mánadagur 21. mai 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 95 - 21. mai 2007
Strongdir prestar
Tað seinasta árið hava 30 danskir prestar sagt seg úr starvi
og hava fingið sær annað arbeiði. Orsøkin er sambært
prestafelagnum, at arbeiðsumstøðurnar eru ikki nóg góðar.
Felagið vísir á, at fyri fimm árum síðani kom ein
frágreiðing, sum lýsti umstøðurnar hjá prestunum, og
hvussu tær kundu bøtast, men kortini er einki hent. Nógvir
prestar líða nú av strongd og rýma, sigur talskvinna teirra,
Sabine Bech-Hansen, við Kristeligt Dagblad.
Kvøldseta í Fuglafirði
Annan hvítusunnudag, 28. mai, skipar Kvøldsetusamtakið
fyri sínum sjeynda tiltaki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Har fer Kenneth Jørgensen at syngja og spæla tvey egin
løg til egnar tekstir umframt onnur løg. Lív Næs, sum
hevði ein av høvuðsleiklutunum í Fame, fer at syngja, og
Helgi Midjord fer at spæla egin løg, sum hann hevur gjørt
til ymsar yrkingar. Tiltakið í Mentanarhúsinum annan
hvítusunnudag byrjar klokkan 16.
Tá bátarnir høvdu
lagt til bryggju í Vest
manna seinnapartin
leygardagin, var av
besta veðri. Tað var
stilt, og sólin skein.
Bátafólkið fekk suppu
og bátastevnuøl og
tey, ið ynsktu sær
heitan kjøtmat,
kundu keypa sær væl
umtóktar bátastevnu
búffar. Umborð á
bátunum tendraðu
tey livandi ljós og
bjóðaðu umborð til
føroyskan viðskera og
okkurt leskandi
Bátastevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Líka so sjaskut, sum veðrið
var, tá bátarnir, ið komu
sunnaneftir, stevndu norður
gjøgnum Hestfjørð leygar-
dagin, líka so gott var veðr-
ið í Vestmanna, tá teir løgdu
til bryggju um 16-tíðina
hendan stevnudagin.
Hann var høgur í ættini,
og rættiliga sjaskut var í
Hestfirði, tá bátar, sum
vóru farnir út í Hest kvøldið
fyri, loystu aftur haðani og
stevndu norður í Vestmanna-
sund. Tíðliga seinnapartin
leygardagin
skuldu
teir
møtast við Fútaklett og síð-
an saman stevna inn á Vest-
manna.
Súpan og øl
Jóngerð Nielsen, forkvinna
í VÍF, sigur, at tað vóru ikki
allir bátarnir, sum vóru
farnir út í Hest, ið hættaðu
sær norður í Vestmannasund
leygardagin. Tískil fóru
nakrir bátar suður um aftur
Kirkjubønes og aftur til
Havnar og onkrir bátar, sum
vóru farnir úr Vestmanna
ávegis út í Hest, komu eis-
ini heim aftur, tí líkindini
vóru so vánalig.
– Soleiðis, sum líkindini
vóru við høgættarvindi suð-
ur ígjøgnum Vestmanna-
sund og hørðum ráki í Hest-
firði og í sundinum, kunnu
vit ikki annað enn vera væl
nøgd við undirtøkuna og
bátatalið, sum leygardagin
stevndi inn á Vestmanna.
Hon sigur, at talið av bát-
um var millum 120 og 130,
og tað eru tey sera væl nøgd
við.
– Tá allir bátarnir høvdu
lagt til bryggju, varð skipað
fyri bjargingarroynd, har
nýggi bjargingarbáturin eis-
ini varð royndur
Eftir bjargingarroyndina
fingu bátafólkini súpan, og
tá fingu tey eisini eina so-
nevnda bátastevnuøl aftur-
við. Hetta er ein øl, ið hevur
somu styrki sum veðrur,
men sum hevur eina ser-
staka etikett, ið skiftandi
verður stuðlað av feløgunum
í Vestmanna, ið sigla við
ferðafólki undir Vestmanna-
bjørgunum og aðrastaðni.
Jóngerð sigur, at tey eis-
ini hava latið hesa ølina
selja í vikuni undan stevn-
uni í søluni hjá Føroya Bjóri
í Havn, og sum skilst, hevur
sølan gingið væl.
Serstakur hugni
– Í fjør seldu vit eisini
sonevndu bátastevnubúffar-
nar, men tá viðraði so mikið
illa, at tiltakið, sum krevur
hampiliga gott og turt veð-
ur, eydnaðist ikki so væl,
sum vit høvdu ynskt okkum.
Hesaferð gekst nógv betur,
og búffarnir gingu sum
heitt breyð í besta summar-
veðri.
Forkvinnan í VÍF sigur,
at tey høvdu sett upp borð
og stólar, so tey mongu,
sum vildu njóta ein góðan
stevnubúff, kundu seta seg
niður at njóta mat og lesk-
andi.
– Tað setti eisini sín ser-
staka dám á bryggjuøkið, tá
Jóan Jakku Guttesen og
Sámal Ravnsfjall spældu
Sera væl eydnað bátastevna
Okkurt árið táttaði bátatalið í 200. Í fjør viðraði so
illa, og tá vóru nógv færri bátar. Líkindini leygardagin
norður ígjøgnum Hestfjørð vóru eisini vánalig við
frískum høgættarvindi og hørðum ráki. Kortini møttust
nógvir bátar við Fútaklett og stevndu inn á Vestmanna
Gamli og snotuligi báturin Ólavur, sum er bygdur í 1930, tók ímóti øllum bátunum við
Fútaklett. Skipari og eigari er Alfred J. Olsen