, at vit og
sjómenninir
fáa
longri
skoðbráð til skeiðini, sigur
Marius Magnusson, sum er
leiðari á Trygdarmiðstøðini
í Klaksvík.
Øktu ferðina
Síðani 1990 eru 3008
trygdarprógv útskrivað til
sjómenn, men framvegis
eru tað hópin av fólki, sum
ikki hava tikið skeiðini.
– Vit hava 17 fólk á skeið
hvørja viku, og fram til
summarferiuna er skeiðini
fullmannað.
Harafturat
standa eini 600 sjómenn á
bíðilista til eftir summar-
feriuna,
sigur
Marius
Magnussen.
Í fjør hevði Trygdar-
miðstøðin í Klaksvík skeið
aðruhvørja viku, men í ár
hava skeið verið hildin
hvørja viku fyri at seta
størri ferð á.
Allir sjómenninir, sum
mangla trygdarskeið, fáa
ikki tikið tað í hesum
árinum, tí so nógv pláss eru
heilt einfalt ikki til taks.
Hvat so verður gjørt við
árslok, tá sjómenn fram-
vegis mangla trygdarskeið
er ein spurningurin, sum
politiska leiðslan skal taka
sær av.
Eitt fólk afturat
Tveir mans starvast á
Trygdarmiðstøðini,
men
stovnurin samstarvar eisini
við
Sjómansskúlan
og
Tekniska skúla í Klakvík,
og uttan hetta samstarvið
hevði tað ikki borið til at
havt skeið hvørja viku,
sigur leiðarin.
Trygdarmiðstøðin hevur
søkt eftir einum starvsfólki
afturat, og um nakrar vikur
verða tað tí ætlandi trý fólk
í føstum starvi á stovninum.
Trygdarmiðstøðin heldur
til í hølum á Tekniska skúla
í Klaksvík og við bátahylin
á Borðoyavík, har prak-
tiskar royndir verða gjørd-
ar.
Øll sleppa inn
Seinastu vikurnar er bíði-
listin støðugt vaksin, og
fólk verða tikin á skeið so
hvørt sum tey koma á
listan.
– Vit kunnu ikki meta
um, hvussu neyðugt tað er
við trygdarskeiði hjá teimm
ymsu fólkum – um onkur
hevur meiri skund enn
annar. Eru fólk yvir 15 ár
og hava læknaváttar kunnu
tey sleppa á skeiðið, og tey
verða tikin inn í tí røð, sum
tey melda til í, sigur Marius
Magnusson.
Trygdarmiðstøðin
í
Klaksvík verður ikki uttan
arbeiði, tá øll sjófólkini
hava tikið trygdarskeið
einaferð, tí ætlanin er at
skeiðini skulu nýggjast eftir
fimm ár.
Trygdarfreistin útsett
Trygdarmiðstøðin heldur til í hølum á Tekniska skúla í Klaksvík og í hesum bygninginum við bátahylin á Borðoyavík
Mynd: Eyðun Klakstein
Bjóða arbeiðið út í apríl
Brandur kom víðari
Nýggja krivjivirkið skal
byggjast á økinum
norðanfyri Roykivirkið.
Mynd: Eyðun Klakstein
Suðuroyingar góð-
taka ikki, at Bjarni
Djurholm setir
sakkunnleikan til
viks, nú nýggjur
Smyril skal byggjas
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Nú nýggjur Smyril skal
byggjast, fara suðuroyingar
ikki at taka til takkar við
einum einum skipi, sum
ikki lýkur tær treytir, sum
eitt nýmótans samfelag
setir til til samferðslu.
Tað varð greitt á einum
fundi, sum umboð fyri
kommunurnar í Suðuroynni
og umboð fyri vinnulívið í
oynni høvdu mánakvøldið
um ætlanina at byggja nýtt
suðuroyarskip.
Orsøkin til fundin er, at
nú hevur ivi tikið seg upp
um, hvussu tað nýggja
suðuroyarskipið
fer
at
síggja út.
Nevndin,
sum
hevur
fyrireikað
byggingina,
mælir til at byggja eitt skip,
sum siglur 21 míl. Men
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
mælir landsstýrinum til at
byggja eitt skip, sum siglur
19 míl.
Á fundinum í Øravík
varð einmælt samtykt at
senda Bjarna Djurholm
skriv, har kravt verður, at
tilmælið frá fyrireiking-
arnevndini verður fylgt.
– Hetta er einasta loysn-
in, sum verður góðtikin í
Suðuroynni,
stendur
í
skrivinum, sum borgar-
stjórarnir, Jógvan Krosslá í
Vági, Finnleif Guttesen á
Tvøroyri, Emma Petersen í
Hovi,
Elin
Nielsen
í
Fámjin, Eli Frederiksen úr
Porkeri og Jacob Vesteraard
í Sumbiar kommunu, hava
skrivað undir. Borgarstjórin
í Hvalba, Levi Niclasen,
var ikki við á fundinum,
men um telefonini boðaði
hann frá, at hann tók undir
við málinum.
Umframt politikararnar,
hava
vinnulívsmenninir
Heri
Hjelm,
Tummas
Thomsen, Bjarni Hansen,
Viberg Sørensen og Mikkj-
al Sørensen, eisini skrivað
undir brævið til lands-
stýrismannin.
Avrit av brævinum er
sent øllum hinum lands-
stýrismonnunum og fjøl-
miðlunum.
Ímóti
sakkunnleikanum
Í brævinum verður víst á, at
sakkunnleikin hevur mælt
til at byggja eitt skip, sum
siglur 21 míl. Og sakkunn-
leikin, tað er aldargamla
danska projekteringsfelag-
ið Knud E. Hansen, leiðsl-
an á Strandferðsluni, mann-
ingin á Smyrli, umframt
umboðini fyri vinnulívið og
kommunurnar
í
Suðuroynni.
Hesin
sakkunnleikin
hevur arbeittt í hálvtannað
ár við málinum. Tá ið
Bjarni Djurholm so kortini
mælir til eina aðra loysn,
má tað tí metast sum ein
undirmeting av sakkunn-
leikanum.
Skipið, sum sakkunn-
leikin mælir til, er einasta
skipið, sum lýkur tey
minstukrøvini, sum verða
sett til samferðslu ímillum
Suðuroynna og meginøkið
nú og nógv ár fram í tíðina.
– Hetta er landsvegurin
hjá suðuroyingum inn á
meginøkið og er tí onki
minni enn lívæðr okkara,
siga suðuroyingar í skrivin-
um til Bjarna Djurholm og
restina av landsstýrinum.
Tí verður staðiliga heitt á
landsstýrið um at taka við
teirri loysnini, sum sak-
kunnleimin sigur er tann
rætta.
Eitt heilt annað skip
Á fundinum í Øravík varð
víst á, at munurin á skip-
unum, sum sakkunnleikin
mælir til og sum siglur 21
míl, og skipinum, sum
Bjarni Djurholm mælir til,
og sum siglur 19 míl, er
ikki bara, at tað fyrra skipið
siglur eitt sindur skjótari.
– Talan er um eitt heilt
annað skip. Skipið, sum
siglur 21 míl gongur m.a.
við tungolju og er tí bíligari
í rakstri enn enntá Smyril
nú er. Hetta skipið er eisini
so mikið effektivt, at tað
tekur ikki meiri enn 15-20
minuttir at fáa allar bilar og
alt fólk íland og at fylla tað
aftur, hetta tí, at tað hevur
tvey hekkuportur. Hetta
skipið er eisini longu tekn-
að. Skipið er bygt í sama
sniði sum verjuskipið Tri-
ton, ið er eitt tiltikið gott
sjóskip.
Verður
tilmælið
hjá
Bjarna Djurholm hinvegin
fylgt, skal skipið, sum sigl-
ur 19 míl, teknast av nýggj-
um og tað kostar eyka. Tað
gongur ikki við tungolju og
er dýrari í rakstri.
Skipið, sum siglur 21 míl
kostar 300 milliónir at
byggja. Men tað er eisini
upplýst, at tað kann byggj-
ast í Kina fyri 255 milli-
ónir. Tá er íroknað, at tveir
mans frá projekterings-
felagnum, Knud E Hansen,
eru á staðnum í allari
byggitíðini og hava eftir-
litið
Skipið, sum Bjarni Djur-
holm er til reiðar at byggja,
kostar 275 milliónir, men
tað er ikki teknað enn.
Suðuroyingar krevja
at fáa rætta skipið
Nýggja suðuroyarskipið, sum
sakkunnleikin mælir til, er
nógv betri enn tað, sum
Bjarni Djurholm mælir til at
byggja. Tað er eisini væl
bíligari í rakstri, enn Smyril
nú er. Verður tað bygt í Kina,
kostar tað eisini minni enn
tað, sum landsstýrismaðurin
mælir til
Elsta hondbólts-
felagið í landinum
fyllir 70 ár í dag,
mikudagin
Flestum kunnugt hevur
hondbólturin í nógv ár
havt fastatøkur á okkum
føroyingum. Elsta av
mongu hondbóltsfeløg-
unum
kring
landið,
hevur nú 70 ár á baki, og
einki er at ivast í, at
føðingardagsbarnið er
vaksið nógv, síðani føð-
ingina í 1931.
Í dag er Neistin helst
størsta hondbóltsfelagið
í landinum, har hópur av
børnum og vaksnum
hava
sína
dagligu
gongd. Antin sum íðkar-
ar, venjarar ella stuðlar
av ymsum slag.
Halda dagin
Ein slíkur dagur skal
sjálvandi haldast, og tí
hevur felagið nú boðið
vinum, kenninugm og
stuðlum í føðingardag
hjá sær.
Hetta verður í Ítrótta-
høllini á Hálsi í dag,
mikudagin, kl. 17.00, og
føðingardagsbarnið hev-
ur sjálvandi bæði bollar,
kakao, lagkøku og ann-
að gott at bjóða gestun-
um.
Neistin 70 ár