Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 95 - 21. mai 2007 tíðindi Ikki nøktandi tilfar Barnaráðgevingin hjá Barnabata, sum hevur virkað síðani 1. februar, sigur seg hava staðfest, at børn vita ikki nóg nógv um kynslív og kynsbúgving. Formaðurin í Lærasrafelagnum, Magnus Tausen, ásannar fyri Útvarpinum, at tilfarið til kynsundirvísing í fólkaskúlanum er ikki nøktandi. Hann tekur tí væl ímóti møguligum tilfari frá Barnabata, men leggur afturat, at serkunnleikin má sleppa upp í part at gera tilfarið. Somu flytingar Flyting til landið og av landinum broyttu ikki fólkatalið í Føroyum í fyrsta ársfjórðingi, tí flytingarnar vóru at kalla tær somu sum í sama tíðarskeiði í fjør, sigur Hagstovan, sum tí væntar, at til- og fráflytingin verður at kalla tann sama í ár sum í fjør. Tað hevur eisini víst seg onnur ár, at flytingarnar í fyrsta ársfjórðingi geva eina góða mynd av gongdini ígjøgnum árið. Vanliga eru tær flestu flytingarnar um jóltíðir og um summarið. Foreldur, sum eiga fleiri børn í dagrøkt, fáa nú avsláttur Barnaansing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Foreldur á Tvøroyri, sum eiga fleiri børn í kommunalu barnaansingini, fáa tað nú eitt sindur lættari. Tvøroyrar Kommuna hevur samtykt at seta systkinaavsláttur í gildi í kommununalu barnaans- ingini, bæði fyri tey børn, sum eru í barnagarðinum, í vøggustovuni, í dagrøktini og í útibarnagarðinum. Hava foreldur tvey børn í barnaansing, fáa tey 25% í ávsláttri fyri annað barnið og hava tey trý børn í barnaansing, fáa tey 50% í ávsláttri fyri triðja barnið. Tað merkir, at foreldur, sum eiga fleiri børn í barnaansing, betala bara fult gjald fyri fyrsta barnið. Kristin Michelsen, borg- arstjóri, sigur, at hetta er ein skipan, sum kostar kommununi 200.000 krónur um árið. - Hetta er ein tænasta, sum vit vilja veita borgarunum fyri at lætta um hjá teimum húskjum, sum eiga fleiri børn undir skúlaaldur, leggur hann afturat. Skipanin við avsláttri kemur í gildi 1. august, sigur Jens Johannesen, formaður í sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð. Annars hevur ætlanin ver- ið at gera barnagarðin størri, so at ein stova til 20 børn kemur afturat og so at ein spælistova verður gjørd til alla barnaansingina. Býráðið setti eina millión av til ætlanina, men nú vísir tað seg, at barnagarðurin, sum er, krevur so stórar ábøt- ur, at óvist er um ikki ein stórur partur av útbyggingini má bíða til næsta ár, sigur nevndarformaðurin. Um vikuskiftið hittust einir 500 dansarar úr øllum landinum á landsdansistevnu í Suðuroy Dansistevna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Triðja hvørt ár skipar Sláið Ring, landsfelagið føroysk- um dansi at frama, fyri landsdansistevnu fyri øll dansifeløgini. Og um viku- skiftið varð stevnan hildin í Suðuroy, har eini 500 fólk vóru komin saman, har tey fýra dansifeløgini í oynni vóru vertir. Men eisini fleiri limir úr føroyska dansifelagnum í Danmark, Fótatraðk, høvdu leitað sær heim á klettarnar til hetta høvi. Og tað var eitt tiltak, sum eydnaðist stak væl. Fríggja- kvøldið var tiltak í Vági við fyrilestrum og dansi og leygarkvøldið var veitsla í Trongisvági. Tað var sumbingurin, Bjarni í Steinhúsinum, sum setti stevnuna, og aftaná bjóðaði Ketty Andreasen av Tvøroyri vælkomin. Aftaná borðhaldið, sum vardi í einar fýra tímar, var farið upp á gólv. 15 feløg úr øllum landinum og eisini felagið úr Danmark, skipaðu hvør sítt kvæði. Dansað var til alljósan morgun, tá flestu gestirnir norðanfjørðs fóru beinleiðis umborð á Smyril og norður aftur. Sum skilst, vóru fólk væl nøgd við dansin og kvøð- ingina, har høvi var at hoyra bæði væl kend og minni kend kvæði. Serstakliga stuttligt var at hoyra einans 14 ára gamla Jens Thomsen úr Sandvík skipa Gunnar á Líðarenda, sum Poul á Gaddinum úr Sumba yrkti. Næsta dansistevnan um trý ár verður á Sandoynni. Lættari at eiga børn á Tvøroyri Fríggjadagin setti Landsstýrismaðurin í skúlamlum tríggjar nýggjar skúlaleiðarar Fríggjadagin setti lands- stýrismaðurin í skúlamálin, Jógvan á Lakjuni, leiðarar fyri tríggjar skúlar. Samstundis kann stað- festast, at tað loksins eydn- aðist at fáa nýggja leiðslu á Venjingarskúlan. Tað hendir, nú landsstýr- ismaðurin hevur sett Petur Ove Petersen í starv sum skúlasatjóra á Venjing- arskúlanum. Petur Ove tók lærara- prógv á Føroya Læraraskúla í 1984. Hann hevur drúgv- ar royndir innan undirvís- ing fólkaskúlans. Harum- framt hevur hann starvast sum ráðgevi á Lands- miðstøðini í mong ár og gjørt undirvísingartilfar í lærugreinunum søgu/ samtíð og náttúru og tøkni. Petur Ove hevur leiðsluroyndir sum settur leiðari á Landsmiðstøðini í meir enn tvey ár og sum settur varaskúlastjóri í Sankta Frans skúla skúlaárið 2004/05. Petur Ove starvast í dag í sam- skipaðum starvi sum lærari í Sankta Frans Skúla og sum námsligur ráðgevi á Landsmiðstøðini. Samstundis er Andrass Henriksen, lærari settur sum starv sum skúlastjóri í Sørvági. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1975. Hann hevur drúgv- ar royndir innan undir- vísing fólkaskúlans. Harumframt hevur hann skúlaárini 1986/87 og 1995/96 starvast sum settur varaskúlastjóri. Andrass var næstformaður í Sørvágs bygdarráð í tíðarskeiðnum 1984-88. Hann hevur undirvíst í bókhaldi og roknskapi í deildini hjá Føroya Handilsskúla í Sørvági, og hevur nomið sær eftirútbúgving innan alis/evnafrøði skúlaárið 2004/05 og styttri skeið í m.a námsfrøði, støddfrøði, alis/evnafrøði, um atferðar- truplar næmingar og við- víkjandi 10. flokki. Og at enda er Jóanes Johannesen settur í starv sum einalærari í Húsavík og Dali. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1975. Hann hevur drúgvar royndir innan leiðslu og undirvísing fólkaskúlans. Hann hevur starvast í Sandoyar Meg- inskúla síðani 1. august 1975. Fyrstu árini sum lærari og frá 1. aug. 1978 sum varaskúlastjóri. Harumframt hevur hann skúlaárini 1985/86, 1991/92 og 2005/06 starvast sum settur skúla- stjóri. Jóanes hevur tikið eftirútbúgving í persónligari leiðslumenning og í alis/ evnafrøði umframt fleiri styttri skeið í m.a stødd- frøði, kunningartøkni, alis/evnafrøði, tónleiki og námsfrøði. Tríggir nýggir skúlaleiðarar settir Loksins eydnaðist at manna stjórasessin á venjingar­ skúlanum og tað er Petur Ove Petersen, sum hevur tikið avbjóðingina á seg. Eisini skúlin í Sørvági og skúlin í Húsavík og Dali hava fingið nýggjar kreftir Stórt mentunartiltak í Suðuroynni Serliga stuttligt var at hoyra tann einans 14 ára gamli Jens Thomsen úr Sandvík, skipað Gunnar á Líðarenda. Her er hann ímillum ommubeiggjan, Jákup Kjærbo, vm og pápan, Álv Thomsen