Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 21. mai 2007 5 lýsingar Deildarstjóri til TF Holding Søkt verður eftir deildarstjóra til Fíggjar- og roknskapardeildina hjá TF Holding. TF Holding er Føroya størsta felag, um hugt verður at egin ognini, sum við árslok var 1.482 mió. kr. Felagið hevur 5 dótturfeløg og er virkið sum íleggjari bæði í Føroyum og á altjóða marknaðinum. TF Holding er í stórari menning og stendur framman fyri spennandi tíðum. Altjóða marknað urin broytist í heilum og setur stór krøv til evnini hjá teimum, sum virka á honum. Sum deildarstjóri verður tú partur av leiðsluni í TF Holding. Tínar uppgávur verða í tøttum samstarvi við stjórnina og saman við Fíggjar- og roknskapar deildini at gera roknskapir og rakstrarætlanir fyri TF Holding og dótturfeløgini. Harumframt skal tú millum annað vera við til at gera greiningar av og taka fíggjarligar og strategiskar avgerðir um nýggjar íløgur. Í starvinum fært tú góðar møguleika at menna tínar førleikar á altjóða pallinum. Í starvinum fært tú stóra ávirkan á íløgu- og lánivirksemið hjá felagnum. Umframt íløgur í føroyskar og útlendskar fyritøkur er felagið lánveitari og móðurfelag hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og 4 øðrum dótturfeløgum. Vit vænta at tú: • hevur holla roknskaparliga vitan • hevur leiðsluførleika og dugir væl at samstarva • ert før/ur fyri at arbeiða og hugsa sjálvstøðugt • ert analytisk/ur og dugir at síggja møguleikar • hevur evni til at gera røttu íløgurnar • ert framfýsin og torir at taka avgerðir Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gunnar í Liða, forstjóra, tel 345600 ella teldupost gil@trygging.fo Umsókn skal vera felagnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. juni 2007. TF Holding p/f Att: Gunnar í Liða Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn Leiðslustarv við ábyrgd fyri roknskapum og stórum íløgum sansir.fo